mánadagur 9. september 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103
TÍÐINDI
at koma inn til mín um
náttina. Tá frystist eg
og tordi ikki at rópa ella
nakað.
Tordi einki at fortelja
Hóast lítla Sondy Simon
sen var ólukkulig, tordi
hon ikki at fortelja nøkr
um, hvørjum hon hevði
verið fyri.
- Eg visti jú ikki, at tað
var kynslig misnýtsla,
sigur hon og vísir á,
hvussu krenkari hennara
manipuleraði við henni.
- Hann segði, at eg ikki
skuldi fortelja tað fyri
nøkrum, tí so blivu øll
ræðuliga óð inn á meg.
Hann billaði mær enntá
inn, at vit vóru forlovað.
Fekk munnkurv á
Sum 12 ára gomul byrjaði
tað at ganga upp fyri
Sondy, at tað, sum fór
fram millum hana og
drongin, ikki var rætt. Tí
samlaði hon sær mót til
at fortelja einum familju
limi um sítt ræðuliga
loyndarmál.
Men hennara trupul
leiki varð als ikki tikin
fyri fult. Kynslig mis
nýtsla var eitt so mikið
stórt tabu, at hon fekk
munnkurv á.
Hetta fekk Sondy til
at trúgva, at tað var sær
sjálvari, tað var galið við,
og at talan ikki var um
kynsliga misnýtslu.
- Tá mann er blivin mis
brúktur, er tað typiskt,
at mann tekur alt á seg
sjálvan. Mann heldur, at
tað er ein sjálvur, ið eigur
skyldina, sigur hon.
Tað var ikki, fyrr enn
Sondy bleiv umleið 17 ára
gomul, at hon viðurkendi,
at hon veruliga varð bliv
in misbrúkt.
- Eingin vildi gera
nakað við tað, so eg
tagdi bara. Í staðin gekk
eg einsamøll við øllum,
tí eg fekk sum vanligt
ongantíð sett orð á mínar
trupulleikar heima, greið
ir Sondy Simonsen frá og
sipar til heitið á bókini
"Ties ihjel".
- Tá eg var 18 ár, for
taldi eg tað fyrstu ferð
fyri einari vinkonu.
Eitt lív við
sjálvmorðstonkum
Seinárinini
frá
barn
dóminum komu í stóran
mun fram í vaksna lívi
num hjá Sondy Simon
sen. Fyri sjey árum síðani
fekk hon staðfest sálar
sjúku, stutt aftan á hon
varð flutt úr Føroyum
til Danmarkar. Diagnos
urnar vóru angist, post
traumatisk strongd og
tvangstankar.
Hetta
tíðarskeiðið
var Sondy øgiliga langt
niðri. Tað kom har til, at
hon gekk við sjálvmorðs
tonkum hvønn dag í trý
ár.
- Eg orkaði og megnaði
ikki at liva meira. Tímdi
tað yvirhøvur ikki. Eg
vildi bara gera sjálvmorð,
sigur hon og greiðir frá,
hvussu hon umhugsaði
at leggja sjálvmorðið til
rættis.
- Eg hugsaði at gera tað
uppá ein rættiliga ógvus
ligan máta við at loypa
út fyri eitt tok. Tað kann
ikki gerast verri enn tað,
um mann endiliga skal
gera av við seg sjálvan,
sigur Sondy Simonsen.
- Í mínum tonkum var
tað tann lættasta loysnin
fyri meg, tí so slapp eg
burtur beinanvegin. Tað
er jú næstan 100 prosent
kjansur fyri at doyggja,
um mann hoppar út fyri
eitt tok.
Tíbetur bleiv hetta ikki
til meira enn tankar.
- Tað var jú sjúkan,
sum talaði, og ikki eg. So
eg fekk bráðfeingishjálp.
Bleiv sjúk av ringu
upplivingunum
Tá Sondy Simonsen hugs
ar um hetta í dag, veit
hon, at tað var hennara
keðiligi uppvøkstur, sum
eldvi til sálarsjúkurnar.
- Um fólk spyrja meg,
hví eg bleiv sjúk, hugsi eg,
at tað er orsakað av øllum
mínum upplivingum sum
barn. Happingini í skúla
num, kynsligu misnýtslu
ni
og
viðurskiftunum
heima við hús. Men ser
liga tað, at eg ikki fekk
nakra hjálp.
- Tað er øll viftan, sigur
hon.
Er blivin frísk
Seinastu
árini
hevur
Sondy lagt nógva orku í
at blíva frísk, og tað hev
ur eisini eydnast. Hon
hevur fingið hjálp upp á
ymsar mátar; eitt nú við
alternativum viðgerðum
og hjálp frá sálarfrøðingi.
Í dag kennir Sondy seg
betur enn nakrantíð. Hon
býr í Odense saman við
familju síni, har hon ger
ymiskt sjálvboðið arbeiði
innan fyri sálarsjúku.
Eitt, sum hevur hjálpt
henni væl við at blíva
frísk, er at tosa opið um
sítt lív.
- Eg havi ruddað upp í
mínari fortíð og reinsað
út við at arbeiða við mær
sjálvari, sigur hon.
- Eg byrjaði við at
binda og seyma, og síðani
fór eg eisini at skriva og
mála fyri at fáa tað ringa
út úr kroppinum.
- Bókin gjørdi meg fría
Tilgongdin at geva bók
ina "Ties ihjel", sum er á
donskum máli, út hevur
verið serliga góð fyri
sálarligu menningina hjá
Sondy Simonsen.
- At skriva bókina
gjørdi meg fría, og tað
hevur verið við til at gjørt
meg so fríska, sum eg eri í
dag, sigur hon.
Eitt endamál við bók
ini hevur verið at upplýsa
um, hvussu stóran týdn
ing tað hevur at hjálpa
børnum, sum mistrívast.
- Um man sær, at eitt
barn hevur tað trupult
og tørvar hjálp, so skal
mann hjálpa tí. Um eg
hevði fingið hjálp, tá eg
var 12 ára gomul, so hevði
eg ongantíð blivið so sjúk,
sum eg bleiv, sigur Sondy
Simonsen.
Bókin skal eisini síggj
ast sum eitt prógv um, at
tað ber til at fáa tað betri,
um mann hevur verið í
einum svørtum holi, eins
og Sondy var.
- Tað er umráðandi at
blíva við at kempa uttan
at geva upp og hava
vónina. Um eg kann, so
kunnu onnur eisini, ger
Sondy Simonsen púra
greitt.
pature@sosialurin.fo