Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI - Fólk hava mangan lyndi til at seta tað upp soleiðis, at blind kunnu ikki hetta ella hatta, men í mongum førum mugu vit royna tað, áðrenn vit vita, um tað letur seg gera ella ikki. Tað havi eg gjørt gjøgnum lívið og soleiðis funnið út av hvat letur seg gera. Eg havi aldrin fest meg í hvat og hvussu, men gleðist tá ting lukkast. Tað sigur Uni Rasmussen, ið er fyrsti blindur tingmaður í Føroya søgu Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Tá nýggja løgtingið verður sett leygardagin eru trettan nývald tingfólk, ið taka sæti á tingi. Av teimum eru átta ting­ fólk, ið aldrin hava havt sæti á løgtingi fyrr. Millum tey átta tingfólkini er 50 ára gamli Uni Rasmussen, ið stillaði upp til løgtingsval á fyrsta sinni. Og ikki kann sig­ ast annað enn, at tað gekk heilt væl, tí við 465 atkvøðum gjørd­ist hann nummar sjey av átta tingfólkum hjá Fólka­ flokk­inum á valinum 31. aug­ ust. Meðan tað altíð eru nøkur nýggj valevnir, ið óvæntað vinna ein sess á tingi, telist Uni Rasmussen millum teirra, ið tað frammanundan vóru greið­ar ábendingar um, at ein ting­sessur var ein veruligur møgu­leiki. Tí til fólkatingsvalið 5. juni tók hann nevniliga tey flestu á bóli, tá ið hann gjørdist fremst­ ur á listanum hjá Fólkaflokk­ in­um við 827 persónligum at­ kvøð­um. Sostatt hevði hann tikið sæti á Fólkatingi, um flokk­urin vann annað um­ boðið. Ferðsluóhapp Nýggja støðan hjá Uni Ras­ mus­sen sum atkvøðuslúkur og tingmaður hjá Fólkaflokkinum er ein heilt serstøk søga, tí lagn­an kundi verið so øgiliga øðr­vísi. Tað eru nevniliga knapt tretivu ár síðan, at hann sum 21 ára gamal misti sjónina í eini ferðsluóhappi á Oyggjar­vegn­ um, tá ein hvirla tók bilin, ið hann sat í. - Eg minnist tá vit fóru út av vegnum og komu niðan á hann aftur. Alt ímillum har er burt­ ur. Men tað var beinanvegin, at eg varnaðist, at eg ikki sá nakað, sigur Uni Rasmussen, tá eg hitti hann til eitt prát í Sjóndeplinum í Havn. Men heldur enn falla í fátt yvir sína lagna og syrgja tað, ið kundi verið, valdi hann at hugsa frameftir. - Eg visti beinanvegin, at mítt lív steðgaði ikki har á Oyggj­arvegnum. Í staðin valdi eg at hugsa um hvat eg skuldi fara í holt við og koma víðari við lívinum, sigur Uni Ras­mus­ sen. At hann hevur livað hesi orð er eingin ivi um, tí umframt at vera nývaldur løgtingsmaður er hann massørur, hotellstjóri, informatikassistent og býráðs­ limur í Eysturkommunu. Hundurin ikki við At ein blindur tingmaður nú kem­ur at hava sína dagliga gongd í løgtinginum kann hugs­ast at hava nakrar avbjóð­ ing­ar við sær. Hóast tað ikki er so langt síðan, at bygningurin varð umvældur, so er hædd ikki tikin fyri, at blind hava sína dagliga gongd har. Men nýggi tingmaðurin er bjart­ skygd­ur. - Í fyrstu atløgu síggi eg ikki nakran trupulleika. Ivamál er um skipanin á telduni, ið ger tað møguligt at lesa tekstir, rigg­ar við heimasíðuni hjá løg­ ting­inum, men Jonhard Klett­ heyggj, løgtingsstjóri, er jalig­ ur, og hevur sagt, at um tað er nakað, ið manglar, so verður tað klárt, sigur nýggi ting­mað­ ur­in og leggur afturat. - Men eg vænti ikki, at hund­ ur­in kemur við inn í tingsalin. Møguleiki er tó fyri at koyra hann inn í eitt rúm í húsinum, um tørvur er á tí. At royna nakað nýtt uttan at vita, um tað eydnast, er ikki ein nýggj støða hjá Uni Ras­ mus­sen. Tvørturímóti hevur tað nærum verið ein fastur tátt­ur í lívinum hjá honum. - Fólk hava mangan lyndi til at seta tað upp soleiðis, at blind kunnu ikki hetta ella hatta, men í mongum førum mugu vit royna tað, áðrenn vit vita, um tað letur seg gera ella ikki. Tað havi eg gjørt gjøgnum lívið og soleiðis funnið út av hvat letur seg gera. Eg havi aldr­in fest meg í hvat og hvussu, men gleðist tá ting lukk­ast, sigur Uni Rasmussen. Víðakenda avtalan Hóast eitt framúr gott per­són­ ligt úrslit á fólkatingsvalinum lá tað ikki í kortunum, at Uni Rasmussen skuldi stilla upp til løgtingsvalið. Beiggi Uni Rasmussen er Jóan Magnus Rasmussen, ið seinastu árini hevur havt sæti á tingi sum varamaður hjá Fólka­flokkinum. Og teir báðir høvdu gjørt eina nú víðakenda avtalu um at býta valini mill­ um sín. Uni stillaði upp til fólka­tingsvalið, meðan Jóan Magn­us tók sær av løgtings­ val­inum. Og hóast sína støðu sum nýggj­ur atkvøðuslúkur hjá Fólka­flokkinum var tað ein av­ LÍVIÐ STEÐGA Á OYGGJAR­VE - Eg visti beinanvegin, at mítt lív steðgaði ikki har á Oyggjarvegnum. Í staðin valdi eg at hugsa um hvat eg skuldi fara í holt við og koma víðari við lívinum - Tað er ein serlig kensla at verða valdur. Men nú byrjar tað veruliga arbeiði. Tað er nú eg skal arbeiða fyri fólkið her á landi