Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102 Sosialurin um tey ikki eru sjúk, og tað kann broyta fatanina, sum tey sjálvi og onnur hava av teimum. Genkanningar kunnu eisini av­ dúka aðrar sjúkur, ið eingin illgruni var um frammanundan. - Til dømis situr brekið fyri dem­ ens í summum førum í somu genum sum brekið fyri hjartasjúkum. Dem­ens kann bert í avmarkaðan mun fyribyrgjast, og tað eru tí helst fleiri, ið ikki vilja hava ta vitanina. - Eisini kann tað fáa avleið­ ingar fyri til dømis trygging­ar­ við­urskiftini at fáa staðfest eitt gen­brek, ið kann elva til álvarsliga sjúku, sigur Kasper Kyhl. VILJA VITA MEIRA Eingin veit, hvussu útbreiddar arvaligar hjartasjúkur eru í Før­ oyum. Hjartalæknarnir á Lands­ sjúkra­húsinum halda tað hava stór­an týdning at fáa hetta kannað. - Ph.d. verkætlanin hjá Sannu á Borg fer at vísa, hvussu nógvir før­oyingar hava arvaligt ov høgt kole­sterol. Vit eiga eisini at kanna, hvussu nógvir føroyingar hava ella kunnu fáa aðrar hjartasjúkur sum hypertrofiska hjartasjúka. - Tað eru meira enn 20 gen­ brek, ið hava samband við hesa hjarta­sjúkuna. Eg minnist bert at hava sæð tvey av hesum gen­brek­ um í Føroyum. Tað hevði verið áhugavert at fingið greiði á, hvørji genbrek føroyingar hava, og hvussu útbreidd tey eru. Eisini hevði tað verið sera áhugavert at kanna, hvussu ofta genbrekini elva til sjúku. - Hjartalæknarnir hava ikki tíð at fara í dýpdina við hesum. Tað besta hevði tí verið at fingið ein ph.d. lesandi at gjørt hetta arbeiðið, sig­ur Kasper Kyhl. ARVUR – alt tað vit eru Arvur í breiðasta týdningi er tema á Vísindavøkuni 2019. Arvur er alt tað, vit eru. Okkara uppruni, okkara gen, okkara um­ hvørvi, okkara heilsa, okkara vinna, okkara søga, okkara siðir og okk­ara mentan. Lívfrøðiligur og sosialur arv­ ur eins og mentanararvur mynda okk­ara samleika og eru grund­ støðið undir okkara sam­felags­ skip­an. Ella sum suðuroyar­ting­mað­ur­ in Henrik Old einaferð skal hava sagt: “Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at div­ id­era”. Á Vísindavøkuni fara gransk­ar­ ar, ið arbeiða við ógvuliga ym­isk­ um evnum, at siga frá og vísa fram nakað av tí, ið bindur okkum sam­ an og ger okkum til tað, vit eru. Í fyrilestrum og við fram­ sýn­ingum á básum verður høvi hjá ungum og eldri at nema sær nýggja vitan innan heilsu, søgu, lív­frøði, mentan og mangt annað. Kasper Kyhl er undir útbúgving til hjartalækna. Hann nýtir í stóran mun genkanningar til at staðfesta arvaligar hjartasjúkur. Mona Lisa var bert 37 ár, tá hon doyði. Fleiri hjartalæknar halda, at hon væl kann vera deyð av eini fylgisjúku av arvaligum ov høgum kolesteroli, til dømis blóðproppi í hjartanum. Á heimskenda málninginum hjá Leonardo da Vinci frá 1500-talinum síggjast knútar í andlitinum og á hondini, sum sambært læknunum eru eyðkend tekin um alt ov høgt kolesterol. Genbrek, ið kunnu elva til álvarsligar arvaligar hjartasjúkur, eru løtt at staðfesta.