mánadagur 9. september 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Pætur Hjalmar Evensson
Í dag er 38 ára gamla
Sondy
Simonsen
ein
glað, eydnusom og stolt
kvinna. Men tað hevur
hon ikki altíð verið -
verri enn so. Hennara
lív hevur nevniliga verið
merkt av fleiri ringum
upplivingum við eitt nú
happing, kynsligari mis
nýtslu og sálarsjúku.
Hóast lagnurnar hava
sett síni spor, er Sondy
Simonsen komin upp á
hestin aftur. Tað vitnar
spildurnýggja bók henn
ara “Ties ihjel” í øllum
førum um. Í bókini greið
ir hon frá um sítt meldur
kenda lív við upp- og
niðurtúrum, og hvussu
hon yvirlivdi tað, sum
hon sjálv lýsir sum eitt
reint helveti.
Happað og útihýst
Sondy Simonsen er fødd
og uppvaksin í Klaksvík
saman við trimum øðrum
systkjum. Men tað var
ikki bara sum at siga
tað at veksa upp har, tí
barndómur hennara var
ótrúliga harður.
- Sum barn var eg long,
kløn og hevði stór blá
eygu. Eg var ein viðbrekin
og sensitiv genta og bleiv
av tí sama happað øgiliga
illa í skúlanum, sigur
Sondy Simonsen.
Hon minnist aftur á,
tá hon gekk dagliga túrin
millum sítt barnaheim og
skúlan.
- Dreingirnir plagdu
at standa og rópa ljót
orð eftir mær. "Spøkilsi",
"ghost", "tummastokkur",
"nál" og alt annað líkn
andi. Tað kendist ótrú
liga óbehagiligt, og eg
minnist, hvussu kedda
og bangna tað gjørdi meg
hvønn dag.
Sum happioffur var
Sondy tó ikki fyri krops
ligum harðskapi í skúla
num.
- Tað var meira verbalt
og súmbolskt. Eg bleiv
útihýst og føldi ongantíð,
eg passaði inn. Børnini
tímdu hvørki at hyggja
ella heilsa upp á meg.
Tað vóru kanska bara 25
prosent av flokkinum
hjá mær, sum yvirhøvur
hugdu upp á meg í ger
andisdegnum. Fyri hini
75 prosentini var eg ikki
verd at heilsa upp á. Og
soleiðis var tað øll skúla
árini, sigur Sondy Simon
sen, sum hevði trupult
við at knýta vinarbond.
- Omma var mítt akker
Samstundis sum sosiala
lívið í skúlanum var ein
kampur, so hevði hon tað
eisini trupult heima við
hús. Men tað var ikki bara
svárt tað heila.
- Har vóru eisini nógvar
góðar løtur. Eg hevði
eina dagrøktarmammu,
sum
var
fantastiskt.
Eg føldi, hon var mín
mamma
nummar-tvey.
Og so hevði eg eisini eina
ommu, sum var nakað so
fantastisk. Hon var mítt
akker, sigur Sondy.
Kynsliga misnýtt
Tá
Sondy
Simonsen
var átta ára gomul, var
hon fyri fyrstu ferð fyri
kynsligum ágangi. Hon
var einsamøll inni í ein
um húsum við einum
eldri dreingi, og hesin
drongurin lokkaði hana
til at mussa seg.
- Eg royndi at steðga
tí og bleiv við at siga
nei, tá hann nærkaðist
mær. Men hann helt
mær fastari undir einari
trappu, so eg varð kroyst
upp í ein krók, greiðir
Sondy Simonsen frá, sum
minnist hesa løtuna sum
drúgva og óbehagiliga.
- Tá eg endiliga yvirgav
meg, hugsaði eg, at eg
mátti bara geva honum
tað, hann bað um, fyri
at fáa frið. Eg mussaði
hann. Men eg fekk ikki
frið. Hetta var byrjanin
til endan.
Sondy Simonsen for
telur avgjørd víðari frá,
hvussu marran í upp
vøkstri
hennara
helt
fram.
-
Hann
misbrúkti
meg uttan á klæðini við
at nerta við meg. Hann
kundi eisini finna upp á
- MÍNIR TRUPUL
LEIKAR VÓRÐU
TAGDIR BURTUR
- Tað er umráðandi at blíva við at kempa og hava
vónina. Um eg kann, so kunnu onnur eisini. Tað sigur
38 ára gamla Sondy Simonsen, sum er aktuell við
nýggju bókini "Ties ihjel", ið snýr seg um eitt lív
við happing, kynsligari misnýtslu og sálarsjúku
SONDY SIMONSEN:
Sondy Simonsen við nýggju bók síni "Ties ihjel" í hondini