Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102 10 Sosialurin Kinesiskur granskari á Fróðskaparsetrinum: Góðir yrkis­ møguleikar í Føroyum Qin Xin valdi Fróðskaparsetrið framum fleiri stór universitet í Evropa, tí møguleikarnir at koma skjótt fram á yrkisleiðini eru sera góðir í Føroyum. Hann kom upp á hægsta vísindaliga stig eftir stuttari tíð, og tað letur upp hurðar til altjóða samstarv, sum tað annars hevði tikið honum nógv ár at røkka. Fyri átta árum síðani setti Qin Xin úr Kina fyrstu ferð fótin á føroyska jørð. Hann hevði søkt eitt starv á Fróðskaparsetrinum sum lektari í kunningartøkni, hóast hann nóg illa visti, hvar Føroyar vóru. Qin hevði tá starvast sum gransk­ari á universitetum í Noregi og Belgia og hevði hug at royna nakað annað. - Eg vildi víðari í míni yrkisleið. Eg hevði eitt gott starv í Belgia, men har er torført at koma upp á hægsta stig sum professari, tí har eru so nógvir aðrir professarar á mínum øki. Í Føroyum eru sera fáir granskarar og vísindafólk innan teldufrøði, og við mínum royndum og førleikum er tað tí munandi lætt­ari hjá mær at koma upp á ovasta stig her, sigur hann. Qin valdi Fróðskaparsetrið fram­ um fleiri onnur stór universitet í Evropa, og eftir einum ári varð hann komin á hægsta vísindaliga stig sum professari. - Hetta hevur stóran týdning, tí sum professari kann eg samstarva við granskarar á hægsta stigi um allan heim. Samstarvið fer fram umvegis internetið, og tað hevur tí ongan týdning, at eg búgvi í Føroyum og starvist á einum lítlum universiteti, sigur hann. Vildi hava fjølbroytta yrkisleið Qin er føddur og uppvaks­in í býnum Yingkou í Liaon­ing lands­ lutinum í landnyrð­ings­part­inum av Kina. Pápi hansara var stjóri í eini fyritøku, ið framleiddi djórafóður. Qin hevði stóran áhuga fyri vís­ indum og tøkni og setti sær á heilt ungum árum fyri, at hann vildi hava eina universitetsútbúgving. - Kappingin um at verða upp­ tikin á universiteti er sera hørð í Kina, og eg mátti arbeiða hart fyri at sleppa inn. Bert eitt prosent av teimum, sum ganga í mið­náms­ skúla, verða upptikin á universitet, sigur hann. Qin tók bachelor-prógv í forrit­ an­arverkfrøði á Shenyang Aero­ space University í Shengyng, sum er høvuðsstaður í Liaoning lands­ lut­inum. Hann arbeiddi síðani í eitt ár í eini privatari KT-fyritøku, men gjørdi so av, at hann vildi lesa víðari. - Tey flestu, sum arbeiddu har, høvdu master ella ph.d. Tey fingu nógv betri sømdir enn eg, og tað fekk meg til at føla meg illa. Eg gjørdi av, at eg vildi útbúgva meg víðari sum skjótast, sigur hann. Qin vildi hava eina fjølbroytta útbúgving. Hann flutti til Onglands og tók master-útbúgving og síðani ph.d. á Liverpool Universiteti. - Tað er lættari at fáa eitt gott starv, um ein hevur fjølbroyttar roynd­ir og útbúgving frá einum kend­um universiteti, sigur hann. Valdi Føroyar framum Tá Qin hevði fingið ph.d. heitið, søkti hann granskarastørv kring allan heim. Hann fekk boðið starv á seks granskingarstovnum og tók av einum starvi sum granskari á Bergen Universiteti í Noregi. - Eg valdi Bergen, tí lønin er hægst í Noregi, sigur hann. Hann var tvey ár á Bergen Uni­ versiteti og flutti síðani til Oslo, har hann starvaðist sum granskari í trý ár á Simula Research Laboratory. Eftir fimm ár í Noregi vildi Qin víðari á yrkisleiðini. Hann søkti fleiri størv, millum annað sum lekt­ ari á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hoyrdi einki aftur úr Før­ oyum, men fekk millum annað boðið starv á Louvain Universiteti í Belgia, sum hann tók av. Tá hann hevði verið í Belgia í eitt hálvt ár, komu brádliga boð úr Føroyum. Leiðslan á Fróð­skap­ar­ setrinum vildi vita, um hann enn hevði áhuga fyri starvinum sum lektari í kunningartøkni. - Eg fór til samrøðu í Føroyum og fekk at vita, at góðir møguleikar vóru fyri at gerast professari eftir stuttari tíð. Tað var sera áhugavert fyri meg, tí tað hevur stóran týdn­ ing fyri mína yrkisleið, sigur hann. GRANSKING FYRITREYT FYRI UNDIRVÍSING Í starvssáttmálanum hjá Qin stendur, at hann skal undirvísa helvtina av tíðini og granska hina helvtina. Men tað samsvarar ikki altíð við veruleikan. - Eg undirvísi ofta meira enn helvtina av tíðini, tí her eru so fáir undirvísarar á mínum øki. Eg havi ov lítla tíð eftir til gransking og granski tí ofta eisini uttanfyri arbeiðstíð. - Granskingin er ein fyritreyt fyri at kunna undirvísa á einum universiteti. Eg skal ikki bert endurgeva tað, sum stendur í bókum, men vera førur fyri at svara djúpri spurningum. Um eg ikki brúki nóg nógva tíð at granska, kann eg ikki undirvísa á nóg høgum stigi, og so verður undirvísingin, sum tey ungu fáa, ikki nóg góð. Tað er álvarsamt, tí tey eru framtíðin hjá samfelagnum, sigur hann. Qin sær ongar forðingar í, at Fróðskaparsetrið er eitt ógvuliga lítið universitet, og at Føroyar liggja fjart frá øðrum londum. - Her eru ikki nógvir starvsfelagar, ið arbeiða við tí sama sum eg, men eg samstarvi við granskarar um allan heim umvegis internetið. - Tað eru eisini fyrimunir við at vera á einum lítlum universiteti. Eg eri einasti professari á mínum øki, og tí havi eg góðar møguleikar at samstarva við føroyskar fyritøkur, ið kunnu fáa nyttu av mínari vitan. - Tað gagnar mínari gransking, tí tað gevur mær møguleika at brúka mína teoretisku vitan til at loysa veruligar trupulleikar, sigur hann. Ikki neyðugt at læra føroyskt Hóast Qin hevur búð í Føroyum í átta ár, tosar hann ikki føroyskt. Hann var á skeiði í føroyskum stutt eftir, at hann var komin, men hann fekk lítið burturúr, og í løtuni hevur hann ikki ætlanir um at læra føroyskt. - Eg royndi at læra føroyskt, men tað er ógvuliga torført. Eg arbeiði nógv og havi ikki tíð at læra meg mál eisini, sigur hann. Qin undirvísir á enskum, og hann hevur ongar trupulleikar við at samskifta við sínar starvsfelagar. - Í mínum arbeiði er tað eingin forðing, at eg ikki dugi føroyskt. Alt samskifti í sambandi við mína gransking er á enskum, og altjóða málið innan hátøknilig økir sum kunningartøkni er enskt. Her eru eisini fleiri útlendskir granskarar í starvi á Náttúruvísindadeildini, og deildarfundir verða hildnir á enskum. Qin hevur heldur ikki trupul­ leikar við at klára seg í føroyska sam­felagnum, hóast hann ikki dug­ ir føroyskt. - Tað eru nógv fólk við øðrum mentanum í Føroyum. Her búgva fólk úr næstan hundrað ymiskum londum. Tað ber altíð til at finna onkran, sum tú kanst tosa við um ymisk viðurskifti. - Føroyingar eru opnir og vin­ar­ ligir, og tey allarflestu, serliga tey ungu, skilja væl enskt. Tað er eing­ in trupulleiki hjá mær til dømis at fara til handils, sigur hann. Qin er sannførdur um, at tøknin skjótt fer at gera tað óneyðugt at læra mál yvirhøvur. - Tøknin við tilgjørdum vitleika er so framkomin, at fólk skjótt fara at tosa saman á hvør sínum máli við einum tóli, sum umsetir beinleiðis millum málini, sigur hann. Málið er tó ein forðing fyri, at Qin kann gera sær vónir um at fáa fast uppihaldsloyvi í Føroyum. Hann hevur á hvørjum ári, síðani hann kom til Føroya, verið noyddur at søkja um uppihaldsloyvi av nýggj­um, hóast hann hevur fast starv. - Tað er ørkymlandi ongantíð at kunna vera vísur í, at eg kann halda fram í mínum starvi. Eg havi verið so leingi í Føroyum nú, at eg kann søkja um fast uppihaldsloyvi, Qin Xin 2000 Bachelor í forritanarverkfrøði frá Shenyang Aerospace University, Kina 2002 Master í tilgjørdum vitleika (Artificial Intelligence) frá Liverpool Universiteti, Onglandi 2004 Ph.d. í teldufrøði frá Liverpool Universiteti, Onglandi 2005-07 Post.doc. granskari á Bergen Universiteti, Noregi 2007-10 Post.doc. granskari á Simula Research Laboratory í Oslo, Noregi 2011 Senior granskari á Louvain Universiteti, Belgia 2011 Lektari og síðani professari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya 2013 Giftur við Xiao Lan úr Kina. Tey hava tvey børn. Lisa er 5 ár, og Andrew 2 ár. FAKTA Qin Xin úr Kina hevur starvast sum lektari og professari í kunningartøkni á Fróðskaparsetrinum í átta ár.