Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 DEBUT TIL ANDRIAS ERIKSEN – Tað var fantastisk. Eg eri ótrúliga stoltur, men samstundis eisini skuffaður av at vit lata tvey mál inn. Tað hevði sæð nógv betri út, um tað endaði 2-0 – ella um Jóannes skoraði, so hevði tað sæð ordiliga gott út. Tað er keðiligt at tað skal enda soleiðis, tí avrikið er nógv betri hesaferð, sigur Andrias H. Eriksen. Tróndur Arge – El Molinón, Gijón Eina løtu fer hjartað heilt upp í hálsin. Tað eru spældir 73 min­uttir og føroyska lands­liðið er í holt við at reisa seg, eftir slaka avrikið hós­kvøldið á Tórsvølli móti Svøríki. Jóannes Bjartalíð fer tví­ sporandi móti spanska mál­ inum, eftir ein feil frá navn­ frama Sergio Ramos. Spania er á odda 2-0, men eina løtu livur dreymurin um, at Føroyar kunnu senda ein skelk gjøgnum spanska fót­ bólts­heimin. – Eg fangið bóltin frá Sergio Ramos og blívi einsa­ mallur móti David De Gea. Tað kemur ein kempa ímóti tær, men eg skal bara leggja bóltin í antin longra ella nærm­ari málhorn. Eg geri hvørki og skjóti mitt á hann, sigur Jóannes Bjartalíð um stóru løtuna í dystinum – Eg havi sæð støðuna um­aftur og eg fari ikki at sova í tríggjar dagar, leggur Jóannes Bjartalíð afturat. Eina løtu leita tankarnir aftur til 11. oktober 1997, tá Føroyar minka um munin til 2-1 á júst sama leikvøllinum móti Spania. Tíverri skorar Spania tvær ferðir móti dystarenda, so tað endar 4-0. Tað tekur glansin av avrikinum hjá før­ oysku spælarunum. Broytt spælskipan og nýtt lív Fyrireikingarnar til dystin eru ikki drúgvar. Liðið venur á Tórsvølli fríggjapartin fyrra­part. Greitt er at Hørður Askham ikki kemur við til Spania, men Lars Olsen tekur ongan spælara fyri hann. Flogið verður fríggja­ kvøldið til Gijón og leyg­ar­ dagin er venjing á leik­vøll­ inum. Her sæst at Jóannes Bjartalíð er á liðið saman við teimum, ið væntandi byrja inni. Landsliðsvenjarin boðar eisini frá, at spælskipanin verður broytt, so at vit hava tríggjar í miðverjuni. Tað er lítil áhugi fyri før­ oyska tíðindafundinum, har tað nærmast tykist sum at sponsku fjølmiðlafólkini bara spyrja fyri at vera fólka­ lig. Tá er áhugin størri fyri spanska landsliðs­venj­ar­ anum, Robert Moreno, og mið­vall­aranum úr FC Barce­ lona, Sergio Busquets. Tó er ongin áhugi fyri gestunum úr Før­oyum. Tað er ikki fyrr enn Sergio Busquets fær ein spurning frá føroysku miðl­unum um Føroyar, at Føroyar sleppa upp í part. – Vit sóu ikki so nógv av Føroyum. Tað er eitt lítið land við flottari natúru. Vit taka ikki hendan dyst­in sum skemt. Vit taka Føroyar í álvara. Vit spældu væl í Føroyum á einum øðr­vísi undir­lagi. Nú eru vit á heima­ vølli og eg vóni at spæl­ arar­nir, ið vera á vøllinum í morgin fara at gera alt fyri at vinna, so vit kunnu halda fram á leiðini at fáa 30 stig, sigur Sergio Busquest. Dysturin verður spældur á Estadio El Molinón- Enrique Castro "Quini". Heini Vatns­dal byrjar í miðverjuni saman við Atla Gregersen og Rógva Baldvinsson. Sølvi Vatnhamar verður fluttur aftur á høgra vongbakk, með­an Hallur Hansson og Brandur Hendriksson spæla mitt á miðjuni. Klæmint A. Olsen, sum skoraði móti Spania á Tórs­ vølli, er eisini við frá byrjan. Jóan Símun Edmundsson og Jóannes Bjartalíð stuðla honum. Góðkendur fyrri hálvleikur Tað sjón fyri søgn, at spaniólar eru sterkir á bólt­ inum. Teir kringseta okkara brotsteig og spæla smáspæl millum okkara spælarar. Føroyska liðið megnar tó at halda spaniólum vekk frá málinum fyrstu minuttirnar, men tá 13 minuttir eru spæld­ir gongur galið. Á brots­teigarmarkinum fær Atli Gregersen ikki ruddað vekk og Rodrigo Moreno úr Valencia spældur púra leys­ ur. – Nú eru míni eygu litaði, men eg haldi tað fyrst er fríspark, síðani fer bólturin í hondina og tað er rangstøða, sigur Atli Gregersen. Fleiri ferðir eydnast tað føroyska liðnum at spæla væl sína millum. Onkra ferð­ ina klappu sponsku áskoð­ ararnir eisini fyri tekninska samanspælinum hjá okkara spælarum. Føroyska liðið fær eisini ein hálva kjans, tá Jóan Símun Edmundsson verður sendur avstað í høgru. Hann leggur bóltin innfyri, men Viljormur Davidsen júst ov seinur at fáa fatur á inn­legg­ inum. Tað er ein góð kensla, sum føroyska liðið fer til hálvleiks við. Spanskt trýst gevur úrslit Helst hava spaniólar fingið ein uppsang í hálvleikinum, tí teir koma út sum eitt óløgið til seinna hálvleik. Føroyska liðið stendur ímótii fimm minuttir, so gongur galið og Rodrigo Moreno skorar. – Vit avtala í hálvleikinum, at Spania ikki skal skorað tíðliga, men tað gera teir so. At tað er upp á mótálop, tað má ikki henda, sigur Atli Gregersen. Tað er ikki fyrr enn í 89. minutti, at innskiftið Paco Alcácer punkterar dystin við tveimum málum. 2-0 hevði sæð gott út, men eydnan er ikki við landsliðnum í løtuni. trondur@sosialurin SLOPPU VIÐ SKREKKINUM MÓTI SPANIA FÓTBÓLTUR Heini Vatnsdal og Sergio Ramos í luftdysti Dystur 1 hesa vikuna... 0-4 í Gijón Tað bleiv ongin endurtøka av dystinum móti Spania fyri 22 árum síðani, men føroyska liðið fall við æru á El Molinón sunnukvøldið. Avrikið er á góðari leið, men seinastu minuttirnir blivu dýrir