hósdagur 5. september 2019síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102
Sosialurin
ur frá 1883 sæst sostatt, at tá átti
Kjøbmand Jakob Lűtzens hustru
ein son. Tað gingu 5 tímar, til vatnið
fór, og barnið kom út við høvdinum
fyrst klokkan eitt korter yvir tvey
um náttina. Barnið var fullborið og
á lívi. Um mammuna stendur bert,
at hon er 28 ár og hevur átt 4 børn
áður.
SKJØL VERÐA OV
LÍTIÐ BRÚKT
Tjóðskjalasavnið hevur 20 milli
ónir skjøl, ið eru eitt gullnám av
keldutilfari um, hvussu føroyingar
livdu fyrr. Stjórin á Tjóðskjalasavn
inum harmast um, at tey gomlu
skjølini í ov lítlan mun verða brúkt
til søgugransking.
- Tað eru sum oftast ikki útbún
ir søgufrøðingar, men fólk við
áhuga fyri bygdarsøgum og líkn
andi, ið sita á lesistovuni hjá Tjóð
skjalasavninum og blaða í gomlum
skjølum. Eg hevði ynskt, at eisini
fleiri yrkissøgufrøðingar stukku
inn á gólvið.
-
Áhugasøgufrøðingar
hava
ikki søguliga útbúgving og hava tí
ikki røttu førleikar til at arbeiða
kritiskt við tilfarinum. Tey savna
upplýsingar saman og endurgeva
tær, men seta ikki kritiskar spurn
ingar, sum granskarar gera, sigur
Sámal Tróndur F. Johansen.
Skjølini á goymsluni hjá Tjóð
skjalasavninum innihalda hópin av
søgum um, hvussu føroyingar livdu
fyri fleiri hundrað árum síðani.
- Allan sannleikan um lívið
hjá føroyingum í farnari tíð fáa
vit ongantíð. Skjølini hava sínar
avmarkingar, tí upplýsingarnar
kunnu vera litaðar av teimum per
sónum, ið hava skrivað tær. Alt
er heldur ikki skrivað niður ella
varðveitt.
- Men upprunaskjølini eru tað
nærmasta, vit í dag kunnu koma
sannleikanum. Í teimum er tað
samtíðin, sum sigur frá, og tí hevur
tað serstakliga stóran týdning,
at tey verða brúkt í sambandi við
søgugransking, sigur stjórin á Tjóð
skjalasavninum.
Tjóðskjalasavnið
Tjóðskjalasavnið hevur til enda
máls at tryggja varðveitingina
av skjølum, ið hava søguligt
virði ella hava fyrisitingarligan
og rættarligan týdning fyri borg
arar og myndugleikar.
Tjóðskjalasavnið hevur einar
5 kilometrar av pappírsskjølum,
sum fevna um tíðina frá umleið
1300 til í dag. Flestu skjølini
stava frá almennum stovnum,
bæði lands- og ríkisstovnum og
kommunum, men Tjóðskjala
savnið hevur eisini privat søvn.
Seinastu árini er Tjóðskjala
savnið eisini farið undir at taka
ímóti talgildum skjølum og tal
gildum skipanum frá almennum
myndugleikum.
Á lesistovuni hjá Tjóðskjala
savninum kunnu vitjandi síggja
og arbeiða við skjølum, eitt nú
kirkjubókum,
fólkateljingum,
manningarlistum, journalum og
øðrum.
Tjóðskjalasavnið er í ferð við
at talgilda pappírsavnindi til
talgilt savnindi. Meira enn 170
kirkjubøkur eru inntøppaðar,
við tilsamans meira enn 140.000
skrásetingum. Talgildi savnind
ini kunnu síggjast á history.fo.
Sambært skjalasavnslógini
eru vanlig skjøl atkomilig, tá tey
eru 30 ár, og skjøl við persón
upplýsingum, tá tey eru 80 ár.
Kvinnur vórðu skrásettar í navni hjá manninum. Bödker Lars
Larsens Enke skyldaði í 1821 Kongaliga Handlinum 5 ríkisdálar.
Føðingar vórðu skrásettar í navninum hjá pápanum. Í 1883 átti Kjøbmand
Jakob Lűtzens hustru ein son. Um mammuna stendur bert, at hon er 28 ár.
Sámal Tróndur F. Johansen er søgufrøðingur og landafrøðingur. Hann
hevur verið stjóri á Tjóðskjalasavninum í 17 ár.