Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Dystur 2 hesa vikuna... Tróndur Arge Føroyar taptu hóskvøldið 4-0 móti Svøríki í EM-undan­ kappingardystinum á Tórs­ vølli. Samlaða avrikið var vánaligt og tað merkir eisini spælarametingarnar til hendan dystin. Onkrir spæl­ arar komu inn í seinna hálv­ leiki og gjørdu tað gott, men tá hevði Svøríki tikið ferðina úr dystinum. Tað merkir eis­ ini, at teir spælararnir ikki fáa so nógvan ágóðan av, at koma inn gera tað eitt sindur betri enn hinir. GUNNAR NIELSEN 5 Vann dystin um mál­mans­ postin. Kann illa lastast fyri málini. Um nakað skal nevnast, so er tað 3-0 málið, tá Victor Lindelöf smekkar bóltin inn við nærmaru stong. Hini trý málini verða væl sett inn. Hevur hann einar tvær góðkendar bjarg­ ingar, og missur bóltin í brots­teig­inum eina ferð. Annað enn tað, so var talan um eitt miðal avrik. HØRÐUR ASKHAM 4 Spældi sín fyrsta landsdyst og avloysti Gilla Rólantsson á høgra bakki. Hevur sína styrkju í verjupartinum, men slapp sær í løtum eisini væl av við bóltin. Tó vóru avbjóð­ ingar í ávísum støðum, men sum heild kom debutanturin livandi frá dystinum. Størsti lærdómurin er, at tú mást aldrin venda bakið til eitt skot. Tað gjørdi hann, tá Victor Lindelöf skoraði. ATLI GREGERSEN 4 Er partur av einum verju­ parti, sum letur fýra mál inn upp á ein hálvleik. Fær gult kort fyri at steðga einum álopi í fyrra hálvleiki. Verður ann­ars sjáldan útsettur og tað kemur orsaka av hans­ ara góðum evnum at plasera seg rætt, og fáa neyð­ugu hjálpuna. Flestu av álop­ unum hjá Svøríki koma úr vinstru. RÓGVI BALDVINSSON 3 Spældi ein marrudyst í miðverjuni í fyrra hálvleiki, har hann fleiri ferðir misti mannin og ikki stóð rætt plaseraður. Millum annað í 1-0 málinum, tá hansara maður skorar. Jens Martin Knudsen, viðmerkjari á FM1, heldur fyri at hetta samansetingin er roynd fyrr – og riggar ikki. Rógvi spældi seg upp á verjukenda miðvøllinum í seinna hálvleiki. VILJORMUR DAVIDSEN 3 Hevði eisini risa stórar av­ bjóðingar á vinstra bakki, har hann sum oftast endaði upp á millum hond. Fekk ikki nóg góðan stuðul frá spæl­ arunum rundanum og bleiv av tí sama útstillaður. Spældi betri í seinna hálvleiki, har hann legði góðar avlevering fram í vøllin. Er ein av fleiri landsliðsspælarunum, sum ikki tykist hava viðgongd í løtuni. RENÉ SHAKI JOENSEN 3 (Út í 46.min) Verður settur á verjukenda miðvøllin, men kemur o n g a n ­ tíð til sín rætt. Hann hvørki vinn­ ur sínar tví­ dyst­ir ella kem­ur í góðar støður at spæla bóltin víðari. Sterkasta løtan er, tá hann rennur ein svensk­ara upp, sum er á veg í mót­ álop. Bleiv skiftur út í hálv­leik­inum. BRANDUR HENDRIKSSON 3 (Út í 76.min) Átti vanlukkuligu av­ lever­ing­ina, sum kostaði 2-0 málið. Eftir tveir góðar lands­dystir móti Spania og Norra, so stóð skálvíkingur veikur í myndini hesaferð. Svensk­ arnir vóru stórir og sterkir. Tað gjørdi tað torført fyri Brand í verjupartinum. Bleiv fluttur fram á fram­rætt­aða miðvøllin í seinna hálv­leiki, men fekk ongantíð nakað at arbeiða við. SØLVI VATNHAMAR 4 Tað er ikki uttan tilvild, at Lars Olsen hevur álit á leir­ víkinginum á høgra vongi. Hann er garantur fyri hart arbeiði og skilagóðar avgerð­ ir á bóltinum. Svenskarnir koma sjáldan í gjøgnum í okk­ara høgru. Tó hevur Sølvi mist eitt sindur av álops­ kenda glansinum seinnu lands­dystirnar. Millum sig­ andi løturnar vóru, tá hann var akkurát ov seinur at skjóta innleggið hjá Jóan UNDIR MIÐAL Samlaða avrikið móti Svøriki er undir miðal. Tað er 4-0 í hálvleikinum og føroyska liðið hevur í veruleikanum bara ein góðan kjans í øllum dystinum. Ringastu metingina fær landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sum ikki rakti rætt Spælarametingar