Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104 TÍÐINDI Steinar Patursson Hósdagin hevur nýggi filmurin eftir Mariu Winther Olsen, Nina, frum­fram­sýning í Havn og í Klaksvík. Film­urin hevur verið leingi um­ vegis. Hann hevur verið sýnd­ur á fleiri films­festi­ val­um, og loksins ber til at síggja hann í bio­ grafunum her heima. Nina er upp á vegin, og flytir við sjeikinum til Mikla­dals, hagani hann ferðast til arbeiðis á sjúkra­húsi­num í Klaksvík hvønn dag. Nina, sum roynir at fáa úr hondum fyrstu skald­søgu sína, skrivar lítið og einki, og sum frá­ líður verður hon meira og meira avbyrgd og einsa­ møll, tá sjeikurin fer til Klaks­víkar í arbeiðs­ ørind­um, onkun­tíð fleiri dagar á gangin. Í bygdini er ungur og ógiftur prestur, Fríði, ið tekur væl ímóti Ninu. Í ein­seminum í Mikladali finnur Nina tokka í Fríða, ið gevur henni tann nærleikan og ta um­sorg­ an, ið hon ikki longur fær frá sjeikinum. Nina kemur tí í eina tvístøðu millum følnandi for­holdið til William, ið er pápi at ófødda barni henn­ara, og Fríða. Orsøkin til, at filmurin nú­staðni er at síggja í bio­graf­unum, er tann, at tíl­ík­ar filmsútgávur eru skip­aðar á tann hátt, at films­festivalarnir ynskja at fáa filmarnar í rúma tíð, áðrenn teir enda á mark­ naðinum. Annars eru festivalarnir ikki áhug­að­ir. Filmurin hevur nú verið sýndur á festivalum - millum annað Miami Film Festival í USA, á Lübeck Film Festival í Týsk­landi og Molodist Kyiv International Film Festi­val í Ukraina - og tískil verður hann nú at síggja her heima. Nógvur dentur hevur verið lagdur á, at kvinnur hava tikið stóran lut í fram­leiðsluni. Maria Winther Olsen greiðir frá, at tær framleiðslurnar, ið hon áður hevur tikið lut í, hava í stóran mun verið mansdomineraðar, og at hon sum konufólk kendi seg eitt sindur eina onkun­tíð. - Eg vildi gjarna hava fleiri kvinnur við í mínari fram­leiðslu. Tað hava ikki bara verið kvinnur við í fram­leiðsluni, men tað er undir øllum umstøðum óvan­ligt, at 21 kvinnur eru í einari filmsframleiðslu, í øllum førum í Føroyum, sigur Maria Winther Ol­ sen. Upptøkurnar til filmin fóru fram í Mikladali í 2017, og um upptøkurnar sigur Maria Winther Ol­ sen, at tað var nakað ser­ ligt, at taka upp á júst har. Av tí, at framleiðslan í stóran mun var rættiliga av­byrgd, so gav tað eitt serligt samanhald mill­ um framleiðslufólk, sjón­ leikar­ar og øll onnur, ið vóru knýtt at filminum. Sam­stundis merkti tað eisini, at har vóru ávísar logist­isk­ar avbjóðingar, um tørvur var á onkrum, ið ikki var til taks í bygd­ ini. At valið fall á Mikla­dal, var heldur ikki til­vild­ar­ ligt. - Tað var allatíð ætlan­ in, at filmurin skuldi tak­ast upp á í Føroyum. Náttúr­an her heima gevur einastandandi góð­ar myndir til at lýsa kensl­ur, og akkurát í Mikla­dali er eisini okkurt serligt við náttúrliga ljósi­ num, sigur Maria Winth­ er Olsen og leggur aftrat, at hon er fegin um ta mót­tøkuna og hjálpina, ið filmsfólkini fingu frá íbúgvunum í Mikladali. Maria Winther Olsen greið­ir samstundis eisini frá, at tað var neyðugt hjá henni at gera filmin, tí at hon kendi seg so illa aftur í teimum kvinnuligu leik­ lut­un­um, ið ofta eru at síggja á filmi. - Har var einki, sum talaði til mín. Kvinnur vóru antin offur ella sex­objekt - ofta øgiliga ein­síðug­ar lýsingar av kvinnu­ni. Eg føldi ikki, at eg sá meg aftur í teim­um. Tað er pláss fyri einum leikluti, sum er eitt sindur meira saman­sett­ ur; sum bæði hevur góð­ar og ringar síður. Tað eru Marie Tourell Søderberg og Nicolaj Denck­er Schmidt, sum spæla høvuðsleiklutirnar sum Nina og William. Mike Viderø, sum und­ an filminum bert hevði roynd­ir frá pall­fram­ førslu, spælir leiklutin sum presturin Fríði. - Eg vóni sjálvandi, at fólk fara at geva sær stundir at hyggja eftir filmi­num, og at filmurin setir nakrar tankar í gongd millum fólk, sum kanska kann birta lív kjak. Um filmurin er við til at flyta nøkur mørk ella at flyta okkara hugs­ an onkran vegin, so eri eg øgiliga nøgd, sigur Maria Winther Olsen um nýggja filmin Nina, sum byrjar í biografunum hósdagin. - EG KENDI MEG IKKI AFTUR Í KVINNU­ LIGUM LEIKLUTUM