Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Bøndur vilja samstarva um ferðavinnu í haganum FERÐAVINNA Bøndur í Suðuroy vilja fyrireika seg til ferðavinnuna, áðrenn tað verður ov seint Áki Bertholdsen Bøndur og jarðareigarar í Hvalba og í Sandvík, eru sinn­ aðir at samstarva um, hvussu hagarnir, teir varða av, skulu brúkast í ferðavinnuni. Tað er úrslitið av fundi í Hvalba í gjárkvøldið, at umboð fyri allarflestu hagarnar í komm­ununi vóru til staðar. – Suðuroyingar hava ein eina­standi møguleika at fyri­ reika seg til eina komandi ferða­vinnu - áðrenn tað verður ov seint, halda tær báðar, Ingi­ bjørg Berg og Theresa Turið­ar­ dóttir Kreutzmann, sum virka fyri at menna ferðavinnuna í Suð­uroy. Tí eru tær báðar nú, í sam­ starvi við kommunurnar, farn­ ar at kalla bøndur og haga­eig­ ar­ar at umrøða spurningin um, hvussu hagarnir kunnu brúk­ ast í ferðavinnuni. Mánakvøldið varð fundur í Hvalba fyri bøndur og jarðar­ eig­arar í Sandvík og í Hvalba, og í gjárkvøldið, eftir at blaðið fór til prentingar, varð fundur á Tvøroyri fyri bøndur og jarð­ ar­eigarar har. Og mánakvøldið verður fundur í Sumba. Slepst ikki undan Ingibjørg Berg og Theresa Turið­ardóttir Kreutzmann, vísa á, at ferðavinnan er komin til Føroya, og hon fer bara at vinda upp á seg. – Vit verða øll ein partur av ferðavinnuni, antin vit vilja tað ella ikki, siga tær. Ferðavinnan er eisini við at taka seg upp í Suðuroynni og tær ivast heldur ikki í, at hon fer at fleirfaldast í Suðuroy hesi næstu árini. Men tær staðfesta eisini, at tað slepst heldur ikki undan, at ferðafólk fara í hagan, tí magnetin, sum dregur tey til Føroyar, er fyrst og fremst náttúran. Og tær halda, at tað hevur stóran týdning, at suður­oy­ing­ ar fyrireika seg til ferða­vinn­ una, áðrenn hon tekur seg upp av álvara, soleiðis at vit ikki vera rend um koll av ferða­fólk­ in­um. Norðan fyri eru nógvar ræðu­søgur um, hvussu illa tað kann gangast, tá ið ferða­vinn­ an kollrennur smá samfeløg, so­leiðis at fólk ynskja hana, har piparið grør, tí hon er meiri til fortreð enn til gagns. Hava eitt gylt høvi Ingibjørg Berg og Theresa Tur­ ið­ardóttir Kreutzmann stað­ festa, at norðan fyri hava tey ikki verið fyrivarin, og hava skipað ferðavinnuna nóg væl, og tí er tað farið yvir gev­ind summa staðni. Samstundis halda báðar eis­ ini, at Suðuroyggin hevur allar møguleikar fyri at sleppa und­ an at enda í somu støðu. Men tær halda ikki, at tað er nøkur gongd leið, at hvør bóndi, og haga­eigari setir sína egnu skip­an í gildið. Tað eru einir 17-18 hagar í Hvalba og Sandvík, so tað er eisini vónleyst hjá ferðafólki at fáa avtalur við hvønn ein­ staka haga. Tí halda tær, at tað mest skyn­sama er at fáa eina felags loysn fyri allar hagarnar. Og tað tóku hagarnir undir við. Sostatt var semja um, at allir hagarnir í Hvalba og í Sandvík skuldu velja eini trý ella fimm fólk í eina nevnd, sum skal umboða allar hag­ar­ nar í sambandi við ferða­vinn­ ina, og, hvussu hon kann skip­ ast. Ein partur av tí verður eisini at fáa avtalu við hagarnar um, hvussu teir skulu samsýnast fyri at ferðavinnan brúka hag­ ar­nar. – Heldur hendan støðan fram, har bøndur, hvør í sínum lagi, seta gjaldsstøðir upp, elvir tað bara til, at ferðafólk lata vera við at fara hagar, men so verður trupulleikin bara flutt­ ur onkra aðra staðir, og tað er ikki ein gongd leið í longdini, halda Ingibjørg Berg og Ther­ esa Turiðardóttir Kreutzmann. Men hetta er ein spurningur sum krevur, at hvør einstakur hagi tekur undir við tí, og so­ statt verður næsta stigið at fáa allar hagarnar at viðgera málið og at boða frá, um teir taka undir við eini slíkari manna­ gongd. Í hesum sambandi var mest hugsað um vinnuliga ferða­ vinnu, ikki møguleikarnar hjá før­oyingum at njóta nátt­úr­ una. Á fundinum í Hvalba vóru tey eisini greið yvir, at tað krevur eitt miðvíst upplýs­ing­ ar­arbeiði fyri at sleppa undan, at ferðafólk verða í vegin, tá ið tey reka, í harutíðini o.s.fr. Men tær halda, at tað er ein sjálvsagdur møguleiki at flyta kunningina umborð á Smyril, so at ferðavinnan í Suðuroy fær eitt høli umborð, tí har tveir heilir tímar, har ferða­ vinna í Suðuroy kann hava sam­band við ferðafólkini. –  Tað er ein heilt serligur møgu­leiki, ferðavinnan í Suð­ ur­oy hevur, og tann tíðin kann brúkast til at selja ferðir, til at upplýsa, til at kunna, og til at svara spurningum. Enn eru ikki so nógv ferðafólk í haganum í Hvalba og í Sandvík, haðani hendan myndin er. Men tey fara at koma og tá snýr tað seg um at vera til reiðar, halda Ingibjørg Berg og Theresa Turiðardóttir Kreutzmann. Men tær halda eisini, at tað hava suðuroyingar allar møguleikar til. Myndina tók Erik Christensen Suður­oyingar hava ein einastandandi møguleika at fyrireika seg