mánadagur 9. september 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Føroyska fótbólts
landsliðið tapir 4-0
ímóti Svøríki á Tórsvølli
hósdagin. Sunnudagin
eru Føroyar aftur fyri 4-0
ósigri á útivølli í Spania.
KÍ kunnger at felagið
hevur skrivað sáttmála við
Oddmar Færø. Fyrrverandi
B36-liðskiparin ger árið
liðugt í HamKam í Noregi
áðrenn hann kemur til
Klaksvíkar í 2020.
Føroyska kvinnulands
liðið tapir 6-0 á útivølli í
Hvítarusslandi.
Føroyska U21-landsliðið
hjá monnum tapir 3-0 í
Montenegro.
Hondbóltskappingarárið
tjóvstartar við dystinum
um Lionsbikarið. Kyndils
kvinnur vinna 33-30 á VÍF
og H71-menn vinna 31-21
á Neistanum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu
spælir sín fyrsta dyst í
vaksnamannahondbólti og
skorar níggju mál fyri upp á
45 minuttir fyri H71.
Kjartan Johansen og
Helgi Hildarson Hoydal
skjóta ávikavist tíggju
og fimm mál tá ið Viking
Stavanger vinnur 25-22
á Sandefjord, ið er ein av
størstu kappingarneyt
unum um uppflyting.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Elias Ellefsen á Skipagøtu
Aldur: 17
Ítrottur: Hondbóltur (H71)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1: Jens Kristian Hansen
2: FIF (Frederiskberg
Idrætforening)
3: Roger Federer
4: Janne Andersson
5: Páll Klettskarð
6: 22
7: 1939
8: Mads Rydal
Elias, tú hevur júst spælt
tín fyrsta dyst í vaksna
mannahondbólti og
skorar níggju mál. Var
tað ein dreymadebut?
– Ja, eg helt tað gekk fínt! Eg hugs
aði ikki áðrenn dystin at eg skuldi
skjóta níggju mál. Eg ætlaði bara
at vinna.
Tað er tú sum hevur síðstu
hond á fimm teimum fyrstu
álopunum hjá H71 í dyst
inum. Ætlaði tú tær at
vísa teg fram fyri áskoð
arunum beinanvegin?
– Nei altso, har vóru nakrir møgu
leikar at skjóta, og so tók eg
sjálvandi av!
Hvussu var at spæla í
vaksnamannakapping
fyri fyrstu ferð?
– Har er størri fysikkur og menn
eru størri enn eg havi verið vanur
við, men tað var stuttligt at spæla
ímóti teimum.
Nýggju mál í tínum
fyrsta dysti, fært tú ikki
stórheitsvanvid nú?
– Haha, nei. Eg royni at halda
beinini á jørðini.
Vit eru nógv sum halda
at H71 er stórfavorittur
í ár, hvussu er tað?
– Tað er fínt! Vit hava ætlað okkum
at verið favorittar, so tað taka vit
sjálvandi til okkum. Vit gjørdu tað
eisini gott í dag, so tað var super.
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir.
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast.
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við.
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Hvør skeyt føroyska málið, tá ið Føroyar taptu 3-1
ímóti Spania í Gijon í 1997?
2. Hvussu eitur hondbóltsliðið í næstfremstu donsku
deildini, har fimm føroyskir leikarar spæla í ár?
3. Hvør hevur vunnið flestar “Grand Slam-kappingar í
tennis?
4. Hvussu eitur venjarin á svenska
fótbóltslandsliðnum?
5. Hvør var seinasti KÍ-leikari at byrja inni í
manslandsdysti áðrenn Jóannes Bjartalíð?
6. Hvussu nógv gullmerki vunnu Føroyar á
oyggjaleikunum á Gibraltar í summar?
7. Nær er ÍF Føroyar stovnað?
8. Hvussu eitur hondbóltsvenjarin á myndini?
Mynd: KÍ
„Hvørja ferð vit snakka um
at reisa okkum fáa vit bank.
Nú skulu vit gevast við at
snakka og bara gera tað.“
Atli Gregersen í samrøðu við FM1 eftir dystin ímóti Spania
„Um eg hevði ein venjara, sum
vandi eins og eg geri, so hevði eg
verið tíggju ferðir betri spælari!.“
Jorge Jesus, tiltikin portugisiskur venjari, í samrøðu við blaðið, Abola
„Eg veit ikki hvat hendi. Kanska
var tað tí at kona mín ikki
hugdi eftir dystinum.“
Antoine Griezmann eftir at hava brent brotsspark ímóti Albania
Elias Ellefsen á
Skipagøtu, H71
Mynd: Álvur Haraldsen