týsdagur 10. september 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104
TÍÐINDI
- Tað er týdningarmikið, at vit lata dyrnar upp
og bjóða okkara mentan fram, sigur nýggi
leiðarin í Føroyahúsinum, Sissal Kampmann
- ØLL SKULU
FØLA SEG HEIMA Í
FØROYAHÚSINUM
Pætur Hjalmar Evensson
Nýggi leiðarin í Føroya
húsinum
eitur
Sissal
Kampmann,
sum
vit
kenna sum eitt nú yrkjara
og
fjølmiðlafólk.
Hon
byrjaði í leiðarastarvinum
1. august og er somuleiðis
fyrsti kvinnuligi leiðarin
í søguni hjá Føroyahúsi
num.
Sjálv
hevur
Sissal
Kampmann nógv fóta
spor í Føroyahúsinum,
og hon hevur roynt seg í
næstan øllum leiklutum
har. Hon hevur bæði gjørt
mat, serverað, vaskað upp
og vaskað gólv, skipað
fyri tiltøkum og enntá
verið lærari á føroyska
skúlanum.
Hennara
tilknýtið
til húsið er sostatt sera
sterkt, og hon er ein av
fleiri, ið umtala Føroya
húsið sum tað bláa húsið.
- Bláa húsið er onkurs
vegna mítt annað heim,
og eg eri nakað so góð
við tað. Hetta er eitt
sera litríkt stað bæði
viðvíkjandi
týpum
og
aldursbólkum,
sigur
Sissal Kampmann, sum
nú er flutt aftur til Keyp
mannahavnar eftir fýra
ár í Føroyum.
- Tað perfekta
starvið fyri meg
Hóast
nógv
fótaspor
og initiativir í Føroya
húsinum so hevur Sissal
Kampmann
ongantíð
roynt at verið aftan fyri
leiktjøldini - inntil nú.
- Júst hetta var eg eitt
sindur ørkymlað um, tá eg
søkti starvið, tí fyrisiting
er ikki nakað, eg havi
verið so køn í. Men við tí
góða baklandinum her í
Føroyahúsinum, so ivist
eg ikki í, at eg skjótt fari
at læra tað, sigur nýggi
leiðarin.
- Aftan á at hava um
hugsað hetta, varð eg
sannførd um, at hetta
var tað perfekta starvið
fyri meg. Tí gjørdi eg av
at senda eina umsókn
avstað, tó uttan yvir
høvur at vænta, at eg fór
at fáa tað.
Føroyahúsið sum
vit kenna tað
Føroyahúsið
er
júst
høvuðsumvælt, so nú
er endiliga klárt at fara
í gongd við dagliga virk
semið í bláa húsinum á
Vesturbrúgv aftur.
- Alt fer sjálvandi at
halda fram akkurát, sum
tað hevur gjørt. Tað skal
vera pláss fyri týsdags
døgurðum,
teirri
sið
bundnu mentanini og
øllum hinum, sum er
farið fram her seinastu
nógvu árini, vissar Sissal
Kampmann fyri.
- Har eru nøkur fólk,
sum eru knýtt at húsi
num, sum eiga lívið í tí,
sigur hon og sipar eitt
nú til Heina Davidsen og
Virgar T. Dalgsgaard.
-
Teir
persónarnar
kann mann ikki klára seg
uttan, bæði so og so. Teir
hava so nógva vitan og
duga at seta ting í verk,
sum teir hava gjørt so
ofta áður, sigur Sissal
Kampmann.
- Men tað týdningar
mesta er, at raksturin er
sunnur, og at botnlinjan
er svørt og ikki reyð.
Tískil eru vit noydd at
halda fast í teimum út
vortis leiðarunum, sum
hava tryggjað ein støðug
an búskap, sigur hon.
- Fólk skulu
brúka húsið
Stóra ynskið hjá Sissal
Kampmann fyri fram
tíðina er at fáa fólk í
øllum aldrum at føla, at
Føroyahúsið
er
teirra
hús. Hon heldur tað
vera spell, um tey fínu
hølini á bestu adressu í
Keypmannahavn standa
hálvgum tóm í staðin fyri
at vera gagnnýt til fulnar.
- Tað er av stórum
týdningi, at øll føla seg
heima her og føla, at
húsið er teirra. Fólk skulu
vita, at tað er møguligt at
útfolda seg her og brúka
hølini, sigur hon og vísir á
nøkur dømi, hvussu húsið
kann brúkast sum eitt
kreativt verkstað.
- Um tú skalt skriva
eina uppgávu, ert tú
altíð vælkomin her at
skriva, og tað sama um
tú hevur tørv á at leggja
eitt manuskript á 100
síður niður á eitt stórt
gólv fyri at fáa yvirlit.
Ella um tú skalt hava ein
fund ella tiltak, ella royna
eina konsert ella lista
installatión, sigur Sissal
Kampmann.
Vil bjóða føroysku
mentanina fram
Eitt annað, sum Sissal
Kampmann
ætlar
at
leggja seg eftir komandi
tíðina, er at brúka Føroya
húsið til at bloyta upp
uppá nakrar fordómar
hjá dønum og øðrum um
Føroyar.
- Eg haldi, tað er týdn
ingarmikið, at vit lata
dyrnar upp og bjóða
okkara mentan fram og
bjóða øðrum inn í okkara
mentan.
Tað
finnast
nógvir Føroyavinir og
onnur fólk, ið eru áhugað
í Føroyum sum tjóð og
mentan,
sum
ivaleyst
vilja støkka inn á gólvið.
Sissal
Kampmann
sigur, at vit føroyingar
kunnu brúka húsið til at
vísa á, hvørji vit eru, hvat
vit kunnu, og hvat vit
standa fyri.
- Kanska fólk so byrja
at skilja, at vit ikki bara
eru
sovorðni
blóðtyst
grindadrápsfólk,
sum
eta turran fisk og hvørki
hava internet ella far
vegir,
flennir
Sissal
Kampmann við einum
glimti í eyganum.
- Hans Petur dugir
at taka avgerðir
Sum leiðari í Føroya
húsinum eru tað nógv
ting, sum Sissal skal
seta seg inn í. Tí er
fráfarandi leiðarin, Hans
Petur
í
Brekkunum,
enn til staðar og leggur
lag
á.
Men
í
næsta
mánað
takkar
hann
fyri seg, og tá skal Sissal
Kampmann standa heilt
á egnum beinum í leiðara
sessinum.
Tey
bæði
kennast
væl frammanundan, tí
Hans Petur var leiðari
hjá Sissal í sjey ár, meðan
hon arbeiddi í Føroya
húsinum fyri nøkrum
árum síðani.
- Eg havi stóra virðing
fyri honum og havi ofta
beundrað hansara evnir
at taka skjótar avgerðir.
Hjá honum er tað antin
ja ella nei, sigur Sissal
Kampmann.
Sissal skal læra
av feilunum
Hans Petur hevur gjørt
Sissal greitt, at hon fer
at gera nógvar feilir, og
at feilirnir eru neyðugir,
tí tað er feilunum, hon
kemur at læra av.
- Eg eri persónliga
rættiliga bangin fyri at
gera feilir, men so leingi
eg ikki koyri húsið á
heysin, so skal tað nokk
vera við til at menna meg
sum persón og leiðara.
Mann er jú noyddur til at
fáa vaccinir fyri barna
sjúkur, sjálvt um mann er
vaksin, sigur hon skemt
andi.
- Tað er øgiliga diplo
matiskt at vera ærligur
um tað, so tað er gott,
at hann hevur sagt tað
uppá tann mátan, sigur
Sissal Kampmann, sum
gleðir seg til komandi
tíðina í Føroyahúsinum.
pature@sosialurin.fo
SISSAL KAMPMANN:
Soleiðis sær nýumvælda Føroyahúsið út í dag