Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR LARS: VÁNALIGASTA AVRIKIÐ Í LONGRI TÍÐ – Hetta er eitt tað vánaligasta avrikið, sum eg kann minnast. Vit eru passivir og renna aftaná. Tað er ikki tí at Svøríki spælir ein framúr dyst. Teir hava bóltin og teir eru fimm ferðir í brotsteiginum og fáa fýra mál . Tað er ikki gott nokk, sigur Lars Olsen. Tróndur Arge – Tórsvøllur Tórsvøllur er fullsettur, tá tjóðsangirnir verða spældir undan dystinum. 600 svenskir áskoðarar hava masjer­að úr miðbýnum niðan á Tórsvølli, meðan før­ oy­ingar eru væl møttir til dystin. Tað eru ávísar vónir móti Svøríki. Vit hava staðið okkum væl móti Norra, sum verður mett at hava áleið somu styrki. Gunnar Nielsen er aftur í mál og stóran stjørnan, Jóan Símun Edmundsson, er á fremsta plássinum. Lars Olsen, landsliðsvenjari, boðar undan dystinum frá, at hann vónar at fáa stig. Ken Fagerberg, einasti svenski spælarin í før­ oyskum fótbólti í løtuni, sigur í dystar­blað­num at vit kunnu steðga lands­monn­ unum hjá honum. Svenskarnir hava tó eis­ ini lisið uppá. Stóri stýri­ maðurin í miðverjuni, Andreas Grandqvist, minn­ ist aftur á dystirnar í 2012 og 2013, tá Zlatan Ibrahimovic er munurin á liðunum. Hann heldur fyri, at føroyska liðið er væl skipað og stríðist. Sebastian Larsson, sum í sínum ungu døgum spældi saman við Inga Højsted í Arsenal, er eisini fyri­reik­ aður. Hann er fittur og frynt­ ligur í samtalu við Sosialin undan dystin. Hann sigur seg minnast væl dystirnar frá 2012 og 2013, men leggur eisini afturat, at sviar hava lisið uppá. Millum annað hava teir sæð dystin móti Norra, sum vit tapa 2-0. Hørður fær debut Hósmorgunin gerst greitt, at Gilli Rólantsson ikki verður førur fyri at spæla. Hann fekk eitt spark í dysti fyri Brann og nú er vandi fyri, at nøsin er brotnað. Í hansara stað kemur Hørður Askham úr HB, ið spælir sínar fyrstu minuttir á landsliðnum. Gunnar Nielsen vinnur dystin um málmanspostin, meðan Rógvi Baldvinsson verður settur undir liðina á Atla Gregersen í miðverjuni, nú Odmar Færø og Sonni Ragnar Nattestad eru skaddir. Á miðjuni fær René Shaki Joensen kjansin, meðan Árni Frederiksberg er á vinstra vongi. Flongir í fyrra hálvleiki Fyrsta málið kemur eitt sindur óvart á. Tað eru bara 11 minuttir farnir og svensk­arnir spæla bóltin runt í høgru. Hann endar hjá høgra bakkinum, Mikael Lustig, sum sendir eitt frá­líkt innlegg innfyri. Viljormur Davidsen nær ikki út at leggja trýst á, og Rógvi Baldvins­son klárar ikki at fylgja Alexander Isak, sum stútar bóltin í málið úr fimm metrum. Tríggjar minuttir seinni eru vit í holt við at spæla bóltin upp, tá Brandur Hendriksson brádliga spælir bóltin í føturnar á Sebastian Larsson, sum spælir sín lands­dyst nummar 114. Hann ger skjótt av og spælir sama Alexander Isak leysan. Áleyp­arin, sum byrjaði inni fyri fyrstu ferð, takkar fyri og skorar. Nú hómast eitt lítið kollaps. Átta minuttir seinni, tá dysturin er 23 min­uttir gamal, er aftur galið. Eftir hornaspark kemur bólt­urin inn á øðrum sinni. Hesa ferð endar hann aftast í brots­ teiginum hjá mið­verj­anum í Manchester United, Victor Lindelöf. Hann smekkar við nærmastu stong, meðan Hørður Askham vendir bakið til. Inni í málinum tveitur Gunnar Nielsen seg, men bólturin brestur í netið beint frammanfyri fjeppara­ felagnum, Skansin, sum eina løtu er við at missa mótið. Tað er bara prikkurin yvir i’num, tá Robin Quaison, úr FSV Mainz 05, dribblar í brotsteiginum og sparkar bóltin flatt í stongina og inn. René Shaki Joensen roynir at verja fyri, men er utt­an uppbakning og verður av­ settur. Fyrst av vonginum og í hálvleikinum av Lars Olsen. Royna at bjarga æruni Tað er ein feilur at byrja við Rógva Baldvinsson í miðverjuni og René á miðjuni. Heini Vatnsdal kem­ur í miðverjuna og Rógvi Baldvinsson verður skump­ aður fram á verju­kenda miðvøllin. Í seinna hálvleiki verður ferðin á svenska Volvo- bilinum sett nakað niður, men tað blívur ongantíð ótrygt. Føroyska liðið fær næstan ikki fatur á bóltinum, tí svensk­arnir gera alt tað lætta til UG. Samanspælið millum miðjuna og verjuna er gott, og bólturin verður spældur fram, aftur, til høgru og til vinstru. Alt meðan okkara renna aftaná. Tað kemur eitt sindur av lívi í, tá Jóannes Bjartalíð kemur á vøllin fyri Árna Frederiksberg. Hann eigur lut í tveimum góðum upp­ spøl­um, har tað seinna endar við størsta føroyska mál­ møgu­leikanum, tá KÍ’arin spælir Jóan Símun leysan, men Sølvi Vatnhamar røkkur akkurát ikki at skjóta bóltin í málið. Tað er eisini sigandi fyri føroyska avrikið, at Jóannes Bjartalíð verður vald­ur til dagsins spælara av áskoð­ arunum. Rannsakan Tað er vónbrotnir føroyskir áskoðarar, spælarar og lands­liðsvenjari, sum fara av Tórsvølli hóskvøldið. Klokk­ an er farin væl av 22, tá sein­ asta hurðin verður læst í B36-húsinum, sum er fyribils heimstaður hjá landsliðnum, meðan nýggja langsíðan verður bygd. Nú er tíðin komin so smátt til rannsakan, og spurn­ingin er, um vit ikki skulu til at byggja liðið um eis­ini. trondur@sosialurin.fo FLONGDIR AV SVIIUM Dystur 2 hesa vikuna... Tað er við góðum vónum, at føroyska liðið rennur á Tórsvøll hóskvøldið, men longu aftaná eitt korter er dreymurin brostin – og tað blívur bara verri. Føroyar tapa 4-0, og avrikið er langt undir miðal 0-4 á Tórsvølli