Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR FYRSTU MINUTTIRNIR TIL BJARTALÍÐ Jóannes Bjartalíð fekk debut á føroyska landsliðnum, tá hann kom á vøllin í 63. minutti. Hann hevur í fleiri ár verið ein lyklaspælari hjá KÍ. Royndirnar á U21-landsliðnum og við KÍ í Evropa tykjast hava gjørt mun, tí klaksvíkingurin kom væl frá uppgávuni. EM undankapping FØROYAR 0 0 SVØRÍKI 4 4 Hósdagur 5. september 2019 Tórsvøllur 4 HØRÐUR ASKHAM 4 HALLUR HANSSON 3 VILJORMUR DAVIDSEN 3 RÓGVI BALDVINSSON 4 SØLVI VATNHAMAR 5 ATLI GREGERSEN 3 RENÉ SHAKI JOENSEN 3 ÁRNI FREDERIKSBERG 5 GUNNAR NIELSEN 3 BRANDUR HENDRIKSSON 4 JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON Føroyar - Svøríki 0-4 (0-4) 0-1: Alexander Isak 13. 0-2: Alexander Isak 15. 0-3: Victor Lindelöf 23. 0-4: Robin Quasion 44. EM undankappingardystur. Á Tórsvølli hósdagin 5. september 2019 kl. 19.45 Dómarabólkur úr Portugal: Tiago Martins, Luis Campos, Pedro Almeida Fabio Verissimo (4. dómari). Føroyar: Gunnar Nielsen, FH Ísland, 52/0 – Hørður H. Askham, HB, 1/0, Atli Gregersen, Víkingur, 54/1, Rógvi Baldvinsson, Bryne FK Noreg, 39/3, Viljormur Davidsen, Vejle BK Danmark, 33/1 – Hallur Hansson, AC Horsens Danmark, 43/4, Brandur Hendriksson Olsen, FH Ísland, 27/3, (Meinhard E. Olsen, Kristiansund BK Noreg, 2/0, 76.), René S. Joensen, HB, 26/3 (Heini Vatnsdal, Fremad Amager Danmark, 13/0, 46.) – Sølvi Vatnhamar, Víkingur, 32/1, Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld Týskland, 52/6, Árni Frederiksberg, B36, 8/0 (Jóannes Bjartalíð, KÍ, 1/0, 63.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, HB, 5/0, Kristian Joensen, KÍ, 0/0, Magnus Egilsson, HB, 0/0, Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur Ísland, 23/1, Klæmint A. Olsen, NSÍ, 22/1, Andreas Eriksen, B36, 0/0, Patrik Johannesen, KÍ, 0/0 Gult kort: Atli Gregersen Venjari: Lars Olsen Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen Svøríki: Robin Olson, Cagiliari Italia – Mikal Lustig, Celtic FC Skotland (Emil Krafth, Newcastle United Ongland, 46.), Victor Lindelöf, Manchester United Ongland, Andreas Granqvist, Helsingborgs IF, Pierre Bengtsson, FCK Danmark – Alexander Isak, Real Sociedad Spania, Sebastian Larsson, Hull City Ongland (Jimmy Durmaz, Galatasaray Turkaland, 73.), Albin Ekdal, Sampdoria Italia (Gustav Svensson, Seattle Sounders USA, 63.), Kristoffer Olsson, FC Krasnodar Russland – Robin Quasion, FSV Mainz 05, Marcus Berg, FC Krasnodar Russland Venjari: Janne Andersson Tað kann ikki verða nak­ ar ivi um, at føroyska liðið tapti dystin á bæði taktikktalvuni og í viljanum. Lands­liðs­venj­ arin rakti skeivt í minst trimum av spæl­arunum og taktikk­urin passar ikki til svenska spælið. Tað skal sigast, at fleiri viðmerkjarar siga at hetta er nakað av tí besta, sum svenska landsliðið hevur spælt. Føroyska liðið megnar ikki at dystast í nær­ dystunum. Hetta skapar millum annað trupul­ leikar frammanfyri okk­ ara egna brotsteig. Vit fáa heldur ikki fatur á bólt­inum, tí svensku spælararnir eru stinnir at flyta seg og flyta bóltin runt. – Hetta er ein tann ring­asti fyrri hálvleikurin, sum eg kann minnast, sigur Lars Olsen. Hann er vónbrotin, tá hann kemur í Mixed Zone, har fjølmiðlarnir sleppa at gera samrøður. Hann roynir at verja borg og vísa á, at svenskarnir bara vóru í okkara brotsteigi fimm ferðir, hóast málini blivu fýra. Gunnar Nielsen, Brandur Hendriksson og Atli Gregersen eru allir vón­brotni. Felags fyri allar eru, at teir hava tor­ ført við at seta orð á av­ rikið í fyrra hálvleiki. Tað kann altíð henda, at vit tapa ein dyst móti einum mótstøðuliðið, ið spælir væl. Men tað er ørkymlandi, at føroyska liðið letur so nógv mál inn. Í mun til farnu undan kapping helt før­oyska liðið málið reint annan­ hvønn dyst. Nú kom í miðal trý mál inn fyri hvønn dyst, og vit hava ikki verið nær við at halda málið reint. trondur@sosialurin.fo Taptu í vilja og taktikki Dómarameting: TIAGO MARTINS (PORTUGAL) Hevði ikki stórvegis trupulleikar, tí dysturin verður avgjørdur tíðliga. Heldur kortunum í lumman mest møguligt og tað er ikki so galið. Føroyar innskiftarar: 6 Heini Vatnsdal (Inn 46.min) 5 Jóannes Bjartalíð (Inn 63.min) 4 Meinhard E. Olsen (Inn 76.min) 7