Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102 Sosialurin firðirnar, og nú fáa vit gjørt nakrar grundleggjandi kanningar, sum fara at geva okkum nýggja vitan, sigur Gunnvør á Norði. LETUR UPP DYR At vera við í altjóða verkætlanum sum SureAqua letur nýggjar dyr upp fyri Fiskaaling. - Ein altjóða verkætlan førir ofta til fleiri. Í hesum føri er ein verk­ ætlan við fígging frá europe­isku gransk­ingarskránni Hori­zon 2020 sprottin burtur úr sam­starv­in­um. Hon kallast Aqua­Vita og snýr seg um at ala øll møgulig sløg fyri at fáa meira fjølbroytni. Tað hóskar sera væl til tað, vit arbeiða við, sigur Gunnvør á Norði. Fyri granskararnar á Fiskaaling hevur tað stóran týdning at vera við í altjóða granskingarverkætlanum. - Granskingarumhvørvið í Før­ oyum er lítið, og vit arbeiða altíð tvørfakligt, tí vit eru so fá. Tá vit samstarva við útlendskar gransk­ arar, fáa vit samband við fólk, sum hava júst somu bakgrund sum vit sjálvi, og tað er ógvuliga áhugavert. Vit fáa møguleika at sita og nørdast um smálutir, sum eingin annar skilir. - Vit fáa eitt netverk, sum byrjar í tí smáa, men veksur og veksur. Vit kunnu gagnnýta ta vitan, sum tey hava, og tey fáa nyttu av tí, sum vit vita. Á tann hátt koma vit skjótari fram á mál, sigur Gunnvør á Norði. - Vit hava sjálvandi altíð fokus á føroysk viðurskifti, men vit kunnu læra nógv av øðrum og tey av okkum. Vit eru til dømis í ferð við at byggja upp eitt samstarv við norskar granskarar um tara. Vit gera mátingar í Føroyum, og tey gera mátingar í Noregi, og so sam­an­bera vit úrslit og skriva eina grein saman. - Samstarv við útlendskar gransk­arar hevur eisini við sær, at vit skriva greinir saman í al­tjóða tíðarritum, og soleiðis gera okk­ um gald­andi í altjóða gransk­ing­ar­ heiminum, sigur hon. KUNNU GERA MUN Gunnvør á Norði fegnast eisini um at vera partur av eini altjóða granskingarverkætlan, sum er so týdningarmikil sum SureAqua. - Hon snýr seg um at hyggja frameftir og stremba eftir, at okk­ ara eftirkomarar skulu hava tað sama at koma til, sum vit høvdu. Tað vísir seg ofta at vera trupult hjá okkum sum lítið land at hugsa so langt og tí er tað gott at vera við eini slíkari stórari yvirskipaðari verk­ætlan saman við øðrum, sigur hon. SureAqua SureAqua er eitt av trimum so­ nevndum Nordic Centr­es of Excellence inn­an lív­feingis­bú­ skap, ið norður­lendski gransk­ ing­ar­stovn­urin Nord­Forsk hev­ ur skipað at menna eina meiri burð­ar­dygga hav­vinnu - ta so­ nevndu Blue bio­eco­nomy. Centres of Excellence eru sam­størv millum teir bestu gransk­ararnar og gransk­ingar­ stovn­arnar á økinum. Blue Bioeconomy byggir á, at varandi tilfar úr havinum, so sum tari og fiskur, skal kunna framleiða allar tær vørur, okkum tørvar í einum nútíðarsamfelagi. Eitt nú kann tarin umgerast til brennievni, ið kann nýtast í stað­in fyri fossilar orkukeldur. SureAqua verkætlanin mið­ ar ímóti at skapa vitan­ar­grund­ ar­lag og tøknir at stuðla undir hesum búskapi. Fiskaaling er ein av 13 gransk­ingarstovnum, ið eru við í Sure­Aqua. Fiskaaling kannar møgu­leikarnar fyri meiri burð­ ar­dyggari aling í Føroyum. Tað verður eitt nú gjørt við at kanna, hvussu nógv tøðsølt og skarn frá alivirkseminum verða latin í umhvørvið. Eisini verða møguleikarnir fyri at gagn­nýta útlát frá alingini til mill­um annað at vaksa tara og kræk­ ling, sum kunnu minka um lív­ runna útlátið frá alivinnuni. Sam­stundis kunnu tarin og kræk­lingurin verða eitt íkast til nýggj­ar vinnuvegir. Kanningarnar fara fram á Sør­vágsfirði og verða gjørdar í sam­starvi við P/F Luna. NordForsk hevur játtað tilsamans útivið 70 milli­ón­ ir kr til tey trý Nordic Centr­es of Excellence innan lív­feingis­ búskap. Fiskaaling fær 1,7 milli­ ón­ir kr fyri sín part í SureAqua. Fiskaaling er ein av 13 norðurlendskum granskingarstovnum, sum eru við í SureAqua. Kanningar skulu gerast á øllum Sørvágsfirði. Tarin veksur væl á Sørvágsfirði.