mánadagur 9. september 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103
Borgarstjóri fekk
størsta fiskin
Vilmund Jacobsen
Enn
einaferð
verða
mentanardagar í Sunda
kommunu, og í ár verða
dagarnir frá hósdegnum
12. september til og við
leygardagin 21. septem
ber.
- Hetta verða nakrir
spennandi og hugnaligir
dagar, og hesaferð ynskja
vit at leggja dent á bók
mentir og tónar.
Heðin
Zachariasen,
borgarstjóri, vísir á, at
fleiri
stórar
konsertir
verða á mentanardøgum
í Sundalagnum, eitt nú
fríggjadagin hin 20. sep
tember, tá Blátt Gras og
New Orleans Orkestrið
Eitil fara at hava eina
ókeypis konsert í nýggju
høllini í Nesvík.
-
Bókmentir
seta
sín
dám
á
vikuna
í
fleiri tiltøkum, eitt nú
í
Náttúrulundini
við
Streymin, har forkunnug
listaframsýning verður.
Borgarstjórin
vísir
á, at við stóra morgun
matarborðið
í
Hósvík
fáa børnini eisini høvi at
hoyra Ingunn Christen
sen lesa upp úr barnabók
um sínum.
Gleði og virðir
Sunda kommuna er eisini
partur av ABC fyri sálar
liga heilsu, sum Fólka
heilsuráðið stendur fyri.
- Sálarlig heilsa snýr
seg um trivnað og at virka
væl í gerandisdegnum –
um alt tað, ið gevur lívi
num meining, gleði og
virði.
Heðin
Zachariasen
heldur,
at
mentanar
dagarnir eru eitt gott høvi
at koma út, vera saman
og vera hugbundin um
eitt hvørt.
- Latið okkum hesar
dagar
raðfesta
felags
skapin, hugnan og njóta
mongu mentanarligu til
tøkini í okkara kommunu.
Vit eru øll ymisk, men
partur av Sunda kom
munu, staðfestir borgar
stjórin, sum bjóðar øllum
hjartaliga vælkomnum.
NÁTATÍÐIN AV: Tá veðrið
hevur hildið sær, hevur nátungi
verið tikin á sjónum einar 8-10
dagar út í september, men nú
kunnu vit rokna við, at
meginparturin av ungunum
eru farnir av rókunum.
90 metrar av
grótkasti fyri
11 miljónir
Vilmund Jacobsen
Fríggjamorgunin var
avhendingarfundur á
kommunuskrivstouni
hjá Nes kommunu
í samband við,
at leingjanin av
grótkastinum í Tofta
havn nú er liðug.
Tað er J&K Petersen,
sum hevur havt
arbeiðið um hendi, og
sambært útsøgnum
hjá Nes kommunu
hevur verkætlanin
gingið sera væl.
- Arbeiðið, sum er gjørt
eftir minni enn einum
ári, er liðugt umleið ein
mánað fyrr enn ætlað,
og arbeiðið er gjørt
fyri avtalaðan prís.
- Her er eingin
eykarokning, siga tey
í Nes kommunu.
Grótkastið á Toftum er
longt við 90 metrum,
og meginparturin av
allari grótnøgdini er
tunnilsgrót, sum er
flutt av Strondum við
grótbátunum Raghild
og Siri hjá J&K Petersen.
Tað stóra grótið, sum
er brúkt til laðingina
fyri at styrka grótkastið
móti uppgangi,
hevur J&K Peteren
útvegað av Hústoft.
Í Nes kommunu vita
tey at siga, at nú
arbeiðið við leingjanini
er liðugt, verða ljós sett
á nýggja grótkastið
og forðingarnar,
sum hava tikið ímóti
spreingileidningum
í sjónum, verða
tiknar burtur.
Samlaða arbeiðið var
mett at kosta 11,4
miljónir krónur.
Enn er kostnaðurin ikki
endaliga uppgjørdur,
men greitt er, siga
tey í Nes kommunu,
at kostnaðurin
verður minni enn
mett - ella slakar
11 miljónir krónur.
Fyritøkan Terra við
David R. Hansen hevur
verið ráðgevi hjá
kommununi, meðan
LBF, Landsbyggifelagið
hevur havt projektering
og eftirlit um hendi.
- Samstarvið um
verkætlanina hevur
verið fyrimyndarliga
gott, siga tey í
Nes kommunu.
- Vit eru øll ymisk, men partur av Sunda kommunu,
sigur borgarstjórin, Heðin Zachariasen, sum
bjóðar øllum vælkomnum til mentanardagar
Sundalagið leggur
hesaferð dent á
bókmentir og tónar
Trolbátarnir,
sum hava fiskað á
landleiðini, landa
allir í dag, tí nú er
trolingin á landleiðini
liðug fyri í ár.
Vilmund Jacobsen
Leygardagin skipaði báta
felagið í Eysturkommunu,
sum kallast Knúkur, fyri
fiskikapping.
Bátarnir
fingu
til
samans 1.471 kilo og bát
urin, sum hevði størstu
nøgdina,
var
Ritafjall,
sum hevði 509 kilo.
Á øðrum plássi var bát
urin Erika, sum hevði 388
kilo – og á triðja plássi
báturin Real, sum hevði
205 kilo.
Við Real var bara ein
maður, og hann hevði so
leiðis størstu nøgdina fyri
hvønn mannin/ kvinnu
na.
Onkur
kvinna
var
nevniliga eisini við onkr
um av bátunum, sum
kappaðust leygardagin.
Kapping
var
eisini
um størsta fiskin, og
hann fekk eingin minni
enn
borgarstjórin
í
Eysturkommunu, Jóhan
Christiansen, í bátinum
Chr. Oluf.
Størsti fiskur vigaði
seks kilo.
Um kvøldið skipaði
bátafelagið fyri sangløtu
á Krokketvøllinum í Leir
vík, og seinni var eisini
góður dansitónleikur í
LÍF-húsinum
við
LM-
Band.
Besti bátur hevði stívliga
túsund pund í fiskikapping
Onkur kvinna luttók eisini í fiskikappingini leygardagin