Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. september 2019 · Nr. 103 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tað er lítið hugaligur lesnaður at lesa seinastu úrslitini hjá føroyska landsliðnum. Síðani sigurin á Malta í fyrsta umfari av Nations League, hava vit spælt 11 dystir. Tað er blivið til tveir javnleikir og níggju tap. Fyrri javnleikurin var móti Kosovo, sum heldur fram við at taka fótbóltsheimin á bóli, men seinni var á útivølli móti Malta. Hesar ellivu dystirnar hava vit bara skotið fimm mál. Tvey av teimum hava ikki havt nakran týdning fyri gongdina í dystunum. Tað tykist sum at føroyska landsliðið er komið til eitt vegamót. Tað er lítil áhugi fyri føroyska landsliðnum, tá vit eru á útivølli. Í Spania bleiv Føroyar ikki nevnt við einum orði og dagarnar, har vit fingu rós í altjóða miðlum er taldir. Stuðulin millum fólkið tykist versna. Móti Svøríki fóru fleiri fólk áðrenn dysturin var liðugur, men tað skal sigast at tey vóru vælmøtt til dystin. Vit liggja niðast í EM-bólkinum við ongum stigi. Aftanfyri Malta, sum fær betri úrslit enn vit móti teimum stóru. Vit knekka móti teimum flestu. Kosovo, Aserbadjan, Svøríki og Spania hava øll skotið meiri enn eitt mál við stuttum millumbilum í dystunum. Vit ganga aftur móti Malta. Frá at vinna 3-1 á Tórsvølli til fyrst 0-0, og síðani at tapa 2-1 móti tíggju monnum í mars mánaði. Tað vóru glottar at hóma móti Norra og Spania, men tað er bara móti Norra at vit møguliga høvdu havt ein kjans at gera nakað, um vit skoraðu. Um vit skulu hava nakran kjans í altjóða fótbólti, har vit síggja fleiri av smærru tjóð­unum flyta seg nógv, so mugu vit flyta okkum við. Vit mugu leita eftir hvørjum pro­sentið í menningini og í dyst­unum. Vit eru kom­in til eitt vega­mót, har vit mugu gera upp við okkum sjálvi, um vit meina hetta av álvara. trondur@sosialurin.fo Landsliðið komið til eitt vegamót FÓTBÓLTUR Her høvdu vit einki at gera Føroyar taptu fríggjakvøldið 3-0 á útivølli ímóti Montenegro, sum umsetti tvey brotsspørk til mál Jóannes Hansen Síðani leygardagin hevur før­oyska U-21 landsliðið verið í Norður­ makedona og fyrireikað seg til EM undan­kappingardystin týskvøldið. Takið er at reisa seg eftir at tað fríggjakvøldið ikki gekk, sum tað varð vónað. Í viðførinum í Norður­ makedonia hevur føroyska liðið 3-0 tap ímóti Montenegro. Tað riggaði als ikki hjá fríggjakvøldið á útivølli ímóti Montenegro. Heimaliðið vann 3-0. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Tvey av teimum vóru við brotssparki. – Vit mugu bara ásanna, at hetta var ov stórur biti hjá okkum. Gamaní gekk tað hampuligt fyrstu min­u­ttirnar, men teir skoraðu trý mál í fyrra hálvleiki, og so var alt av­gjørt, ásannar venjarin hjá før­ oyska U-21 landsliðnum Eli Hentze. Tølini siga frá gongdini. Með­ an føroyingar ongantíð raktu innan­fyri málkarmin og einaferð í seinna hálvleiki sendu bóltin við síð­una av heimamálinum, so hevði Montenegro seks skot, har bólturin rakti innanfyri málkarmin og fýra skot, tá ið bólturin fór við síðuna av mál­inum. Tað vórðu tríggir minuttir lagdir aftrat vanligu leiktíðini í seinna hálv­leiki, og teir tríggir minuttirnir vóru langir fyri føroyska liðið, tí tá hevði heimaliðið fleiri vandamiklar at­sóknir, men tað eydnaðist at sleppa undan størri tapi enn 3-0. Tvey tey síðstu málini vóru við brotssparki – tá ið hálvur tími var farin og í síðstu løtu undan steðg­ inum. 6. juni taptu Føroyar 3-1 á heima­ vølli ímóti Kasakstan. Málmunurin eftir tveir dystir er 1-6. joannes@sosialurin.fo U21 landsliðið Montenegro - Føroyar U21 3-0 (3-0) 1-0: Nikola Krstovic 19. 2-0: Nikola Krstovic br 30. 3-0: Ilija Vukotic br 44. U-21 EM undankappingardystur Fríggjadagin 6. september 2019 kl. 19.00. Gradski stadion í Niksic í Montenegro Føroyar U21: Rói Zachariasen – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclasen, Daniel Johansen – Magnus Holm Jacobsen (Mads Mikkelsen, 69.), Jákup B. Andreasen – Petur Knudsen (Mads Mikkelsen, 69.), Janus Svabo Samuelsen (Hugin Samuelsen, 58.), Lukas Giessing (Pætur J. Petersen, 58.) – Stefan Radosavljevic (Bjarki C. Nielsen, 81.) Gult kort: Magnus Holm Jacobsen og Jákup B. Andreasen Venjari: Eli Hentze Eli Hentze, U21 landsliðsvenjari Mynd: Álvur Haraldsen