mánadagur 9. september 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Støðan var 2-0, og bæði
spanski og føroyski fót
bóltsheimurin helt ondini.
Tá vóru seytjan minuttir
eftir.
Jóannes
Bjartalíð
sneiddi framvið spanska
liðformanninum
Ramos,
og í umleið somu støðu,
sum Torkil Nielsen var í,
tá ið hann skoraði sigurs
málið ímóti Eysturríki í
Landskrona fyri 29 árum
síðani, smekkaði Jóannes
Bjartalíð til. Men ólukkutíð
bjargaði
Manchester
United málverjin David De
Gea við beinparadu, og so
varð Bjartalíð ikki heims
kendur málskjútti ímóti
spaniumonnum.
Føroyar hava annars
skorað í øllum trimum
dystunum ímóti Spania
frammanundan tí ígjár.
Klæmint A. Olsen skoraði
í 4-1 tapinum á heimavølli
í juni. Todi Jónsson og
Uni Arge skoraðu í 6-2
heimatapinum í 1996, og í
1997 skoraði Jens Kristian
Hansen í 3-1 tapinum í
Gijón.
Í
gjárkvøldið
hevði
Jóannes Bjartalíð møgu
leikan í Gijón, men tað mis
eydnaðist.
– Eg kendi meg ikki
hava so góða tíð, sum eg
eftir øllum at døma hevði.
Eg gáaði ikki eftir, hvar eg
var staddur. Um tað hevði
verið í heimligu kapp
ingini, so hevði eg iva
leyst fingið lirkað bóltin
framvið honum, men eg
skundaði mær, og eg rakti
ikki bóltin so væl, sum tað
var ætlanin at gera, sigur
Jóannes Bjartalíð.
Í 4-0 tapinum ímóti
Svøríki varð hann fyri
fyrstu ferð á landsliðnum,
tá ið hann í seinna hálv
leiki varð skiftur inn. Í gjár
kvøldið var hann millum
teir fyrstu ellivu. Hann var
fyrsti KÍ spælarin millum
teir fyrstu ellivu, síðani
25. mars í 2017, tá ið Páll
Klettskarð var millum teir
fyrstu ellivu á útivølli í
Andorra.
–
Eg
gjørdi
klárt
at
fegnast
saman
við
Jóannesi og øllum hinum
føroyingunum, tí eg ivað
ist ikki í, at tað fór at
eydnast honum at fáa
bóltin í málið, men tíverri
eydnaðist tað ikki, sigur
miðvallarin
Brandur
Hendriksson Olsen, sum
saman við øllum hinum
liðfeløgunum arbeiddi væl
og nógv og við fínum hug
burði.
Fyri seytjan árum síðani
– 16. oktober 2002 – var
ein annar klaksvíkingur í
somu støðu, sum Jóannes
Bjartalíð var í í gjárkvøldið.
Tað var suðuri í Hannover.
Føroyar vóru í EM undan
kappingardysti á útivølli
ímóti Týsklandi, sum stutt
frammanundan hevði tapt
HM finaluna.
Støðan var 2-1, tá ið
Hjalgrím Elttør eftir langt
útspark, og eftir at John
Petersen
hevði
snittað
bóltin víðari, varð leysur
innanfyri týsku verjuna.
Tað eydnaðist Hjalgrími at
seta bóltin framvið Oliver
Kahn, sum vardi týska
málið, men ólukkutíð brast
bólturin í stólpan, og so
vann Týskland 2-1.
Hesi seytjan árini síð
ani minniliga kvøldið í
Hannover hevur Hjalgrím
mangan verið partur av
práti um júst hasa støðuna,
og nú fer Jóannes Bjartalíð
ivaleyst at verða mintur á
støðuna, tá ið hann var um
reppið at skora hjá David
De Gea.
– Soleiðis verður tað
ivaleyst.
Tað
verður
neyvan ofta, at sovorðin
møguleiki spyrst, og eg iðri
meg um, at tað ikki eydn
aðist at skora. Tí talan
var um stóran møguleika
– størri enn eg akkurát tá
gáaði um, sigur Jóannes
Bjartalíð.
Avrikið síðstu løtuna
ímóti Svøríki og ímóti
Spania í gjárkvøldið vóru
so mikið sannførandi hjá
Jóannesi Bjartalíð, at hann
verður heilt víst boðsend
ur, tá ið landsliðið í oktober
og november skal spæla
fýra landsdystir.
Í oktober verður tað á
heimavølli ímóti Rumenia
tann 12. og á heimavøllil
ímóti Malta tann 15. Í
november verður tað á úti
vølli. Tann 15. ímóti Noregi
og tann 18. ímóti Svøríki.
FÓTBÓLTUR
Sama søga
hjá Jóannesi
og Hjalgrím
Fyri fyrstu ferð eydnaðist tað ikki í gjárkvøldið
at skora ímóti Spania, sum Føroyar tríggjar
ferðir áður hava skorað mál ímóti
– Eg kendi meg ikki hava so góða tíð, sum eg eftir
øllum at døma hevði, sigur Jóannes Bjartalíð.
KLÆMINT
A. OLSEN 7
(ÚT 87.min)
Hevði torførar umstøður
í álopinum, men fekk væl
burturúr. Vann fleiri ferðir
luftdystir og kláraði at halda
sponsku verjuni vekk. Hevði
tó ávísar avbjóðingar í av
spælinum, har hann onkun
tíð ikki fær tað burturúr,
sum ynskist.
ANDRIAS H.
ERIKSEN 6.5
(Inn 55.min)
Kom inn í miðverjuna fyri
Rógva Baldvinsson og gjørdi
tað gott. Fekk sett høvdið á
nøkur innlegg tóktist annars
fella væl inn á liðið. Hevur
givið Lars Olsen nakað at
hugsa um til komandi lands
liðsúttøku, tí Andrias kom
bara við, tí Odmar Færø gav
avboð.
KAJ LEO Í
BARTALSSTOVU 6
(Inn 65.min)
Fekk ikki sett síni spor í
dysinum, hóast hann var í
góðum støðum av og á. Er tó
bólttryggur og gjørdi hann í
fleiri førum.
MAGNUS
EGILSSON -
(Inn 87.min)
Kom inn seinastu løtuna
til sítt debut fyri føroyska
landsliðið. Ov stutt inni
til at gera meting.
LARS
OLSEN 7
Hesa ferð rakti landsliðs
venjarin betri við liðupp
stillingini og spælskipanini.
Nú er spurningurin um
hetta verður spælskipanin
komandi dystir
eisini?