mánadagur 9. september 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Hondbóltur
Hondbóltskappingarárið
í
Føroyum var til undansýning
um vikuskiftið, tá ið Lions
Club aftur skipaði fyri stór
steypatiltakið
eina
viku
áðrenn landskappingarnar
byrja.
Kyndilskvinnur vístu seg
aftur førar fyri at basa VÍF,
eins og tað hendi í bæði FM-
og steypafinalunum í vár.
Kyndil vann Lionsbikarið
33-30. Útskiftingar vóru á
báðum liðum og fleiri ungir
leikarar nýttu høvið at vísa
seg fram.
Hjá Kyndli fingu bæði
Natasja Hammer og Karin
Midjord fitt av leiktíð og
ábyrgd. Hjá VÍF royndust
eisini Ró Nielsen og Ingibjørg
Olsen væl og nógv.
Men tað vóru kortini tær
royndu og áður kendu, ið
vístu seg fram í dystinum.
Liljan Müller (fyrr Djurhuus)
fekk sær tíggju mál, meðan
vanligu
felagar
hennara,
Durita C. Jojic og Agnas
Olsen fingu sær ávikavist
sjey og fýra mál.
Kyndil, ið hevur mist
toppskjúttan og ársins leik
ara frá farna kappingar
árið, Marionnu Geirsdóttir
Eystberg,
dúvaði
eisini
upp á tær royndu. Bára
Krossteig
Hansen
skjeyt
sjey
mál,
meðan Turið Arge
Samuelsen var
dagsins leik
ari
við
13
málum.
H
j
á
m o n n u m
vóru eisini
ú t s k i f t
ingar hjá bæði
steypavinnar
unum úr Neist
anum, og Føroya
meistarunum úr H71.
Neistin hevur fingið
onkrar royndar og til
tiknar leikarar í ár. Eitt
nú Finnur Hansson, ið
kortini sat allan henda
dystin
á
bonkinum.
Fleiri ungir leikarar fingu
ístaðin møguleikan at tetta
nøkur av teimum holunum,
ið eru komin í summar, og
fleiri teirra tóktust spenn
andi.
Tað gjørdi tað sanniliga
eisini hjá H71. Fýra av teim
um 17 ára gomlu European
Open vinnarunum spældi
sínar fyrstu vaksnamanna
dystir fyri H71 henda dagin,
og tað var ein, ið fór við
øllum heiðrunum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu
hevur í summar takkað nei
til altjóða stórfeløg og vent
aftur til H71, og vísti frá
fyrsta bríksli at hann er til
reiðar at spæla við teimum
vaksnu.
Hann
byrjaði
beint yvirav ársins leikara í
Føroyum seinastu tvey ár
ini, Rasmusi Søby, og teir
báðir høvdu ein hugtakandi
dyst sínamillum. Tann 17 ára
gamli vann tann dystin, tá
ið hann gjørdist toppskjútti
við sínum níggju málum. H71
vann dystin 31-21.
Tennis
Rafael
Nadal
vann
mánanáttina
US
Open kappingina
í New York fyri
fjórðu ferð. 33 ára
gamli
spaniu
maðurin
vann
drúgvu,
tøttu
og
hugtakandi
finaluna
ímóti
23
ára
gamla
Daniil Medvedev
úr Russlandi. Eina
løtu tóktist tað sum at hin
yngri fór at vinna upp á ork
una. Nadal vann fyrstu tvey
settini, áðrenn Medvedev
javnaði
til
2-2,
men
í
avgerandi
settinum
var
Nadal eirindaleysur. Settúrs
litini vóru 7-5, 6-3, 7-5, 4-6 og
4-6. Rafael Nadal hevur nú
vunnið 19 Grand Slam kapp
ingar – Eina færri enn metið
hjá Roger Federer.
Hjá kvinnum var søgan
ein onnur. Her mátti 37 ára
gamla tennislegendan úr
USA, Serena Williams, lúta
fyri 19 ára gomlu Biancu
Andreescu í finaluni. 19
ára gamla stjørnuskotið úr
Kanada vann dystin 2-0 við
settúrslitunum 6-3 og 7-5.
Hetta var fyrsta finalan og
fyrsti Grand Slam sigurin hjá
Biancu Andreescu. Serena
Williams hevur vunnið 13
Grand Slam kappingar í ein
mansleiki, og tíggju afturat í
tvímansleiki.
Formil 1
21 ára gamli Ferrarikoyrarin,
Charles Leclerc, vann sunnu
dagin
italsku
Grand-Prix
kappkoyringina, bert eina
viku eftir at hann vann sín
fyrsta sigur í Belgia.
Sigurin sunnudagin var
serliga fagnaður, tí at hetta
var fyrstu ferð í níggju ár,
at Ferrari vann á Monza-
koyribreytini,
ið
verður
roknað sum heimavøllurin
hjá Ferrari. Ungi maðurin
úr Monako misti liðfelaga
sín, Sebastian Vettel, longu
í fjórða umfari, men fekk
kortini
hildið
áhaldandi
atsóknirnar
frá
Lewis
Hamilton og Valtteri Bottas
aftanfyri seg, og so kundi
Ferrari bresta sjampanju
propparnar.
Leclerc er fjórðfremstur
í savnaða rokniskapinum.
Lewis Hamilton er fremstur,
við Valtteri Bottas og Max
Verstappen nakað aftanfyri
seg.
Flogbóltur
Serbia er Evropameistari
í flogbólti hjá kvinnum.
Heimsmeistararnir úr Serbia
vunnu sera tættan dyst í
fimm settum ímóti vert
unum úr Turkalandi sunnu
dagin. Serbia tapti fyrsta
sett, vann tey bæði næstu,
men megnaði ikki at avgera
í fjórða setti. Í javnbrót
andi settinum var spenn
ingurin øgiligur, og at enda
eydnaðist tað heimsmeist
arunum at knúsa vónina hjá
heimaliðnum tá ið seinasti
bólturin brast í turkiska
gólvið og gjørdi úrslitið til
15-13 til serbia.
sjurdur@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
UNGU STJØRNUSKOTINI OG
VAKSNU STJØRNURNAR
STUTTSØGD TÍÐINDI
Um vikuskiftið sóust bæði í
føroyskum og altjóða ítrotti
dystir ímillum tiltiknar royndir
og ungan gramleika