Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Løgtingsformaðurin hev­ ur givið formanninum í Sam­bands­flokkinum eina longda freist til at sam­ráðast liðugt við Fólka­flokkin og Mið­ flokkin. Longda freistin er tekin um, at sam­ráð­ing­ arnar eru komnar rættu­ liga langt og at tað bendir á, at tað fer at eydnast sam­ráðingarleiðaranum at skipa eina samgongu áðrenn leygardagin klokk­an 10, tá ið ting­ fundur verður. Hóast samráðingarnar higartil hava verið jaligar, so hevur kynkur verið í onkuntíð og seinastu ferð stutt áðrenn sam­ráð­ ingar­leiðarin skuldi hitta ting­formannin. Tað eydnaðist tó at fáa samráðingarnar á beint aftur og tí kundi sam­ráð­ ingarleiðarin geva ting­ formanninum boð um, at hann fegin vil halda fram at samráðast. Samráðingarnar eru komnar so mikið langt, at samgonguskjalið er um at vera liðugt skrivað. Har eru nøkur fá brot eftir, sum roknað verður við verða fingin uppá pláss. Men so kemur aftur ein stórur heyggur, sum tey saman skulu upp um. Tað er tá ið málsøkini skulu býtast. Verða samráðinganar mettar, sum stóra súkklu­kapp­ingin Tour de France, so er hetta talan um hægsta fjallið súkklast skal niðan á. Hvør fær hvat Allir royndir politikkarar vita, at tað er alt eftir hvørji málsøki teirra eru, so stór verður teirra ávirkan á gerandispolitikkin kom­ andi árini. Tí berjast flokkarnir sum úlvar á skóg fyri at fáa júst tey málsøki, sum teir vilja hava. At fáa løgmann telir sum hægsta tign, men hann hevur ongi bein­ leiðis málsøki, men hevur efti­rlit við lands­stýris­ fólk­unum. Fíggjarmál standa ovarlaga hjá flestu flokk­ um, tí alt, sum tingið sam­tykkir og sum lands­stýrið ætlar skal gjøgnum fíggjar­mála­ ráð­ið. Tað vil siga, at landsstýrismaðurin við hesum málsøki hevur alstóra ávirkan, hvussu skjótt mál verða avgreidd og um tey verða avgreidd. Hesin lands­stýris­ maður­in situr eisini við penni­num, tá ið langtíðar játtanarkarmarnir verða lagdir og tá ið uppskotið til fíggjarlóg verður gjørt. Tí hevur júst hetta máls­økið so stóra at­ dráttar­megi. Hitt málsøkið, sum næstan hevur líka stóra tign, er fiskivinnumál. Fiskivinnan og fiski­ vinnu­nýskipan hevur staðið ovast á breddanum nú í meira enn fýra ár og onki bendir á, at hon ikki eisini fer at gera tað í hesum valskeiðnum. Heilt vist fara Fólka­ flokk­urin og Sambands­ flokk­urin báðir at leggja seg eftir at fáa hetta máls­økið og stríðið um júst tað, kann lættliga gerast eitt sindur ljótt. Uttanríkismál gerast eitt alt størri málsøkið og tað verður helst eisini kapp­ing um at fáa tað, eins og vinnumál liggja ovarlaga. Vinnumál umfata alla alivinnuna, sum stendur fyri meira enn helvtini av BÁRÐUR NIELSEN HELDUR FRAM SUM SAMRÁÐINGARLEIÐARI Metingarnar hjá Bárði á Steig Nielsen og løgtingsformanninum siga, at vit nærkasst einari samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokin og Miðflokkin