Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Símuni í málið. Okkara einasti kjansur í dystinum. ÁRNI FREDERIKSBERG 3 (Út 63.min) Skuldi ongantíð havt spælt hendan dystin. Bara eina ferð sleppur hann vísa sínar eginleikar, tá hann leggur eitt gott innlegg í høvdið á Jóan Símuni. Restina av dystinum rann hann aftaná svensku spælarunum, sum vóru bæði skjótari og sterk­ ari. Hóskar seg betri til dyst­ irnar móti Spania og Malta. HALLUR HANSSON 4 Liðskiparin í AC Horsens arbeiðir altíð hart, men tað er sum um at orkan fer til spillis á framrættaða miðvøllinum, tá mótstøðuliðið spælir so væl í verjupartinum sum Svøríki. Slapp meiri upp í part í seinna hálvleiki, tá hann bleiv fluttur aftur á miðjuna. Kanska hann skal skúlast til ein meiri verju­ kendan miðvallara á lands­ liðnum, tí har kemur orkan og vilskapurin til sín rætt? JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON 4 Ein tann vánaligasti dyst­urin hjá toftamanninum á lands­ liðnum, men spurn­ingurin er um hann kundi gera nak­ að meir. Bólturin kom ikki fram og tí mátti Jóan Símun aftur í vøllin at leita eftir honum. Er í løtum væl við í spælinum og vísur sínar dygdir á bóltinum. Millum annað, tá hann leggur upp til okkara størsta møguleika, men samanlagt er avrikið millum tey vánaligu hjá stinna toftamanninum. HEINI VATNSDAL 6 (Inn 46.min) Miðverjin fær eitt 6-tal, tí hann spælir væl allan seinna hálvleik. Undir vanligum umstøðum hevði eitt slíkt avrik givið meir, men svensk­ arnir spældu ikki við fullari ferð. Heini er hevur øgiliga kropsliga styrkju og er ágrýtin. Tað hava vit brúk fyri og tað er ongin ivi um, at hann má verða á vøllinum, tá hann er tøkur. JÓANNES BJARTALÍÐ 5 (Inn 63.min) Fekk eina góða byrjan upp á dystin, tá hann legði upp til størsta møguleikan í dyst­ inum. Fall væl til á vinstra vongi og vísti dygdir á bólt­inum. Tað undraði tí eitt sindur, at hann stutt seinni bleiv skiftur inn á fram­rættaða miðvøllin, tá Meinhard avloysti Brand. Her datt klaksvíkingurin niður í millum sterku svensk­arnar. MEINHARD E. OLSEN 4 (Inn 76.min) Kom inn seinasta korterið, men kundi at kalla einki gera, tí teir gulu høvdu bóltin megin­partin av tíðini hann var á vøllinum. Hevur fingið kapping upp plássini í Kristian­sund, men vónandi heldur hann fram við at menna seg. LARS OLSEN 2 Hetta var ikki nóg gott av Lars Olsen og hansara toymi. Spurnartekin kunnu setast við fleiri av avgerð­ unum, Millum annað at Rógvi Baldvinsson spældi í mið­vejruni, at René Shaki Joensen spældi á mið­vøll­ inum og at Árni Frederiks­ berg byrja inni júst hendan dystin. Hartil mugu spurningar setast við spælskipanina, tá vit verða útspældir sum hóskvøldið. Skulu vit kanska hava tveir verjukendar spæl­arar á verjukenda mið­vøll­inum, og so spæla við vengrum, ið hava aðar dygdir, tá mótstøðuliðið send­ir sínar bakkar fram? trondur@sosialurin.fo