mánadagur 9. september 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103
TÍÐINDI
Mentanardagar
í Fuglafirði
Nógv fólk savnaðust til mentanardagar í
Fuglafirði um vikuskiftið. Drúgv skrá var
frá hósdegnum til og við sunnudagin
Orð og myndir: Dávur Winther
Í allar fagrasta veðri leygar
dagin lá Martin hjá Bakkafrost
og reinsaði nótir úti á Pállin
um, meðan hópin av fyritøkum
og fólk annars riggaðu til stórt
morgunmatarborð við Ment
anarhúsið í Fuglafirði.
Eitt serstakt tiltak á skránni
var kassabilakoyringin, sum
varð skipað ógvuliga profes
sionelt við innleiðandi kapp
ing og síðani at finna ein vinn
ara. Men tó hevði hugflogið,
páparnir og abbarnir stóran
týdning og fingu eisini heið
ursmerki.
Vinnandi kassabilurin frá í
fjør, sum nógv álit varð sett til,
breyt aksilin ávegis til start
málið, men tað var skjótt, at
eitt sveisiapparat varð funnið
og aksilin afturgjørdur.
Dómarar
og
frásøgufólk
vóru Hansina Olsen og Jákup
Veyhe, sum ikki gjørdu uppliv
ingina keðiligari.
Regnskjólagøtan
er
altíð
hugnalig, har tað bæði vóru til
tøk fyri børn og vaksin.
Ribarhús hevði sín sjálv
sagda lut á døgunum, har ein
áhugaverd
framsýning
av
verkum eftir Poul Horsdal
varð sett upp.
Umframt
nevndu
tiltøk,
vóru eisini fleiri onnur tiltøk.
Millum annað vóru framsýn
ingar,
konsertir,
fyrilestrar,
gamlir filmar úr Fuglafirði og
nógv annað.
Fjølbroyttur
føroyskur matur
Stórur matmarknaður við smakkiroyndum
og sølu av føroyskari framleiðslu var
leygardagin. Tiltakið var á Torginum
við Mentanarhúsið í Fuglafirði
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Millum annað varð kálvakjøt
úr Gásadali, rullupylsa og
kjøtpylsa av Trøllanesi, har
verður makelur, laksur, grøn
meti úr Føroyum og nógv
annað. Nógv fólk nýttu høvi
at royna tann góða matin, og
tá ið liðið var eitt sindur út á
seinnapartin var uppi hjá
fleiri. Smakkiroyndirnar vóru
ókeypis, men annað varð selt.
Á matmarknaðinum lut
tóku virkir, feløg og einstak
lingar við endamálinum at
vísa og selja alskyns sløg av
matvørum.
Millum tey luttakandi vóru
eitt nú Slow Food Føroyar og
Útoyggjafelagið. Í básunum
hjá teimum var møguleiki at
hitta føroyskar matframleið
arar og smakka gloypubitar
úr Stóra Dímun og Kalsoynni.
Sunniva
G.
Mortensen,
sum umboðaði Slow Food Før
oyar, sigur, at tey sera nøgd
og fegin um tiltakið leygar
dagin.
– Veðrið var avbera vakurt
og undirtøkan var sera góð.
Nógv fólk, bæði ung og gomul,
vitjaðu matmarknaðin. Tað
var sera hugaligt at síggja,
hvussu nógvar ymiskar rá
vørur og matvørur, ið vóru til
sølu í básunum, sigur hon.
Sunniva
G.
Mortensen,
sum er útbúgvin fólkalívs
frøðingur, heldur, at tílíkir
marknaðir hava sera stóran
týdning
fyri
staðbundnu
matmentanina.
– Um tú fert til handils í
Føroyum, so er torført at bera
eyga við føroysku vørurnar
millum allar tær innfluttu
vørurnar. Soleiðis er ikki á
matmarknaðinum. Her síggja,
lukta, smakka og tosa vit um
føroysku rávøruna. Hon er í
miðdeplinum. Somuleiðis er
marknaðurin eitt hugnaligt
stað at hitta tey dugnaligu og
røsku fólk, ið framleiða og
selja hesar føroysku rávørur
nar, sigur Sunniva G. Morten
sen.
Dímunargarðurin,
Úti
stovugarðurin og Uppistovu
garðurin seldu røtur, kál, kjøt
pylsur, drýlar, neytatungu,
blóðmør, hvannsalt, rabarbu
súltutoy, -sirop og -saft.