Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Alt bendir á, at samráðingarnar um at skipa nýtt landsstýri eru komn­ar so væl undir land, at eitt sam­gong­u­ skjal verð­ur undirskrivað í dag. Enn vita vit einki um, hvat stend­ur í samgonguskjalinum. Men vit vita, at enn eru tey ikki farin undir máls­økja­b­ýtið og enn minni hava tey tos­að um, hvør skal vera løgmaður í nýggju samgonguni. Hóast tað nátúrliga er, at størsti flokk­urin fær løgmann, so er tað fleiri ferðir hent áður, at næst­ størsti flokk­ur­in fær løg­mann. Tað hendi eitt nú í 1998 og í 2002, tá Tjóð­veldi læt Fólkaflokkin fáa løg­mann, hóast Tjóðveldi var størri, og í 2004 og í 2008, tá Javn­ að­ar­flokkurin fekk løg­mann hóast næst­størstur í tveimum ymsum sam­gong­um. Hesaferð er Fólkaflokkurin so mik­ið nógv størri enn Sam­bands­ flokk­ur­in, 4,2 prosentstig og næst­ an 1500 atkvøður, at alt annað líka, so eigur Fólkaflokkurin at fáa løg­ mann. Men tá fólk í Sambandsflokki­ num og Miðflokkinum ikki kunnu góð­taka Jørgen Niclasen sum løg­ mann, kann tað kortini gerast Bárð­ ur Nielsen. Jørgen Niclasen er royndur í leik­um, og hann dugir at snúgva sær pol­itiskt. Um hann sum per­ són­ur er ein forð­ing fyri, at Fólka­ flokk­ur­in fær løg­mann, so kann hann sam­ráð­a seg til eitt nógv betri být­ið av lands­stýr­is­sess­um. Megn­ar Fólkaflokkurin at fáa Fisk­ i­mál­a­ráð­ið, Vinnu­mála­ráð­ið, Fíggj­ ar­mál­a­ráð­ið og Utt­an­rík­is­ráð­ið og meiri­lut­an í lands­stýr­i­num, so hev­ur flokk­urin bukt­ina og báð­ar end­ar­nar og kann tí kanska lata sær lynda, at Bárð­ur Nielsen verður løg­maður. Tað verða helst átta aðalráð, ella kanska níggju. Nógv hevur verið tos­að um at gera eitt orkumálaráð. Verða tað átta, so fær Fólka­flokk­ur­ in fýra. Verða tey níggju, so kanska Fólka­flokk­ur­in fær fimm teirra pluss løg­tings­for­mann­in. Á henda hátt kann Fólka­flokk­ ur­in telva seg til størri politiskt vald á pol­i­tikk­i­num hjá nýggju borg­ar­ligu sam­gong­uni, hó­ast flokk­ur­in verð­ur noydd­ur at ofra løg­mann­in. Alternativið kann vera, at Fólk­a­flokkurin setir seg sjálv­an utt­an fyri alla politiska ávirkan og beinir Sambandsflokkin í føvningin á Aksel V. Johannesen og sitandi sam­gongu. Tað vil Fólkaflokkurin neyvan ris­i­kera, tí tað hevði verið ein sera breið og rættiliga sterk sam­gong­a, sum kann sita í meira enn eitt val­ skeið. Við at lata Sambandi fáa løg­ mann fær Fólkaflokkurin valdið Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Brand­ støðin er nú dag­ førd TÍÐINDI SÍÐA 8-9 Borgar­ stjóri fekk størsta fiskin TÍÐINDI SÍÐA 8-9 OFRA JØRGEN – FÁA VALDIÐ Fleiri politikara­børn eru vald á ting Onkuntíð verður tosað um, at tað ber til at arva løg­tings­ sess­ir. Í orðsins rætta týdn­ ingi ber tað sjálvandi ikki til, men í fluttari merking ber væl til. Í nývalda løgtinginum sita 7 fólk, sum hava havt nær­stand­andi familjulimir í ting­i­num – og fleiri eru beint uttanfyri tinggáttina. Fyrstvaldi á fólka­floks­list­ a­num, Beinir Jo­hann­e­sen, er abbasonur Vilhelm Jo­hann­ esen, sum var løg­tings­mað­ ur frá 1980-2008. Hann er eis­ini bróðirsonur Aksel V. Jo­hannsen, løgmann og for­ mann Javnaðarfloksins. Í Sambandsflokkinum er eing­in, sum í beinari linju eru und­an løgtingslimi. Men Agn­ar Nielsen í Vest­manna, sum umboðaði Sam­bands­ flokk­in á tingi frá 1970 til 1990 er abba­beiggi Bárð Niel­sen. Aksel V. Johannesen í Javn­að­ar­flokkinum er son­ ur Vilh­elm Johannesen, sum so­leiðis hevur tveir beinleiðis eft­ir­komarar á tingi. Ingilín D. Strøm er dóttir Hans Paula Strøm, sum var løg­tings­mað­ur frá 1998-2002 og frá 2008-2011. Hann var eis­ini lands­stýrismaður frá 2004 til 2009. Nývaldi Djóni Nols­øe Joensen í Javn­að­ar­flokk­i­ num er abbasonur Dion Nols­ øe í Vági, sum var inni sum vara­mað­ur fyri Petur Mohr Dam frá 1958 til 1962 og frá 1966 til 1970. Í Tjóðveldi er Høgni Hoy­dal abbasonur Karst­en Hoydal, sum var lands­stýr­ is­mað­ur frá 1962-1966 og løg­ tings­maður frá 1966 til 1970. Kristina Háfoss í Tjóð­ veldi er abbadóttir Louis Zach­ar­i­assen, løgtingsmann fyri Sjálv­stýr­is­flokk­in frá 1940-1943 og frá 1046-1950 og sum eisini var lands­stýr­is­ maður í fyrsta lands­stýr­i­ num frá 1948-1950. Annika Olsen, sum stend­ ur til at koma á ting sum var­a­fólk, um Fólkaflokkurin kem­ur í landsstýrið, er eis­ini politikarabarn. Pápi henn­ara, Jákup Olsen, var løg­tings­ mað­ur fyri Krist­i­liga Fól­k­a­ flokkin frá 1994-1998. So kunnu vit eisini nevna, at Jaspur Langgaard, sum stendur til at koma á ting sum varamaður fyri Sam­ bands­flokkin er bróðir Reim­ und Langgaard, sum sat sum varamaður fyri Sam­bands­ flokkin frá 2011-2015. Og Uni Rasmussen í Fólka­flokk­i­ num er bróðir Joen Magn­ us Rasmussen, sum sat sum vara­maður fyri Anniku Olsen seinasta valskeið. Av teimum, sum ikki vórðu afturvald er Rigmor Dam, sum er abbadóttir Pet­ ur Mohr Dam, sum sat á tingi frá 1928-1968 og sum var løgmaður frá 1959-63 og frá 1966-68. Tað er Hel­ ena Dam á Neystabø, sum ikki stillaði uppaftur, eis­ini. Sjúrður Skaale, abba­son­ ur Sigfred Skaale, sum var løgtingsmaður fyri Fólka­ flokk­in frá 1962-66 og 1970-74. Og Katrin Kallsberg úr Tjóð­ veldi er bróðirdóttir An­f­inn Kallsberg, sum var ting­maður frá 1980-2011 og løg­maður frá 1998-2004. Fleiri havt forfedrar í tinginum Hesi seks tingfólkini hava tað til felags, at øll hava pápa ella abba, sum hevur sitið á tingi áður TILMELDING: Send teldupost til: pz@midlar.fo við firma/stovns navni, kontaktpersóni og telefonnummari. KOSTNAÐUR: 2000,- pr. lið MVG kemur afturat prísinum HØVUÐSVINNINGUR: Túrur fyri 12 persónar í Vestmannabjørgini við Skúvadal Sjóferðir, suppa og salatbar á Vestmanna Tourist Centre og vitjan á Søgusavninum. 2. VINNINGUR Búff og Bowl fyri 12 persónar í Bowlinghøllini á Hálsi Í vetur skipar FM1 aftur fyri firmakapping fyri fyritøkur og stovnar. Spurnarkappingin gongur fyri seg á FM1 hvønn fríggjadag millum kl. 14.00 og 15.00. Spurningarnir verða í almennari og aktuellari vitan og ljóðspurningar. Ársins firmakapping á FM1 Vælkomið Bestu ynskir lítla barn Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku við barninum, og vit vilja fegin siga frá hesum í teiginum “Føðingar”. Send teldupost til: barn@sos.fo Upplýs: Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.), navn foreldranna/systkin og bústað. Send mynd við Øll børn, sum koma í blaðið, fáa ein bamsuklút sendandi frá Sosialinum