hósdagur 5. september 2019síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102
Sosialurin
men ein treyt fyri tí er, at eg dugi
føroyskt. Tað haldi eg ikki vera
rímiligt, tí tað ber væl til at klára
seg í samfelagnum uttan at duga
málið, sigur hann.
FANN KONU Í KINA
Tá Qin kom til Føroya fyri átta
árum síðani, var hann stakur. Nú
hevur hann konu og børn. Hann
hitti konu sína, Xiao Lan, tá hann
var heima í Kina og vitjaði. Tey
giftust í Havn í 2013.
Qin og Xiao Lan hava nú tvey
børn, sum eru 5 og 2 ár. Xiao Lan er
heima og ansar børnunum, tí tey
hava ikki fingið pláss í barnagarði.
Tá næsta barnið var á veg,
flutti Xiao Lan aftur til Kina við
børnunum.
- Vit høvdu brúk fyri at fáa
hjálp frá foreldrunum til børnini,
men tey sleppa í mesta lagi at vera
í Føroyum í tríggjar mánaðir. Tað
bleiv ov strævið hjá mær at undir
vísa og granska og eisini taka mær
av familjuni, so vit gjørdu av, at
Xiao Lan skuldi fara til Kina at vera
eina tíð, so hon kundi fáa hjálp frá
familjuni.
Konan og børnini eru nú komin
aftur til Føroya, og tey hava vónir
um, at tey nú skjótt fara at fáa dag
stovnapláss, so Xiao Lan, sum er
master í teldufrøði, eisini sleppur
til arbeiðis.
BØRNINI SLEPPA
AT SPÆLA
Børnini tosa enn bert kinesiskt og
eitt sindur av enskum.
- Tey fara helst at læra føroyskt,
tá tey koma í barnagarð, sigur Qin.
Hann er fegin um, at børnini
vaksa upp í Føroyum.
- Her sleppa tey at spæla og vera
børn. Í Kina byrja børnini longu at
læra støddfrøði í barnagarðinum.
Í teimum yngstu skúlaflokkunum
fáa tey flestu 10 ella 20 eykatímar
um vikuna afturat vanligu skúla
gongdini. Tey sita uppi til langt út
á náttina og gera heimaarbeiði.
- Tað er ikki gott fyri børnini,
men foreldrini noyðast at gera
sum hini og senda børnini til eyka
undirvísing eftir skúlatíð, tí annars
verða tey verri fyri, sigur hann.
Bert tey bestu sleppa á univers
itet og fáa møguleikan at fáa eina
hægri útbúgving,
- Tað krevjast sera góð úrslit frá
miðnámsskúlanum fyri at koma
inn á eitt gott universitet. Eg havi
sjálvur arbeitt hart fyri at sleppa á
universitetið, men tá eg var barn,
byrjaðu vit ikki so tíðliga at kapp
ast, sigur hann.
Fleiri kanningar eru gjørdar,
sum vísa, at kinesiskir miðnáms
næmingar eru betri á næstan øllum
økjum enn javnaldrar í Evropa.
Ikki bert innan náttúruvísindi og
støddfrøði, men eisini innan skap
andi lærugreinir, nýmenning og
samstarv, skara kinesarar framúr.
Qin stúrir ikki fyri, at hansara
børn verða verri fyri av at vaksa
upp í Føroyum.
- Tað er ikki neyðugt at byrja so
tíðliga, sum tey gera í Kina. Tað eri
eg sjálvur eitt gott dømi um, tí eg
havi klárað meg væl, hóast eg ikki
byrjaði at kappast og arbeiða hart
fyrrenn í miðnámsskúlanum, sigur
hann.
Qin Xin og konan Xiao Lan eiga tvey børn. Lisa er 5 ár og Andrew 2 ár.
Lisa og Andrew tosa enn bert kinesiskt og eitt sindur enskt.