hósdagur 5. september 2019síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102
Sosialurin
Altjóða samstarv ger
Havstovuna størri
Ein fjórðingur av virkseminum á Havstovuni
verður fíggjað við granskingarstuðli
frá ES og øðrum útlendskum og
føroyskum fíggingargrunnum. Stuðulin
uttanífrá ger Havstovuna til eitt størri
og meira spennandi arbeiðspláss.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Havstovan hevur í nógv størri
mun enn aðrir føroyskir gransk
ingarstovnar dugað at gagnnýtt
møguleikarnar, ið liggja í millum
annað teimum stóru ES-gransk
ingarskráunum. Stovnurin hevur
síðani 1997 luttikið í 15 ES-verkætl
anum.
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni,
er fegin um teir møguleikar, ið stuð
ulin frá ES og øðrum útlendskum
og føroyskum fíggingargrunnum
geva stovninum.
- Ein triðingur av virkseminum
á Havstovuni verður fíggjað við
stuðli uttanífrá. Stuðulin gevur
okkum eitt nógv størri fíggjarligt
rásarúm. Vit kunnu seta fleiri fólk
í starv og keypa dýra útgerð, sum
játtanin á fíggjarlógini ikki røkkur
til.
- Stuðulin ger Havstovuna til
eitt nógv størri og meira spennandi
arbeiðspláss. Vit mennast fakliga
við at samstarva við dugnaligar
starvsfelagar í øðrum londum og
eru við í fremstu røð, tá tað snýr
seg um gransking, sigur hann.
Portrið til Arktis
Fleiri góðar orsøkir eru til, at
Havstovan er við í so nógvum al
tjóða granskingarverkætlanum.
- Vit liggja sera væl fyri landa
frøðiliga sum portur til Norðurhøv
og Arktis. Tann heiti sjógvurin til
tey norðaru økini kemur framvið
hjá okkum, og tað ger tann kaldi
sjógvurin norðanífrá eisini.
- Tær flestu verkætlanirnar
snúgva seg um veðurlagsbroytingar
og vistskipanir, sum hava alstóran
áhuga millum granskarar kring all
an heim. Árin av veðurlagsbroyt
ingum á havumhvørvið síggjast
her, áðrenn tær merkjast longri
norðuri, sigur Eilif Gaard.
Havstovan hevur mátað streym
og hita í havinum kring Føroyar í
nógv ár.
- Hetta eru dátur, sum hava stórt
virði, og sum eingin annar hevur.
Við bæði at hava dátur fyri hita og
streym, kunnu vit máta flutningin
av hita inn í tey norðaru økini.
Hitin í sjónum hevur sera stóran
týdning fyri veðurlagið og fyri tær
ógvuliga ríku vistskipanirnar, ið
eru í arktiska økinum.
- Tað ávirkar veðurlagið í øllum
Evropa, um sjógvurin í Norður
høvum og Arktis verður heitari, og
tí eru granskarar í Mið- og Suður
evropa sera áhugaðir í hitaflutn
inginum á okkara leiðum.
- Tað er lætt hjá okkum at útvega
hesar dátur, tí vit skulu mestsum
bara út um hurðina eftir teimum.
Granskarar í øðrum londum høvdu
skula brúkt øðiliga nógva tíð og
pengar, um teir høvdu skula gjørt
hesar mátingar, sigur Eilif Gaard.
Fyri at koma við í stórar altjóða
granskingarverkætlanir krevst tó
meira enn at liggja væl fyri landa
frøðiliga.
- Eingin bjóðar øðrum við í eitt
granskarasamtak av hesum slagi
fyri at vera fittur. Vit verða boðin
við, tí vit hava prógvað, at vit
kunna lata dátur í høgari góðsku.
Granskarasamtakini meta tí, at tað
styrkir tey og gevur teimum betri
møguleika at fáa fígging, um vit eru
við, sigur Eilif Gaard.
GEVA OG FÁA
Havstovan hevur góðar royndir
við at samstarva við granskarar úr
øðrum londum.
- Tá tú fert í samstarv við onnur,
so skalt tú hava fokus á at geva
heldur enn at fáa. Um øll geva og
lyfta í felag, so gerast avrikini størri
og betri, og úrslitið verður, at øll
fáa.
- Vit fáa nýggja vitan og verða
stimbraði av at vera saman við
øðrum. Tá vit arbeiða saman, fáa
vit eisini nyttu av tí, sum hini gera,
og tá flyta øll seg í felag frameftir,
sigur Eilif Gaard.
Tað hevur stóran týdning fyri
granskararnar á Havstovuni at
kunna luttaka í altjóða gransking
arsamstarvi.
- Tey fáa tíð og fígging at savna
seg
um
eitt
granskingarevni.
Tey kunnu luttaka á fundum
uttanlands, seta kanningar í verk
og keypa útgerð, uttan at stovnurin
skal taka dagar ímillum, um vit
hava ráð til tað.
- Tað hevur eisini stóran týdning
fyri yrkisleiðina hjá granskarunum,
at tey fáa síni nøvn við í altjóða
vísindaligar greinir, sigur Eilif
Gaard.
Havstovan fær 25 prosent av
stuðlinum í umsitingargjaldi fyri at
hýsa verkætlanini og kann harum
framt gera kanningar og ogna sær
framkomna útgerð, ið annars ikki
hevði verið møguligt.
Fyri føroyska samfelagið hevur
tað alstóran týdning at fáa nýggja
vitan um havið kring okkum.
- Vit liva jú av havinum. Fyrr
kannaðu vit bert fiskastovnarnar
men seinnu árini hava vit meira og
meira flutt okkum til eisini at hava
tørv á at skilja umhvørvið, sum
stovnarnir liva í. Tað er jú ikki bert
fiskiskapur, ið ávirkar stovnarnar,
men eisini í stóran mun havum
hvørvið.
- Vitan um, hvat hendir í havin
um, og hví tað hendir, ger okkum
betri før fyri at koma við forsagn
um og tilmælum. Vit kunnu gera
onkrar kanningar sjálvi, men um
vit veruliga skulu skilja tað, sum
hendir í teimum stóru havøkjun
um, so mugu vit arbeiða saman við
øðrum, sigur hann.
ÓTROYTTIR MØGULEIKAR
Havstovan er einasti føroyski
granskingarstovnur, ið veruliga
hevur gagnnýtt møguleikarnar
fyri at fáa stuðul til gransking frá
ES, sum føroyskir granskarar hava
møguleika at søkja um á jøvnum
føti við granskarar í ES.
- Tað er ikki so torført, sum fleiri
halda. Vit hava ikki brúkt nógva
orku til at skriva umsóknir. Vit eru
við sum vanligir samstarvsfelagar,
og tað tekur okkum bert fáar dagar
at skriva okkara part av umsóknini.
- Hvør verkætlan hevur ein
verkætlanarleiðara, sum savnar
træðrirnar og skrivar umsóknina,
og tað er eitt sera stórt arbeiði,
sum vit ikki á nakran hátt kunnu
átaka okkum. Men vit eru nú
farin eitt stig víðari og eru vorðin
leiðari av einum arbeiðspakka í
eini verkætlan. Tað gevur okkum
eitt sindur meiri umsitingararbeiði,
men vit fáa eisini meiri burturúr
fíggjarliga, sigur Eilif Gaard.
Hann undrast á, at aðrir stovnar
og fyritøkur ikki gera meira fyri at
koma við í stórar altjóða gransking
arverkætlanir.
- Vit eiga at brúka hesar møgu
leikarnar. Tað ræður um at halda
seg framat og finna verkætlanir,
har vit hava okkurt at geva. Við
at bjóða seg fram á henda hátt ber
til at koma við í spennandi verk
ætlanir. Og tá ein er komin við í
eina verkætlan, er nógv lættari at
verða boðin við eina aðru ferð. Men
fyritreytin er sjálvandi, at vit vísa,
at vit hava nakað at geva, og at vit
hava førleikarnar, sigur Eilif Gaard.
Havstovan
Havstovan ger regluligar kann
ingar av havumhvørvinum á
hvørjum ári, ið skulu lýsa broyt
ingarnar frá einum ári til annað.
Havstovan letur á hvørjum
ári Fiskimálaráðnum upplýs
ingar viðvíkjandi støðuni í fiska
stovnunum á føroysku landleið
unum og á sjóleiðum uttan fyri
føroysku landleiðirnar, sum før
oysk fiskifør gagnnýta, og ger
vísindaligar tilráðingar og met
ingar um møguleikarnar fyri
burðardyggari gagnnýtslu.
Havstovan arbeiðir eisini við
fleiri verkætlanum. Summar av
hesum ger stovnurin einsamallur,
meðan aðrar verða framdar í
samstarvi við føroyskar ella
útlendskar granskingarstovnar.
Verkætlanirnar eru oftast heilt
ella partvís fíggjaðar uttan fyri
Havstovuna.
Altjóða samstarv hevur givið Havstovuni størri fíggjarligt rásarúm
og ment stovnin fakliga, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni.