týsdagur 10. september 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Tá ræður um alkohol, er
tað ikki altíð nógmikið at
siga ”nei takk”, tá tú ikki
vilt hava meira.
Ein
nýggj
spurnar
kanning vísir, at flestu
ung hava upplivað at vera
trýst til at drekka meira
alkohol, enn tey annars
høvdu hug til.
- Kom nú, bara eina øl
aftrat. Hetta er ein setn
ingur, sum flestu ung í
Danmark hava hoyrt, tá
tey hava sagt, at tey ikki
høvdu hug til meira alko
hol.
Tað vísir ein spurnar
kanning millum 600 ung
í aldrinum 20-25 ár. Kann
ingin vísir nevniliga, at 86
prosent av teimum ungu
hava upplivað, at vinir
hava roynt at fáa tey at
drekka meira, enn tey
sjálvi høvdu hug til.
Tey, sum standa aftan
fyri spurnarkanningina,
eru Kræftens Bekæmp
else og alkoholátakið hjá
TrygFonden, sum verður
rópt ”Fuld af liv”.
Órógvandi úrslit
Stóra talið av teimum,
sum verða trýst til at
drekka meira, enn tey
sjálvi
ynskja,
órógvar
verkætlanarleiðaran,
Peter Dalum, sum heldur,
at her er tørvur á einari
mentanarbroyting, sum
hann rópar tað.
- Fyri tey ungu er tað
ógvuliga týdningarmikið
at passa inni í sosiala
felagsskapin, og tíverri er
alkohol ofta ein partur av
hesum felagsskapi.
Peter Dalum sigur, at
í átakinum ”Fuld af liv”
verður arbeitt við meira
rúmligari veitslumentan,
har tey ungu ikki nýtast
at greiða frá, um tey
takka nei til alkohol.
Hann vísir á, at ein frá
greiðing frá 2017 um van
arnar hjá ungum vísir,
at 64 prosent av teimum
15-25 ára gomlu halda,
at neyðugt er við einari
alkoholmentan, har øll
góðtaka eitt ”nei” til alko
hol.
Væntanartrýst
Hóast nýggja kanningin
vísir, at níggju av hvørjum
tíggju ungum uppliva eitt
trýst til at drekka meira,
vísir
kanningin
kort
ini eisini eina mótsøgn
spurninginum viðvíkjandi.
Í nýggju spurnarkann
ingini siga bara helvtin
av teimum spurdu, at tey
hava roynt at fáa sínar
vinir at drekka meira
alkohol, enn tey sjálvi
ynsktu.
- Hetta merkir kortini
ikki
neyðturviliga,
at
tey ungu eru óreiðulig
í sínum svarum í kann
ingini, sigur Jette Jul
Bruun, sum er skipanar
stjóri í TrygFonden.
Hon vísir á, at eitt
trýst um at drekka meira
alkohol nýtist ikki at vera
sagt við orðum, tí talan er
ofta um væntanartrýst
- á donskum ”forventn
ingspres” - og tí kunnu
ung óbeinleiðis kenna seg
trýst til sjálvi at drekka
ella at keypa alkohol til
sínar vinir.
- Tað er meira sjáldan,
at nakað ringt liggur í
hesum trýsti, men hóast
tað er hetta ikki í lagi.
Jette Jul Bruun leggur
aftrat, at væntanartrýst
eisini er millum vaksin,
og hetta skal eisini takast
í álvara.
- Men, tað er serliga
týdningarmikið at gera
nakað við hetta, tá talan
er um ungdóm, har okk
ara alkoholvanar verða
grundlagdir, sigur skipan
arstjórin í TrygFonden.
Ert tú ”pylsupressari”?
Kræftens
Bekæmpelse
og TrygFonden hava í
løtuni fokus á drekkitrýst
millum ung við átaks
filminum,
tey
rópa
”Pølsepresser du?”
Filmurin vísir, hvussu
býtt tað í veruleikanum
er, tá vit trýsta hvønn
annan at drekka alkohol
– og hvussu trupult tað
kann vera at siga nei.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at filmurin kann
síggjast um heimasíðuna
hjá danska krabbameins
felagnum – www.cancer.
dk
Spurnarkanningin
Nýggja spurnarkanning
in millum ung í aldrinum
20-25 ár er ein kanning,
gjørd umvegis netið.
Tað var greiningar
stovan Voxmeter, sum
gjørdi kanningina fyri
Kræftens
Bekæmpelse
og TrygFonden, og kann
ingin er umboðandi sam
bært krøvum til slíka,
bæði landafrøðiliga og
við atliti til kynsbýti.
Kelda: www.cancer.dk
NÍGGJU AV TÍGGJU UPPLIVA AT
TEY VERA TRÝST TIL AT DREKKA
- Kom nú, bara eina øl aftrat. Hvør
hevur ikki hoyrt hesi orð søgd?
Peter Dalum, verkætlanarleiðari,
heldur, at tørvur er á einari
mentanarbroyting á hesum øki
- Fyri tey ungu er tað ógvuliga týdningarmikið at passa inni í sosiala felagsskapin, og tíverri er alkohol ofta ein partur av hesum felagsskapi, sigur Peter Dalum, verkætlanarleiðari
Fakta:
Nýggj kanning vísir, at –
* 86 prosent av teimum ungu millum 20 og 25 ár hava
upplivað, at vinir royndu at fáa tey at drekka meira, tá tey
ikki vildu meira.
* 51 prosent søgdu, at tey høvdu roynt at fáa ein vin at
drekka meira, sjálvt um vinurin segði nei.