Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Vágs kommuna eigur og varir av nógvum bygn­ingum og ognum í kommununi, og seinastu árini hevur arbeitt mið­ víst við dagføringum og ný­gerð. Í summar hevur so­ leiðis verið arbeitt við at dagføra Brandstøðina vesturi á Eiðinum. Her vóru klædningur og grund sera slitin, og plátur vóru fyri vind­ eyguni eftir herverk fyri nøkrum árum síðan. Nú er grundin puss­ að av nýggjum, klædn­ ing­urin er vaskaður og trýstspulaður, og í góð­ veðrinum er Brand­støðin eisini vorðin málað. Har plátur vóru fyri vindeyguni, eru vind­ eygu sett í aftur. Komið er á mál Umstøðurnar vesturi á Eiðinum eru harðbalnar, tá tað leikar í um veturin, og hetta slítir sjálvandi bæði bygningar og lendi. - Nú komið er á mál við dagføringini av Brand­støðini, kann stað­ fest­ast, at hetta er sera væl úr hondum greitt ar­beiði, siga tey í Vágs kommunu. ­ Vágs kommuna er nú komin á mál við dagføringini av Brandstøðini, og tað er tekniska toymið hjá kommununi, sum hevur gjørt arbeiðið Brandstøðin er nú dagførd 2500 PUND: Leygardagin fekk útróðrarmaðurin, Bergur Olsen á Sandi, einsamallur á báti, heili 2500 pund av toski á snellu. – Fiskurin er framvegis rak, men tað gongur tann rætta vegin, sigur hann. Vilmund Jacobsen Flestu ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap und­ir Føroyum. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. - Vit vænta, at trý ís­ fiska­línuskip koma inn at landa í dag, og nøkur koma seinni í viku­ni, siga tey á Fiska­mark­ naði Føroya. Okkurt av línu­skip­ unum er nýliga byrjað túr, og tí er ivasamt, um tey koma inn at landa hesa vikuna. Eitt frystilínuskip fisk­ar í grønlendskum sjógvi, og eitt frysti­ línu­skip er í føroyskum sjógvi. Streymurin verður brúkiligur, og líkt er eisini til, at veðrið verð­ ur hampiligt. Tí verð­ur roknað við útróðri hesa vikuna. Sosialurin kann leggja aftrat, at seinastu dagarnar hava bæði Magnus Heinason, sum hevur gjørt yvir­ lits­trol­ingar – og línuskipið Sands­havið, sum ger royndir fyri Havstovuna - fiskað á Føroyabanka. Komandi hóskvøld klokkan 19.30 verður forvitnisliga og viðkomandi tiltakið - Heimurin hitnar - í Norðurlandahúsinum í Havn. Gera royndir á Føroyabanka Kvinna við útbúgving og royndum Vilmund Jacobsen Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum hevur sett Jóngerð M. Nielsen í starv sum leiðara fyri heimatænastuna, og hon byrjar í starvinum hin 1. oktober í ár. Nýggi leiðarin er 46 ár og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur eisini diplomleiðaraútbúgving í leiðslu. Jóngerð M. Nielsen hevur drúgvar starvsroyndir sum deildarleiðari í sjúkrahúsverkinum og á eldraøkinum, og hon hevur eisini royndir sum leiðari innan barnaverndarøkið. Arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu hava dagført Brandstøðina Í Vágs kommunu eru tey væl nøgd við arbeiðið hjá tekniska toyminum Seinastu dagarnar hava bæði Magnus Heina­son og línu­ skipið Sands­havið gjørt royndir á Føroya­banka