hósdagur 5. september 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102
8
Sosialurin
Fiskaaling er við
í stórari norðurlendskari
granskingarverkætlan:
Kanna
um útlát
kann
endur
nýtast
Granskarar á Fiskaaling kanna, um tað
ber til at endurnýta tøðsølt og skarn frá
alivirkseminum. Kanningin er ein liður í eini
stórari verkætlan, sum 13 norðurlendskir
granskingarstovnar eru við í. Endamálið
er at gera alingina meira burðardygga.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Tari og kræklingur skulu minka
um útlátið av lívrunnum evnum
frá alivirkseminum á føroysku
firðunum. Tað vóna í øllum føri
granskarar á Fiskaaling, sum sam
an við arbeiðsfólki hjá P/F Luna
hava sett trossar og línur út á Sør
vágsfirði. Kræklingur skal fáast
at festa seg á trossarnar, og tari er
sáddur á línunum.
Vónin er, at kræklingur og tari
skulu kunna upptaka ein stóran
part av tí lívrunna útlátinum frá
alivirkseminum, so dálkingin mink
ar, og alivinnan verður meiri burð
ardygg.
- Vit gjørdu fyrstu royndirnar at
fáa krækling at festa seg á trossar
í fjør, men tær hepnaðust ikki so
væl, so nú royna vit aftur at finna
tey bestu støðini, sigur Gunnvør á
Norði, sum er granskari á Fiskaaling
og samskipar verkætlanina.
BURÐARDYGG ALING
Kanningarnar á Sørvágsfirði eru ein
liður í eini stórari norðurlendskari
granskingarverkætlan, ið kallast
SureAqua. Endamálið við henni er
at virka fyri burðardyggari aling í
breiðasta høpi.
13 norðurlendskir granskingar
stovnar og 18 fyritøkur eru við í
samstarvinum, sum norðurlendski
granskingarstovnurin NordForsk
fíggjar. Afturat Fiskaaling luttaka
føroysku
fyritøkurnar
Luna,
Bakkafrost, MOWI og TARI í Sure
Aqua samstarvinum
Granskingarstovnarnir arbeiða
við ymiskum verkætlanum, ið
skulu vera við til at menna eina
burðardygga havvinnu. Verkætl
anin hjá Fiskaaling snýr seg um
at kanna, hvussu nógv tøðsølt og
skarn frá aliringum ávirka um
hvørvið, og hvussu ávirkanin kann
minkast við at endurnýta útlátið.
- Okkara íkast til granskingar
verkætlanina er tað, ið vit kalla
samaling. Tað snýr seg um at
dálka sum minst og at endurnýta
tøðsølt og skarn, ið verða útleidd
frá aliringum.
- Vit skulu kanna, í hvønn mun
kræklingur og tari megna at upp
taka útlátið, so tað verður endur
vunnið við, at vit fáa meira tara og
krækling í staðin fyri, at tað kemur
út í umhvørvið, sigur Gunnvør á
Norði.
Kanningarnar hjá Fiskaaling
eru ikki avmarkaðar til einstakar
aliringar.
- Kræklingur kann síla útlátið,
so dálkingin verður minni. Men
tað vísir seg, at kræklingurin bert
nær at upptaka ein lítlan part av
útlátinum, áðrenn tað dettur niður
á botn undir aliringunum.
- Vit mugu tí hugsa øðrvísi og
eru í staðin farin undir at kanna
alla vistskipanina á fjørðinum.
Málið er at fáa eina burðardygga
skipan, har eins nógv verður tikið
úr fjørðinum, sum latið verður í
hann.
Kanningarnar verða gjørdar í
samstarvi við P/F Luna, sum stend
ur fyri alingini á Sørvágsfirði. Ar
beiðsfólk hjá Luna settu kræklinga
línur út í fjør og aftur í ár.
- Luna hevur víst stóran áhuga
fyri verkætlanini og hevur gjørt
íløgur í kræklingalínur. Teirra áhugi
er serliga at fáa at vita, um kræk
lingurin eisini kann síla lýs burtur
og harvið minka um smittuvandan,
sigur Gunnvør á Norði.
Enn eru ikki nógv úrslit av kann
ingunum.
- Vit mugu fyrst kenna vistskip
anina. Vit kanna, hvussu streym
urin og gróðurin er, hvussu út
látið søkkur, hvussu nógv verður
upptikið í gróðrinum, og hvussu
kræklingurin veksur.
- Tá vit hava fingið nóg mikið
av kræklingi, fara vit at kanna,
hvussu nógv hann upptekur, sigur
Gunnvør á Norði.
Taralínur, ið eru sáddar við
tveimum brúntarasløgum, vórðu
settur út fyrst í hesum árinum.
Tær standa í aliringum við fiski í og
á einum øki burtur frá ringunum.
Royndirnar við tara skulu vísa,
hvussu nógv tøðsølt tey ymisku
tarasløgini upptaka, og um samal
ing av laksi og tara kann geva bet
ur taraúrtøku. Hetta hevur stóran
áhuga fyri ta byrjandi taraalivinn
una í Føroyum.
SureAqua verkætlanin fer ikki
bert at geva nýggja vitan um møgu
leikar fyri burðardyggari aling.
- Tað er altíð ein síðuvinningur
við at vera við í tílíkum verkætlan
um. Vit vita so lítið um teir føroysku
Gunnvør á Norði, deildarleiðari og granskari á Fiskaaling, samskipar SureAqua verkætlanina.