Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Bussleiðin enn einaferð: Eingin leið oman eftir Hvítanesvegnum Tórshavnar kommuna – virkin og vakin fyri HVØNN? Bozena Rasmussen Vegna bussferandi við Hvítanesvegin Framhald: Vit hava gjørt okkara viðmerk­ ingar til nýggju bussferða­ætl­ anina, men kommunan skilur ikki ella vil ikki skilja, at Hvíta­ nesvegurin má hava ein buss­ leið oman í býin. Í meira enn 40 ár hava vit við Hvíta­nes­ vegin havt eina bussleið bæði oman í býin og niðan aftur. Nú hevur kommunan av­ gjørt, at soleiðis skal tað ikki vera longur! Hetta er full­komi­ liga óskilligt fyri okkum. Hvussu ber tað til, at vit, sum gjalda skatt til komm­un­ una og búgva báðumegin við Hvítanesvegin ikki longur hava rætt til at hava eina buss­ leið oman í býin? At kommunan hevur goldið kr. 700.000.- fyri bussferða­ætl­ an­ina til fyritøkuna COWI í DK. Hóast kostnaðarmikil, so hevur fólkið í kommununi fingið eina sera vánaliga buss­ leið! Tað rætta var at bjóða hetta út til eitt lokalt virki, sum kennir vegakervið og hvussu fólk ferðast her í býn­ um og í kommununi. Vit hava eins og øll onnur í kommununi RÆTT til eina buss­leið oman í býin, og vit krevja bussleiðina AFTUR, t.e. at Hvítanesvegur fær eina leið báðar vegir. Tað eru nógv fólk her á leið­ ini, sum nýta bussleiðina. At Studentaskúlin er fluttur út í Marknagil, eigur ikki at hava við sær, at ein bussleið verður strikað. Hetta er høpisleyst, tí leið­in oman í býin hevur ONG­ ANTÍÐ verið ein skúlaleið! – Annars so er nógv virksemi í Hoydølum og við Hvítanes­ veg­in. Umframt tey mongu, sum brúka bussin til arbeiðis og í skúla, er ferðing í sambandi við útisavn, tjóðsavn, bústovn og fríøki. Í Hoydølum er barna­garður, og Listasamband Før­oya fer í næstum at húsast og hava virksemi har. So stórur tørv­ur er á eini bussleið her. Bussleiðin má setast inn aftur NÚ! Annars koyra fólk bil. – Og tað fer ið hvussu so er ikki at bøta um ferðslutrýstið í býn­ um. IKKI BARA NÁTTARFRIÐUR, MEN EISINI ÓUNNILIGA DÁLKINGIN Lasse Klein TAÐ SKAL VERÐA FRIÐUR TÁ TAÐ SKAL VERÐA FRIÐUR! Tað er ikki meira enn rímiligt at tað er náttarfriður og friður fyri óunniligari dálking frá skipum, so einfalt er tað, og tað er er sjálvandi uppgávan hjá komm­ununi at verja náttar­ frið­in og dálking frá skipum hjá borgaranum í eini og hvørj­ ari kommunu, og kunnu tey ikki tað so eiga tey at umhugsa sína støðu at luttaka í komm­ unu politikki. Tað er eitt ein­ falt og rættvíst og lætt val! Tað er ikki bara náttar­frið­ urin, men eisini óunniliga dálk­ingin. Tað er eitt tvíeggjað svør tí dálkingin frá somu skip­um er eitt líka so stórt vanda­mál! Eftir mínum tykki er tað eitt lætt og einfalt mál at loysa, og tað er at seta ávísar treytir, og lúka skipini ikki ásettar treytir, so hava tey einki at gera við bryggju har tey koma! EINGIN UMBERING! UPPGÁVUNA EIGUR KOMMUNAN Á STAÐNUM! Eitt gott umhvørvi er fyrsta treytin fyri at borgararnir kunnu trívast, og komm­un­ur­ n­ar hava hvør í sínum lagi skyldu til at tryggja umhvørvi so tað er liviligt og trygt at búgva á staðnum. Tað er eingin orsøk at bíða eftir umberingum frá komm­ unu ella myndugleikunum á staðnum, tey eiga at kenna sína uppgávu og tryggja góðar karmar fyri borgarar sínar. Tað er heldur eingin orsøk at bíða eftir einari yvirskipaðu lóggávu. Tað skal verða friður tá tað skal verða friður. Tað upp­gáv­ una eigur kommunan á staðn­ um! Sjálvandi! Hetta er høpisleyst, tí leið­in oman í býin hevur ONG­ ANTÍÐ verið ein skúla­leið! – Annars so er nógv virk­semi í Hoy­dølum og við Hvíta­nes­veg­in. Eitt listaverk tekur skap Eitt nýtt listaverk sá týs­dag­ in dagsins ljós í ment­an­ar­ gøtuni Tórsgøtu í Havn. Tað er Heiðríkur á Heygum, ið hevur fingið til uppgávu frá kommununi at mála lista­ verkið. Listamaðurin málaði sítt verk á ein nýggjan vegg, ið er settur upp millum Reins­ arí­ið, Perluna og Miðlahúsið. Myndamaðurin hjá Miðla­ húsinum, Álvur Harald­sen, tók hesar mynd­irnar av lista­verkinum og lista­mann­ in­um týsdagin.