mánadagur 9. september 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103
TÍÐINDI
FØROYAFERÐIN HJÁ SEA
SHEPHERD HEVUR EYDNAST
- Í EIN VISSAN MUN
Áki Bertholdsen
Herferðin hjá Sea Shep
herd ímóti grindadrápi í
Føroyum, hevur eydnast,
í hvussu so er í ein ávísan
mun.
Tað sigur Páll Nolsøe,
kunningarráðgevari hjá
Landsstýrinum, har hann
eisini hevur ábyrgdina av
at verja okkara rætt til at
drepa grind.
Hesi
seinastu
árini
hevur Sea Shepherd skift
taktikk í herferðini ímóti
grindadrápi.
Fyrr løgdu tey bein
leiðis upp í grindadráp í
eini roynd at forða tí. Men
tað gera tey ikki longur,
tí nú er taktikkurin at
taka myndir og film av
grindadrápum
við
tí
endamáli at spjaða mynd
ir og filmar um allan
heimin, bæði á sosialum
miðlum, og við at senda
tilfarið til miðlar ymsa
staðni.
Í hesum sambandi hev
ur fólk frá Sea Shepherd
verið í Føroyum í alt
summar, har tey hava
tikið myndir og film av
nøkrum grindadrápum.
Og Páll Nolsøe ásann
ar, at tað hevur eydnast
teimum at fáa útlendskar
miðlar at prenta myndir
nar, eisini nakrar stórar
miðlar.
Hann leggur afturat, at
ábendingar eru eisini um,
at Sea Shepherd hevur
fingið sær serkøna miðla
fyritøku at hjálpa sær at
spjaða tilfarið runt til
miðlar ymsastaðni í verð
ini.
Hinvegin leggur hann
afturat,
at
føroyingar
hava ikki fingið fleiri
mótmæli enn vit plaga at
fáa, so í so máta er einki
broytt.
Kundi gjørt tað verri
Páll Nolsøe sigur, at lands
stýrið fylgir við teirri um
røðu, grindadráp fær úti
í heimi, og har verður
serligur dentur lagdur á
at rætta skeivar og vill
leiðandi upplýsingar um
grindadráp, sum var púra
vanligt fyrr.
Harafturat
leggur
Landsstýrið
stóran
dent á at føra fram, at
grindadráp er burðar
dygt.
Men
hann
ásannar
samstundis,
at
í
seinastuni
hevur
ikki
verið talan um skeivar og
villleiðandi upplýsingar
sum so.
Hann sigur, at talan er
mest um at vísa myndir
nar við einum teksti, men
talan hevur ikki verið um
villleiðandi og skeivar
upplýsingar sum so.
Í
hesum
sambandi
hevur nógv kjak verið um,
antin tað yvirhøvur er
rætt at loyva umboðum
fyri hvalaverndarfelags
skapir at taka myndir av
grindadrápi, tá ið einasta
endamálið við tí er at
skaða okkara umdøømi
úti í heimi í eini roynd at
trýsta okkum til at gevast
at drepa grind.
Í hesum sambandi helt
Karl
Johansen,
sýslu
maður fyri við tíðinda
portalin www.in.fo nú
ein dagin, at hann heldur,
at tað er ein vónleys upp
gáva at nokta fólki at
taka myndir og video av
grindadrápi.
Hann segði, at eru
áskoðarar ikki í vegin, ella
til ampa fyri grindadrápi,
hava tey fullan rætt at
hyggja at. Og tey hava
eisini fullan rætt ti at
taka myndir.
– Og vit hava einki at
krógva, so eg dugi ikki at
síggja trupulleikan í, at
myndir verða tiknar av
tí, sigur sýslumaðurin.
Hann heldur tvørtur
ímóti, at nokta vit fólki
at taka myndir, kann
tað skjótt tulkast sum
um at vit hava nakað, vit
vilja fjala og hava ringa
samvitsku av.
Páll Nolsøe er samdur
í hesum sjónarmiði hann
leggur afturat, at tað er
almenni politikkurin hjá
landsstýrinum,
at
vit
hava einki at fjala.
– Høvdu vit roynt at
fjalt grindadráp hevði
tað kanska elvt til enn
fleiri mótmæli, tí so hevði
tað verið ført fram, at vit
royna at dylja grindadráp,
heldur hann.
Føroyskir miðlar
mugu taka kjakið
Eitt er so tað, at Sea
Shepherd tekur myndir
av grindadrápi. Men ser
liga hevur tað elvt til
kjak, at eisini føroyskir
miðlar taka myndir av
grindadrápi,
sum
Sea
Shepherd, og aðrir felags
skapir, síðani brúka ímóti
okkum sjálvum.
– Í Føroyum hava miðl
arnir eisini frítt at virka,
so tað stendur fullkomi
liga til teir sjálvar at taka
støðu til, hvørjar myndir
teir almannakunngera.
Men hinvegin ásannar
hann eisini, at tað er nett
upp myndirnar, sum eru
tað besta kortið hjá Sea
Shepherd
í
stríðnum
ímóti grundadrápi.
Og hann heldur av
gjørt, at føroyskir miðlar
eiga at taka kjakið upp
um tað er nakað endamál
í at taka myndir av hvørj
um grindadrápi.
Hann ásannar, at Sea
Shepherd fær helt sínar
myndir
kortini,
men
myndirnar úr føroyskum
miðlum verða so brúktar
afturat tí, tey útvega
sjálvi.
– Vit síggja, at myndir
frá føroyskum miðlum
ferðast á internetinum
í fleiri ár eftir at tær eru
tiknar, leggur hann aftur
at.
Ho hann heldur, at
vit eiga at gera okkum
greitt, at taka vit myndir
av grindadrápi, verða tær
brúktar ímóti okkum,
sigur Páll Nolsøe.
Hann vísir eisini á, at
skal Sea Shepherd út
vega útvega sínar egnu
myndir, er tað ikki sørt
kostnaðarmikið hjá teim
um, tí tað krevur at tey
senda fólk til Føroyar,
umframt at rindast skal
fyri fyri mat og gisting.
– Tí ger tað arbeiðið
lættari hjá teimum, tá ið
føroyskir miðlar eisini
taka myndir og leggja
tey á internetið, sigur Páll
Nolsøe.
Herfyri segði Ólavur
Sjúrðarberg, formaður í
Grindamannafelagnum,
at eftir hansara tykki eiga
miðlarnir í Føroyum ikki
at taka myndir av grinda
drápi og at leggja tær á
internetið.
– Eg haldi ikki at vit
skulu ganga umhvørvis
felagsskapum til handa
upp á hendan mátan og
at hjálpa teimum við
myndum, hvørja ferð ein
grind leggur beinini, segði
hann.
GRINDADRÁP Føroyskir miðlar
eiga at viðgera spurningin um
tað er rætt at taka myndir av
grindadrápi, heldur Páll Nolsøe,
kunningarráðgevari í Landsstýrinum,
har hann eisini hevur ábyrgdina
av at verja okkara grindadráp
HEVUR GIVIÐ ÚRSLIT
Sea Shepherd hevur skift taktikk í stríðnum ímóti grindadrápi, og Páll Poulsen, ráðgevari hjá Landsstýrinum ásannar, at herferðin hjá Sea Shepherd í Føroyum í summar, hevur givið úrslit