Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103 TÍÐINDI teirra egna flokk – ella eru teir ov krevj­ andi og bara lurta eftir baklandinum, sum ofta vil meira enn realistiskt er at fáa. Tað eru dømi um, at samráðingar eru slitnaðar júst tá ið býtið av máls­ økj­unum kom á borðið. Tey tungu málsøkini, sum flokkarnir helst vilja hava, eru fiskivinnumál, fíggj­armál, vinnumál og so heilsumál. Almannamál er eitt stórt øki, men eftir­spurningurin eftir at sleppa at umsita hetta økið er sjáldan serliga stórur. Fólkaflokkurin vil í hesum føri sleppa at umsita fiskivinnumál og helst eisini fíggjarmál. Hetta eru stór og tung mál, men tey hava eisini stóra ávirk­an á gerandisdagin hjá føroy­ing­ um. Men ivasamt er, um Sambands­flokk­ urin vil lata Fólkaflokkinum hesi bæði tungu málsøkini. Í flokkinum eru tað fólk, sum halda, at tað gevur ikki meining um Fólka­ flokkurin skal umsita fiskivinnumál, tí tað verður eitt bakkast, sæð í mun til lógina um fyrisiting av sjófeingi. Eitt nýtt aðalráð kann verða sett á stovn, sum fyrst og fremst skal arbeiða við orkuskifti. Tað kann gerast eitt tungt ráð, sum fer at flyta landið fram á eina grønari leið. Samferðslumálaráðið og menta­ mála­ráðið eru sjálvandi eisini í spæl, tá ið grindin skal býtast. Persónar Fólkaflokkurin er tann størsti av teim­ um trimum flokkunum, sum sam­ráð­ ast. Ofta hevði tað verið soleiðis, at for­ maðurin í størsta flokkinum hevði verið samráðingarleiðari, men í hesum føri eru flokkarnir samdir um, at for­ mað­urin í Sambandsflokkinum skal standa á odda fyri samráðingunum. Samráðingarleiðarin endar ofta við at verða løgmaður, men spyr tú fólk, sum samráðast, so tvíhalda tey um, at ongin støða er tikin til hendan spurn­ ing­in enn. Telvingin verður um løgmans­em­ bætið saman við telvingini um máls­ økja­býtið. Tað vil siga, at tá ið alt kemur til alt, so er tað spurningurin um, hvussu flokkarnir fara at handla sína­ mill­um. Hvussu stóran dent ein flokkur legg­ ur á at sleppa at umsita eitt málsøki í mun til at fáa løgmann ella ting­for­ mann­in. Eisini nevndarformennirnir í tinginum eru í spæl, tá ið endaliga avtal­an skal fáast uppá pláss. So sjálvt um tað eydnast flokkunum at gera eitt samgonguskjal, so er ikki komið á mál. Tástani koma sam­ráð­ing­ ar­fólkini til tey meira kenslubornu punkt­ini, har persónar eru vavdir uppí. Tað er ofta tann stóra avbjóðingin. ÁЭINGARANDI FTIR Á MÁL