Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102 14 Sosialurin Gen­kann­ingar fyri arvaligar hjarta­sjúkur bjarga lívi Hjartalæknar eru í alt størri mun farnir at brúka genkanningar til at finna arvaligar hjartasjúkur so tíðliga, at tær kunnu fyribyrgjast. Fleiri føroyingar eru settir í fyribyrgjandi viðgerð, hóast tey eingi sjúkutekin hava. Eftir Dagmar Joensen-Næs Hjartalæknar á Lands­sjúkrahús­ in­um eru í stóran mun farnir at brúka genkanningar til at stað­ festa arvaligar hjartasjúkur. Kann­ ingar av genunum verða ikki bert brúktar til at staðfesta hjartasjúkur hjá fólki, ið longu eru sjúk, men eisini familjur teirra fáa tilboð um kanningar, sum kunnu avdúka, um tey eru í vanda fyri at fáa somu sjúku. - Fleiri eru funnin við gen­kann­ ingum, sum enn eingi sjúku­tekin høvdu. Tey eru sett í fyri­byrgj­ andi viðgerð við heilivági, sum virkar so væl, at tey kunnu vænta at liva nærum eins væl og leingi sum onnur, ið ikki hava sjúk­una, sigur Kasper Kyhl, sum starv­ast sum hjálparlækni á Lands­sjúkra­ hús­in­um og er undir útbúgving til hjarta­lækna. LÆTT AT FINNA OG FYRIBYRGJA Hjartalæknar eru helst teir lækn­ar­ nir, sum í størstan mun hava tikið gen­kanningar til sín og brúka tær til at staðfesta sjúkur og vanda fyri sjúkum. - Tað finnast eini 20 arvaligar hjartasjúkur, sum lættliga kunnu staðfestast við genkanning, tí vit vita nágreiniliga, hvar í genunum brekini eru, ið kunnu elva til sjúku. - Hetta eru sjúkur, sum bert stava frá breki í genunum. Tað er ikki sum við blóðproppum og æðra­ kálk­ing, har lívsstílur eisini hevur nógv at siga fyri, um fólk gerast sjúk, sigur Kasper Kyhl. Hjartalæknarnir á Landssjúkra­ hús­inum eru farnir undir at leita miðvíst eftir serliga ein­ari hjartasjúku, sum kallast hyper­ tro­fisk hjartasjúka. Hetta er ein álvarslig sjúka, sum ger, at hjarta­ vødd­in verður ov tjúkkur. Tað kann føra til óregluliga hjartarútmu, hjarta­steðg og deyða. - Hetta er tann mest vanliga arva­liga hjartasjúkan. Vit vita ikki, hvussu vanlig hon er í Føroyum, men er útbreiðslan tann sama sum í Danmark, so hava hundrað før­ oy­ingar tað genbrekið, ið elvir til sjúkuna, sigur Kasper Kyhl. Hjartalæknarnir hava funnið fleiri familjur í Føroyum, sum hava sjúkuna. - Sjúkan verður ofta staðfest, tá fólk fáa hjartasteðg. Tá kunnu vit við eini genkanning síggja, at hann ella hon hevur hypertrofiska hjartasjúku. Síðani kalla vit nærm­ astu skyldfólkini inn og bjóða teimum at fáa gjørda eina gen­ kann­ing fyri at vita, um tey eisini hava genbrekið. Nærmastu skyldfólkini hjá teim­um, ið hava sjúkuna, verða kann­aði við genroynd, ultra­ljóðs­ skann­ing og EKG. - Tað hevur stóran týdning at finna tey, ið hava brekið, áðrenn tey gerast sjúk, tí tá tey hava fingið sjúkuna, kunnu tey ikki gerast frísk aftur. Tá er hjartavøddin vorðin ov tjúkkur og hevur fingið arrvevnað, sum ikki fæst burtur aftur. Helvtin av teimum nærmastu skyldfólkunum hjá teimum, ið hava sjúkuna, hava eisini tað sjúka genið. - Vit hava funnið fleiri, sum hava brekið, men enn ikki eru vorðin sjúk. Um nærri kanningar vísa, at tey hava sjúkutekin, verða tey sett í viðgerð við fyribyrgjandi heilivági. Heilivágurin virkar so væl, at tey kunnu vænta at liva nærum eins leingi sum onnur, ið ikki eru sjúk. Tey, ið ikki hava genbrekið, verða ikki kallað inn til fleiri kann­ ingar. - Tey eru frísk og sleppa undan at hugsa meira um hetta, og teirra børn verða heldur ikki kannað, tí tey kunnu ikki arva sjúkuna, sigur Kasper Kyhl. Ein onnur lutfalsliga vanlig arva­lig hjartasjúka er arvaligt ov høgt kolesterol. Tey, ið hava hesa sjúk­una, hava alt ov høgt kolesterol í blóðinum, sum ikki ber til at fáa niður við at eta sunt og røra seg. - Hetta er eisini ein álvarslig sjúka, sum kann staðfestast við millum annað genkanning og kann fyribyrgjast við heilivági. Sanna á Borg, sum er lækni og ph.d. les­andi, er í løtuni við at kanna, hvussu út­ breidd hendan sjúkan er í Før­oy­um, sigur Kasper Kyhl. STØRRI FYRIMUNIR ENN VANSAR Familjulimir hjá hjartasjúklingum, ið fáa boðið genkanning, gera sjálvi av, um tey taka av tilboðnum. Tað eru bæði fyrimunir og vansar við at lata seg kanna. - Fyrimunurin er, at vit kunnu fyribyrgja, at fólk fáa eina álvars­ liga hjartasjúku. Tað eru ikki øll, sum verða sjúk, hóast tey hava tað sjúka genið. Men vit vita, at nøkur ger­ast álvarsliga sjúk og kunnu doyggja av sjúkuni, um tey ikki fáa fyribyrgjandi viðgerð. Tí mæla vit øllum, sum kunnu hugsast at hava genbrekið, til at lata seg kanna og viðgera, um brekið verður staðfest, sigur Kasper Kyhl. Fólk eiga tó at hugsa seg væl um og vera til reiðar at taka ímóti av­ leiðingunum, tá tey játta at lata seg kanna. - Hóast vit finna eitt sjúkt gen, so vita vit ikki, hvussu álvarslig sjúk­ an verður, ella um fólk yvirhøvur verða sjúk. Tá genbrekið er ávíst, fara tey at verða kallað inn til kann­ingar restina av lívinum, eisini Kasper Kyhl Útbúgvin sum lækni á Keypmannahavnar Universiteti 2006-13 Ph.d. í hjartasjúkum á Keypmannahavnar Universiteti 2013-16 Hjálparlækni á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum 2016- Undir útbúgving til serlækna í hjartasjúkum FAKTA