Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103 TÍÐINDI Árni Gregersen GREINING: Útmeldingarnar frá sam­ ráð­ingarleiðaranum í sambandi við samgongusamráðingarnar eru sera positivar. Bárður á Steig Nielsen, Sambands­ flokkurin, hevur sagt, at tað hevur gingið framá alla tíðina og hann vænt­ ar, at samgonguskjalið verður meira ella minni liðugt einaferð seint í dag. Tað kann eisini gott vera, at tað hendir, tí samráðingarandin hevur verið ómetaliga góður higartil. Fleiri keldur úr teimum trimum flokkunum, sum samráðast siga, at tað ræður ein góður og positivur andi yvir sam­ráð­ ingunum. Ella, sum ein teirra sigur: -Tá ið vit eru samdir um, at vit vilja skipa eina samgongu millum Fólka­ flokkin, Sambandsflokkin og Mið­flokk­ in, so er tað so nógv lættari at fáa tær forðingar burtur, sum annars kundu forða okkum í at fara saman. Teir tríggir flokkarnir vita eisini væl, at fyri teirra viðkomandi – og kanska fyrst og fremst fyri Fólkaflokkin og Miðflokkin – er hetta møguleikin at sleppa framat taburettunum í Tinga­ nesi. Sum støðan er júst nú, so bendir onki á, at hesir báðir flokkarnir fáa møgu­leikan at gerast partur av einari aðr­ari samgongu á hesum sinni. Tí ber tað ikki til Tað eru ymiskar forðingar, sum gera, at Fólkaflokkurin ikki kann fara í nakra aðra samgognu. Tann fyrsta forðingin er, at Javn­að­ arflokkurin greitt hevur boðað frá, at flokkurin ikki fer í samgongu við Fólka­flokkin. Flokkurin kann sam­ starva við Fólkaflokkin, men ikki fara í sam­gongu. Aksel V. Johannesen, formaður í Javn­aðarflokkinum, hevur fleiri ferðir sagt, at flokkurin kann samstarva við Fólkaflokkin um ymisk mál, men at flokkarnir liggja so langt hvør frá øðrum politiskt, at tað ikki gevur meining at teir enda í somu samgongu. Hin møguleikin er Tjóðveldi. Flokk­ ar­nir báðir hava áður verið saman í sam­gongum, men forðingin her er fiski­vinnunýskipanin. Meðan Tjóðveldi gekk á odda við at fáa lógina um fyrisiting av sjófeingi sam­tykta, var Fólkaflokkurin ímóti stór­um parti av lógini, so har er so at siga ongin møguleiki fyri samgongu. Fiskivinnunýskipanin Men fiskivinnan er ein stórur partur av okkara politisku skipan og hon er eisini ein av stóru spurningunum, sum hendan samgongan skal loysa, skal tað eydnast at gera eina samgongu. Sambandsflokkurin og Fólkaflokk­ urin, sum eru teir stóru flokkarnir í samráðingunum, eru als ikki samdir í øllum lutum í fiskivinnunýskipanini. Tað sum allir flokkar kunnu semjast um er umsitingarælanin, sum er partur av lógini um fyrisiting av sjófeingi. Allir partar vita, at alt sum vit gera á fiskivinnuøkinum í framtíðini, skal ger­ast á einum burðardyggum grund­ arlag. Tað krevja vísindafólk, men tað gerst alt meira eisini eitt krav frá teimum, sum vit selja okkara fisk til. Fólkaflokkurin hevur sagt, at hann vil sleppa av við uppboðssølu av rætt­ indum og eisini við menningar­kvot­ur­ nar. Sambandsflokkurin heldur fast um, at uppboðssølan skal varðveitast í minsta lagi um vit fáa nýggj rættindi. Eftir at staðfesta er, hvat nýggj rættindi eru. Er tað nýggj fiskasløg ella eru 100.000 tons av svartkjafti afturat nýggj rættindi? Tað skal ein semja finnast um. Menningarkvoturnar hanga eitt sindur í leysari luft, men flokkarnir sum samráðast, taka ikki undir við gald­andi skipan við menningar­kvot­un­ um. Tigandi samráðingar Fyri samráðingarleiðaran og hinar báð­ ar floksformennirnar, er tað eydnast at halda tað mesta av samráðingunum handan læstar dyr. Treyðugt so, so lekur okkurt út kort­ ini. Tríggir flokkar skulu kýta seg fyri at finna semjur á ymiskum økjum. Tað krevur ein sterkan vilja til at vilja eitt samstarv og tað tykjast hesir flokkarnir at hava. Arbeiðsbólkar hava sitið við ymisk­ um økjum og skriva, hvat flokkarnir kunnu semjast um. Evnini eru viðgjørd neyvt, tí samstundis, sum tey royna at gera eina borgarliga samgongu, so vita tey eisini, at ein slík samgonga fer at verða undir hvøssum álopum frá frá­ farnu samgonguni. Sjálvt um samráðingarflokkarnir ikki vilja flyta seg fyri fráfarnu sam­ gonguni, so eru tingfólk noydd at vátta hvør fyri øðrum, at tey ikki fara at taka undir við provokerandi uppskotum frá andstøðuni. Tí er millum annað ein greið avtala gjørd við Miðflokkin um hjúna­bands­ lóg­ina, so hon ikki verður tað, sum gamla samgongan fer at brúka sum kýla inn í eina nýggja samgongu. Málsøkjabýtið Sjálvt um tað eydnast at gera eitt sam­ gonguskjal liðugt í dag ella fyrrapartin í morgin, so eru ikki allar súðir syftar. Tá ið málsøkjabýtið er komið uppá pláss, so skulu flokkarnir eisini semjast um, hvør flokkur skal umsita hvørji málsøkir. Tann parturin av samráðingunum er ofta torførur, tí sjálvandi hava einstøku flokkarnir raðfest økir, sum teir helst vilja umsita. Trupulleikin stingur seg upp, tá ið tað kemur greitt fram, at fleiri flokkar vilja sleppa at umsita sama øki. Tað er tá samráðingarleiðarin og floksfor­ menn­irnir annars skulu vísa, hvør dug­ ur er í teimum. Megna teir at draga nóg mikið til GÓÐUR SAMRÁ MEN LANGT EF Samráðingarnar um nýggja samgongu ganga í góðum anda, men enn er langt eftir á mál