Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102 Sosialurin Marie Curie stuðlar flytføri Flytføriskipanin Marie Sklod­ owska-Curie Actions í Horizon 2020 rammuskránni gevur gransk­ arum møguleika at søkja stuðul til at flyta til eitt annað land at granska í eitt tíðarskeið. Granskarar í Føroyum, sum hava hug at fara uttanlands at granska, kunnu søkja um stuðul frá Marie Sklodowska-Curie Actions. Granskarin velur sjálvur evnið, sum hann ella hon ætlar at granska, og ger avtalu við ein stovn ella fyritøku uttanlands um at søkja um stuðul frá Marie Sklodowska-Curie Actions. Umsóknir til Marie Curie skránna eru munandi einfaldari enn umsóknir til Horizon 2020 frá stórum samstarvsnetverkum. Umsóknin telur 10 síður og verður skrivað saman við stovn­inum ella fyritøkuni uttanlands. Verður umsóknin játtað, fær granskarin stuðul til útreiðslur til flyting og uppihald í eitt tvey ára tíðarskeið, og stovnurin ella fyritøkan fær lønina til gransk­ aran endurgoldnað. Eingi krøv eru til tjóðskap, og skipanin kann tí brúkast av gransk­arum um allan heimin. Eisini føroyskir granskarar uttan­ lands, sum ynskja at virka á ein­ um stovni ella í eini fyritøku í Føroyum í eitt tíðarskeið kunnu søkja. Treytin er bert, at um­søkj­ ar­in ikki hevur búð ella virkað í landinum, sum søkt verður um at fara til, í meira enn 12 mán­að­ir innan fyri teir seinastu 36 mán­að­ irnar. At fáa føroyingar aftur til Føroya við Marie Curie stuðli er ein góður møguleiki hjá serliga granskingarstovnum at víðka um virksemið við einum nýggjum starvi, sum seinni kann gerast varandi. Granskingarstovnar, ið hýsa granskarum við stuðli frá Marie Curie, verða eisini hægri mettir, tá teir søkja um stuð­ul úr Horizon 2020 til størri sam­starvs­ verkætlanir. At vera vertur fyri granskara við Marie Curie stuðli er prógv um, at stovnurin hev­ur fjøl­ broytt og altjóðakent um­hvørvi og lýkur altjóða krøv og treyt­ir. Marie Sklodowska-Curie Actions hevur skipanir bæði fyri royndar granskarar og fyri ph.d. lesandi. Í 2018 sendu 10.000 granskarar um allan heimin umsókn inn um stuðul úr Marie Curie skránni. Hig­artil hava sjey føroyskir gransk­arar roynt at søkt um stuð­ ul frá Marie Sklodowska-Curie Actions. Fleiri hava fingið góð skoðsmál, men enn hevur ikki eydnast nøkrum at fáa fígg­ing. Føroysk luttøka í granskingar­samstarvi: Horizon 2020 verður til Horizon Europe 15 føroyskir stovnar og fyritøkur hava higartil fingið 25 milliónir til verkætlanir úr evropeisku granskingarskránni Horizon 2020. Nýggja granskingarskráin Horizon Europe fer helst at gera tað lættari hjá Føroyum at luttaka í evropeiska granskingarsamstarvinum. Eftir Dagmar Joensen-Næs Føroyar hava nú í níggju ár havt avtalu við ES um granskingar­sam­ starv. Avtalan merkir, at føroyskir granskarar, granskingarstovnar og fyritøkur kunnu søkja um stuðul til gransking, menning og nýskapan úr granskingargrunnum hjá ES á jøvnum føti við granskarar og stovnar í ES. Fyrsta granskingar­samstarvsav­ talan millum Føroyar og ES varð undirskrivað í juni 2010. Hon var gald­andi fyri sjeyndu rammu­ skránna hjá ES, ið nevndist FP7 og var galdandi til og við 2013. HORIZON 2020 1. januar 2014 kom nýggja rammu­ skráin hjá ES, Horizon 2020, í gildi. Føroyar eru eisini við í hesi rammu­ skránni, sum hevur gildi til og við 2020. Horizon 2020 leggur stóran dent á at byggja brýr millum gransking, nýskapan og framleiðslu. Rammu­ skrá­in byggir á tríggjar súlur, sum eru samfelagsligar avbjóðingar, vís­indi í heimsflokki og ídnaðarlig leiðsla. Í Horizon 2020 er eisini ein skip­ an, har smáar og miðalstórar fyri­ tøk­ur kunnu leita upplýsing og ráð­ geving um ymisk granskingar- og nýskapanarøki og fáa stuðul til at gera framleiðslu búnað til markn­ aðin. Øll lond, sum eru við í Horizon 2020, hava National Contact Points (NCPs), sum veita umsøkjarum ráð­geving og persónliga tænastu. Gransk­ingarráðið hýsir føroysku NCP tænastuni. Føroyskir granskingarstovnar og fyritøkur hava higartil fingið játt­aðar góðar 25 milliónir kr til verk­ætlanir innan gransking og ný­menning úr Horizon 2020. Vit eru eisini partar av verkætlanum, har játtanin er latin til fyritøkur í eitt nú Svøríki og Danmark, men har fittur partur av játtanini verður brúkt­ur í Føroyum. Umframt hetta fáa vit fíggjarligan stuðul frá Hori­ zon 2020 til luttøku í fleiri net­verk­ um. Góðar 100 umsóknir um stuðul úr Horizon 2020 eru sendar úr Før­ oy­um. Av teimum hava higartil 15 stovn­ar og fyritøkur fingið játtan til at vera við í 23 evropeiskum verk­ætlanum. Talan er bæði um ein­stakar fyritøkur, sum hava fingið játtan til eina verkætlanin um eitt nýtt framleiðslutól, og um fyritøkur og stovnar, sum hava fingið játtan at vera við sum sam­ starvspartar í størri altjóða net­ verk­um. Hesi netverkini eru ofta virkin í fleiri ár, og ein verkætlan leið­ir aloftast til aðrar verkætlanir. Granskingarstovnarnir, ið hava fingið mest í stuðli frá Horizon 2020, eru Havstovan og Jarðfeingi. Fyri­tøkurnar, ið hava fingið mest, eru sp/f Syntesa og sp/f Ocean Rain­forest. Seinnu árini hava eisini fleiri smáar føroyskar fyritøkur søkt og fingið stuðul og góð ummæli frá Horizon 2020. Talan er um smærri stuðulsupphæddir, men tær eru við til at gera tað lættari hjá fyritøk­ un­um at fáa játtan, um tær søkja aftur. Føroyar hava tilsamans goldið 70 milliónir kr fyri at vera við í Horizon 2020. Tað er nógv meira enn vit hava fingið burturúr sam­ starv­inum. HORIZON EUROPE Tann næsta stóra granskingar­skrá­ in hjá ES verður fyrireikað í løtuni. Rammu­skráin hevur fingið heitið Horizon Europe, og hon verður galdandi frá 2021 til 2027. Horizon Europe hevur sum mál, at ES skal varðveita støðu sína sum oddalið í altjóða gransking og ný­ menning. ES fer eftir ætlan at játta 750 milli­ardir krónur til gransking og ný­menning í Horizon Europe. Fíggj­ar­ætlanin verður endaliga sam­tykt seinni í ár.  Nýggjar samráðingar skulu vera millum Føroyar og ES um luttøku í Hori­zon Europe. Ætlanin er, at ein nýggjur fíggingarleistur skal vera galdandi fyri Horizon Europe, sum fer at geva størri javnvág millum gjald og stuðul. Vónir eru tí um, at Føroyar fara at fáa meiri burturúr ES gransk­ing­ ar­samstarvinum fíggjarliga undir næstu rammuskránni. EURAXESS hjálpir granskarum at flyta Føroyar eru partur av EURAXESS tænastuni hjá ES, sum ger tað lættari hjá granskarum at flyta millum lond at arbeiða í styttri ella longri tíð. Granskingarráðið hevur bygt upp og hýsir nú EURAXESS tæn­astuni, sum hevur til endamáls at gera tað lættari fyri granskarar at flyta millum lond at arbeiða í styttri ella longri tíð. Føroyska EURAXESS tæn­ast­an kunnar og ráðgevur um øll hugs­ andi viðurskifti í sambandi við at koma til Føroyar sum granskari ella at fara úr Føroyum út í heim at granska. Tænastan í Føroyum er partur av einum netverki við umleið 200 deplum í 42 londum. Føroyska EURAXESS tænastan hevur ein portal, euraxess.fo, við við­komandi upplýsingum til út­ lendskar granskarar og familj­ur teirra um uppihaldsloyvi, skatt, heilsutrygd, málskeið og onnur praktisk viðurskifti. Eis­ini eru lýsingar av føroyska gransk­ing­ar­ umhvørvinum og sam­felags­við­ urskiftum. Føroyskir granskarar, ið hava hug at fara til onnur lond í Evropa at granska, kunnu eisini fáa ráð og kunning á EURAXESS portalum hjá teimum londum, tey ætla at fara til. Á portalinum ber eisini til at finna granskarastørv í Evropa. Før­oyskir granskingarstovnar og fyritøkur kunnu lýsa eftir gransk­ arum á portalinum og røkka hvørj­ um króki í Evropa uttan kostnað. Tveir EURAXESS tænastu­depl­ ar eru í Føroyum, har granskarar eis­ini kunnu fáa persónliga leið­ beining um at flyta til Føroya. Ann­ ar er á Granskingarráðnum, og hin er á Fróðskaparsetrinum. EURAXESS tænastan skip­ar eisini fyri verkstovum og skeið­ um, har starvsfólk og granskarar á avvarðandi stovnum hittast og um­røða praktisk viðurskifti og forð­ingar.