Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102 16 Sosialurin Søgur úr skjølum hjá Tjóðskjalasavninum: Kvinnur arvaðu minni enn menn Kvinnur vórðu á nógvan hátt mettar á sama støði sum ómyndug børn fyri 200 árum síðani. Teirra arvapartur var bert helvtin av tí, sum menninir fingu, og tær sluppu ikki sjálvar at umsita sína ogn. Tær kundu ikki vera verjar hjá sínum egnu børnum, og í flestu almennu skráum vórðu tær skrivaðar í navninum hjá manninum. Eftir Dagmar Joensen-Næs Lisbeth Thomasdatter í Vági var 53 ára gomul og ógift, tá pápi hennara, Thomas Poulsen, doyði í 1829. Hon hevði tveir brøður, Joen og Poul Thomasen. Tá skiftið eftir pápan varð gjørt upp, arvaðu Joen og Poul 169 ríkis­ dálar í part. Lisbeth fekk bert 84 ríkisdálar, sum var helvtin av tí, ið brøður hennara fingu. Skiftið eftir Thomas Poulsen er bert eitt av fleiri túsund dømum um, at kvinnur bert fingu helvtina, tá arvur skuldi býtast millum systk­ in. Frá hesum stavar hugtakið bróð­ urpartur, sum enn verður brúkt, tá ein fær nógv meira enn ein annar. Í skiftinum eftir Thomas Poul­ sen stendur eisini, at bróður Lis­ beth, Joen, verður tilnevndur sum verji hjá henni viðvíkjandi arva­lut­ inum. - Hetta er eitt dømi um, at kvinn­ur ikki vóru myndugar og tí ikki sjálvar kundu ráða yvir sínum fíggjarviðurskiftum. Held­ur ikki um tær sum í hesum døminum vóru 53 ár, sigur Sámal Tróndur F. Johansen, ið er stjóri á Tjóð­skjala­ savn­inum. KVINNUR METTAR SUM BØRN Skiftisprotokollir eru nøkur av teim­um túsundtals gomlu skjølun­ um frá almennum myndugleikum og privatum, sum Tjóðskjalasavnið hevur í varðveitslu. Nógvar søgur um lív og lagnu hjá føroyingum heilt aftur í 1300-talið liggja fjaldar í teimum stórum tungu arkivskápunum í kjallaranum undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har eisini lesistovan hjá Tjóðskjalasavninum heldur til. Tey gulnaðu pappírsskjølini við skrásetingum í vakrari handskrift eru so nógv í tali, at tey samanløgd røkka heilar 5 kilometrar. Skjølini eru eitt gullnám av vitnisburði um, hvussu menn og kvinnur búleikaðust í Føroyum fyri fleiri hundrað árum síðani. Skrá­ setingar av øllum hugsandi slagi vísa týðiliga, at tað serliga vóru menninir, ið høvdu týdning. Kvinn­ ur­nar verða sjáldan umrøddar, og sum oftast verða tær ikki skrá­ settar í egnum navni, men í navn­ in­um hjá manninum. Heilt fram til miðskeiðis í 1800-tal­inum vórðu kvinnur á nógv­an hátt mettar sum ómynd­ ug­ar á jøvnum føti við børn. Norska lóg hjá Christiani 5. var galdandi í Føroyum til 1842. Hon ásetti millum mangt annað, hvørji rættindi menn og kvinnur høvdu. Um arvabýtið sigur lógin millum annað, at “Mands Person tager to Loder imod en Qvindis Person tager een, i alle Arve”. Og í lógargreinum um ómyndug og verjar verður tilskilað, at kvinn­ ur ikki kunnu vera verjar, heldur ikki hjá sínum egnu børnum. Tað er altíð ein maður, ið skal vera verji. Er pápin ikki á lívi, skal tað vera ein pápabeiggi ella abbi í faðirætt. Er eingin maður í faðirættini tøkur, verður ein maður í móðurættini tilnevndur. Eitt av fleiri dømum um hetta var, tá skiftið eftir Hans Gabrielsen í Nólsoy skuldi gerast upp í 1831. Hann var giftur og átti ein 12 ára gamlan son, ið æt Michel Hansen. Michel arvaði 351 ríkisdálar frá páp­anum, men av tí at hann var ómynd­ugur, kundi hann ikki sjálvur umsita sín arv. Í skiftinum varð tilskilað, at pápi mammuna, skuldi vera verji hjá honum. Í NAVNI HJÁ MANNINUM Giftar kvinnur vórðu skrásettar í navninum hjá manni sínum. Einkjur høvdu rætt til at verða skrá­settar í egnum navni, men hes­ ar reglur vórðu ikki altíð fylgdar. Í bókunum hjá Kongaliga Eina­ handlinum stendur nágreiniliga tilskilað, hvør hevur keypt hvat og fyri hvussu nógv. Í allarflestu før­um eru skrásetingarnar í navninum hjá einum manni, eisini um hann ikki longur er á lívi. Eitt av nógvum dømum um hetta er, at tað í bókini hjá Konga­ liga Einahandlinum í Havn stendur, at fru Bödker Lars Larsens Enke í 1821 skyldaði handlinum 5 ríkis­ dálar. Tá talan var um serliga ríkar kvinnur, vórðu tær við hvørt nevndar við egnum navni, tó ikki fornavni. Dømir um hetta eru Madam Hammershaimb og Mad­ am Egholm, sum hava egnar keyps­ upp­gerðir í bókunum hjá Kongaliga Einahandlinum. Sjálvt ikki tá tær áttu børn, vórðu kvinnurnar skrásettar í egn­um navni. Føðingar vórðu ná­ greiniliga skrásettar við upp­lýs­ ing­um um, hvussu føðingin gekk, og hvussu barnið hevði tað. Men undir teiginum “Den fødende” stóð ikki navnið á mammuni, men bert á pápanum. Í skráseting hjá einari jarða­móð­ Lisbeth Thomasdatter í Vági fekk helvtina í arvi av tí, sum brøður hennara fingu. Tá pápi 12 ára gamla Michel Hansen doyði, varð abbi hansara tilnevndur sum verji hjá honum.