Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104 TÍÐINDI tala, ið Uni Rasmussen hevði alla ætlan at virða. - Vit høvdu eina avtalu og eg ivaðist ikki, at soleiðis bleiv tað, svarar Uni Rasmussen, tá hann verður spurdur, um úrs­ litið til fólkatingsvalið ikki broytti støðutakanina. So vísur var hann í, at tað bleiv einki valstríð fyri sítt við­ kom­andi, at hann keypti sær eina ferð av landinum nakrar fáar vikur áðrenn valið. - Onnur søgdu við meg, at eg skuldi stilla upp, men eg var vís­ur í, at so bleiv ikki, tí eg hevði eina avtalu við beiggja mín um tað. Eg valdi enntá at keypa mær ferðaseðlar til Spania, ið ikki kundi broytast. So eg var í Spania frá 13-20 aug­ust, og kom aftur 11 dagar áðr­enn valið, greiðir Uni Ras­ mus­sen frá. Avgerðin hjá Jóan Magnus Rasmussen ikki at stilla upp til løgtingsvalið kom kortini ikki óvart á beiggjan. - Hann hevði spurt meg áðr­ enn hann tók avgerðina, um eg var áhugaður at stilla upp, um hann valdi at gevast. Tað segði eg sum var, at tað var eg. Eg sá ein møguleika, ið eg vildi royna. So tá hann boðaði flokk­inum frá, at hann ikki still­aði upp, nevndi hann, at eg var áhugaður, sigur Uni Ras­ mus­sen. Á ting Tá beiggin avgjørdi ikki at stilla upp til løgtingsval fór Uni Rasmussen alt fyri eitt til verka at vinna ein av teimum 33 sessunum. - Eg merkti stóran mun á val­stríðnum. Samanborið við løgtingsvalið var fólka­tings­ valið ikki serliga nógv um pol­ it­isk mál, sigur hann og leggur aft­urat. - Í valstríðnum vísti eg mill­ um annað á, at neyðugt er við ein­ari heildarætlan fyri menn­ ing og endurmenning hjá teim­ um, ið bera brek ella hava fingið varandi sjúkur. Har­um­ framt hevur fiskivinnan eisini fylt nógv hjá mær. Og tá tíðin kom enn einaferð at sita og bíða eftir val­úr­slit­in­ um, gjørdist skjótt greitt, at val­stríðið bar á mál. - Eg føldi meg rættiliga trygg­ an áðrenn valúrslitini komu av Argjum og Havn. Per­són­liga atkvøðutalið hjá mær var so mikið høgt, at tað var týði­ligt, at tað fór at eydnast. Onk­ur, sum ikki var úr Havn, skuldi fáa øgiliga nógvar at­kvøð­ur í høvuðsstaðnum, um tey skuldu yvirhálað meg, sigur Uni Rasmussen. Og aftaná tvey valstríð upp á eitt summar er hann nú klárur at fara til verka í sínum nýggjum starvi á løgtingi. - Tað er ein serlig kensla at verða valdur. Men nú byrjar tað veruliga arbeiði. Tað er nú eg skal arbeiða fyri fólkið her á landi, sigur Uni Rasmussen. Trý ára royndir Politiska yrkisleiðin hjá Una Rasmussen byrjaði annars fyri trimum árum síðan, tá hann stillaði upp á lista A í Eystur­ kommunu. Við 115 persónligum at­kvøðum bleiv hann topp­ skor­ari hjá lista A, ið eisini gjørd­ist størsti listin á valin­ um. - Tá var eg klárur at blíva borg­arstjóri, um eg fekk tað í boði, men tað bleiv ikki so, minn­ist Uni Rasmussen aftur á. Kommunuvalið gav honum hug at royna meira, so tá fólka­ tings­valið nærkaðist, valdi hann enn einaferð at stilla upp. - Eg helt tað vera stuttligt at vita, hvat eg kundi fáa til eitt fólkatingsval, men gjørdi tað eisini fyri at hála nakrar at­ kvøð­ur til flokkin. Vónin tá var bara at enda rímiliga ovar­ laga, so um flokkurin fekk eitt um­boð, slapp eg kanska onkr­ an túr á Fólkating, sigur Uni Ras­mussen. At hann skuldi blíva topp­ skor­ari kom tískil óvart á hann, tá hann sat heima í Gøtu val­kvøldið og fylgdi við úrs­lit­ un­um. - Líka til tað seinasta var eg sann­førdur um, at úrslitið í Havn­ini fór at broyta tað. At onk­ur annar fór framvið, men tað hendi ikki. Eg hevði sagt við konuna áðrenn, at um eg fekk færri enn 300 atkvøður var eg ikki nøgdur, men um tað vóru fleiri enn 500 var eg ordiliga væl nøgdur, sigur Uni Ras­mussen, ið fekk 827 atkvøður. Útilokar einki Tá Uni Rasmussen varð valdur í býráðið í Eysturkommunu fyri trimum árum síðan smædd­ist hann ikki burtur, men var klárur at taka við borg­ar­stjórasessinum, um hann fekk møguleikan. Fólkaflokkurin situr í hes­ um døgum í samráðingum við Sam­bandsflokkin og Mið­ flokk­in um eina nýggja sam­ gongu millum flokkarnar. Tí­ skil er landsstýrissessur ein møgu­leiki, men hesa ferð er hann eitt sindur meira varin. - Eg havi ikki hug at úttala meg um, hvat eg kundi hugsa mær. Men eg vóni at tað verður ein borgarlig samgonga, sigur Uni Rasmussen. AÐI IKKI EGNUM