Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104 TÍÐINDI øllum okkara útflutningi. Tí hevur hetta málsøkið, sum tingfólk halda virkar væl, stóran týdning fyri Før­oyar og okkara út­ flutning. Nýggjasta málsøkið verður helst orkuskifti og um­hvørvismál. Føroyar hava ein málsetning um, at øll orka á landi skal vera grøn í 2030. Vit eru komin ómetaliga stutt á tí økinum, so skal tað eydnast at koma á mál, so má ferð setast á nú. Fleiri onnur málsøki eru, men tey hava ikki so høga raðfesting hjá flokkunum, sum tey nevndu, hvørki heilsu­mál, almannamál, sam­ferðslu­ mál ella mentamál. Verður hetta samgongan Sum nevnt omanfyri, so hava hesar samráð­ing­ar­ nar gingið fyri seg í einum jaligum anda, men vit mugu ongantíð gloyma, at talan er um tríggjar flokkar, sum skulu royna at arbeiða saman. Tríggir flokkar, sum hava hvør sína stevnu­ skrá, og sum tí ikki eru samdir á øllum økjum. Fyri at koma á mál við sam­ráðingunum mugu allir partar geva seg og ongin fær alt, sum peikað verður á. Hví eru tað so hesir tríggir flokkarnir, sum royna at skipa eina borgar­liga samgongu? Jú teir hava sitið í and­ støðu saman móti eini vinstrasamgongu við einum lítlum liberalum flokki afturat. Sjálvt um talan í stóran mun var um eina minni­lutasamgongu, so eydn­aðist henni so at siga altíð at skava minst 17 atkvøður saman, tá ið at­kvøðast skuldi. Borgarligu and­ støðuflokkarnir sótu uttan­fyri og høvdu ikki ser­liga stóra ávirkan í farna valskeiði. Tí vilja teir sleppa framat nú. Flokkarnir draga ikki eina línu á øllum økjum, men teir eru felags um, at teir nú vilja hava valdið. Møguleikarnir at fara í aðra samgongu eru heldur ikki serliga stór­ir, so fyri onkrar av flokk­unum er tað soleiðis, at “får man ikke den man elsk­er, måa man elske den man får”. Sambandsflokkurin kundi kanska farið saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, men tað hevði helst ikki latið seg gjørt hjá hinum báðum flokk­unum. Og ein samgonga, har Tjóðveldi og Sam­bands­ flokk­urin eur saman, er ikki nakað, sum liggur til høgrabeinið, tí flokkarnir politiskt eru so langt hvør frá øðrum. So sjálvt um komandi tímar og dagar kunnu gerast buldrasligir, so bend­ir alt á, at sam­ gongan vit fáa hesa­ferð verður millum Fólka­ flokkin, Sam­bands­flokk­ in og Mið­flokkin. Miseydnast tann royndin, so kann tað gerast ómetaliga torført at finna fram til onkra aðra samgongu. Leygardagin klokkan 10 vitta vit um hetta verð­ur samgongan, tí tá verður tingfundur. Hann skal sambært stýris­ skipan­ar­lógina vera leygar­dagin kl. 10.