Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Pætur Hjalmar Evensson Seinastu 12 árini hevur Hans Petur í Brekk­ unum staðið á odda fyri virkseminum í Føroya­húsinum, sum er á Vestur­brúgv í Keyp­ manna­havn. Men nú takkar hann fyri seg sum leiðari fyri heldur at leita eftir nýggjum av­bjóð­ ingum. Í hesum sambandi varð skipað fyri al­ mennari móttøku í Føroyahúsinum leygar­ dagin. Nógv fólk var møtt upp, og nøkur teirra nýttu høvið at siga nøkur orð á talarastólinum um týdn­ingin og leiklutin hjá Hans Petur í Brekkunum í Føroyahúsinum. 12 hendingarík ár Hans Petur í Brekkunum lýs­ir tey seinastu 12 ár­ ini sum góð og tíðar­ krevjandi. - Tað hava verið nøkur sera góð ár á einum super góð­um arbeiðsplássi við fittum fólki, sigur Hans Petur, sum hevur brúkt nógvar tímar í Føroya­ húsinum. - Føroyahúsið hevur jú fylt alt hjá mær. Tað hevur verið í høvdinum allatíð, og eg havi ongan­ tíð ordiliga havt frí. Tað hevur so eisini gingið eitt sindur út yvir familjuna. Men tey hava verið tolin, so eg vóni, eg fái meira tíð til familjuna nú um kvøldarnar og um vikuskiftini. Fíggjarliga grundarlagið styrkt Nógv er hent hesi 12 árini, og tí eru tað eisini nøkur avrik, sum fara at standa eftir í minninum. - Tað eydnaðist at fáa styrkt tað fíggjarliga grundarlagið hjá húsi­ num, soleiðis at bú­skap­ urin nú er stabiliseraður. Vit hava eisini gjørt broyt­ingar við upp­lat­ ingar­tíðunum í húsinum, og hava funnið ein meira modernaðan máta at skipa tiltøkini her, sigur Hans Petur í Brekkunum. Frá tónleikara til leiðara Áðrenn Hans Petur í Brekkunum bleiv sett­ ur sum leiðari í Føroya­ húsinum royn­di hann seg sum yrkis­tónleikara. Sum saxofonistur gjørdi hann serliga um seg við út­gávuni “Sooner or later” í 2002, og hann er út­búgvin frá Rútmiska Musik­konservatioriinum í Århus. Aftaná nøkur ár bleiv hann tó troyttur av tónleikalívinum og valdi tí at flyta til Keyp­manna­ havnar. - Eg minnist, at eg hugsaði, at leiðarastarvið í Føroyahúsinum kundi verið rættiliga spennandi. Eg haldi, tað gekk hálvt­ annað ár, og so bleiv tað lýst eftir nýggjum leið­ ara. Restin er søga, flenn­ ir hann. Umvælingarnar endiliga liðnar Tiltakið leygardagin var serliga serstakt, tí Føroya­ húsið endiliga tók ímóti gestum aftur aftaná um­fatandi umvælingar. Einki virksemi hevur verið í húsinum í meira enn eitt ár, burtursæð frá ólav­søkutiltakinum, sum kravdi undantaksloyvi. Fyrireikingarnar til umvælingarnar byrj­aðu fyri seks árum síðani, tá Hans Petur í Brekk­ unum saman við góð­um kreftum mál­rættað fór í gongd við at nú­tímans­ gera húsini. - Hølini vóru gomul, niðurs­litin og out of date uppá allar mátar. Tað var neyðugt at umvæla hølini, so tey kunnu liva upp til dagsins krøv í sam­bandi við tiltøk og annað virksemi, sigur Hans Petur í Brekkunum og útdýpir. - Næsta ár hevur Føroya­húsið verið á hesari adressuni í 30 ár. So kanst tú ímynda tær, hvussu tað sær út, tá mann hevur hildið til eitt stað í 25 ár, sum er blivið so nógv brúkt. Hóast tað hevur tikið fleiri ár at fingið fígging til umvælingarnar, er alt nýtt í Føroyahúsinum nú - køk, vesi, vindeygu, in­ ven­tar, teknisk útgerð og so framvegis. - Nú vóni eg, at hendan um­vælingin fer at halda eini 20 ár aftrat til tey, sum fara at rokast her í framtíðini, sigur Hans Petur í Brekkunum. pature@sosialurin.fo - Hølini vóru gomul og niðurslitin uppá allar mátar. Tí var tað neyðugt at umvæla hølini, so tey kunnu liva upp til dagsins krøv í sambandi við tiltøk og annað virksemi, sigur Hans Petur í Brekkunum, sum í næstum fer frá sum leiðari í Føroyahúsinum eftir 12 ár - FØROYAHÚSIÐ HEVUR FYLT ALT HJÁ MÆR HANS PETUR Í BREKKUNUM: Hans Petur í Brekkunum og Sissal Kampmann Mynd: Edmund Sofus Jacobsen