Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Týsdagin løgdu 49 hval beinini í Trongisvágsfirði. Grindin varð býtt til bygdirnar í sunnaru helvt av Suðuroynni Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava gjøgnum vikuna samráðst um eina nýggja samgongu. Føroyska landsliðið hevur spælt tveir landsdystir hesa vikuna, ið báðir endaðu við 4-0 tapi. Týsdagin bleiv filmurin NINA, ið Maria Winther Olsen hevur leikstjórnað, vístur í Føroyum fyri fyrstu ferð Mánadagin tók Steinar Eirikstoft við sum stjóri í føroyska sjúkrahúsverkinum Nøt MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur fingu Lukas Egholm og liðfelagarnir í Astralis fyri at vinna eina altjóða CS-kapping 3,4 Sprotin skrivar um orðið: 1 frukt við hørðum skali kring um ein etandi kjarna 2 hørð frukt ið ikki opnast tá ið hon er búgvin (hevur vanl. bara eitt fræ); sbr. nytur; sms. t.d. jarð- Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava í vikuni samráðst um at skipa eina nýggja samgongu. Fleiri ferðir undir samráðingunum hevur Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðarin, og hinir formenninir lýst ósemjurnar millum flokkarnar sum nøtur, ið skulu knekkast. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Samgongusamráðingarnar slitnaðu tí Miðflokkurin vildi heldur hava bønir enn nøtur Eg havi bara sæð nøkur heilt fá Vónbrot frá sendingini um Arnfinn og Hallur Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Ælaveður, og hitin verður um 10 stig.   Skrið ella stormur av vestri, 15 til 22 metrar um sekundið. Út á dagin minkandi niður í andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Um náttina gul til stívt andøvsgul av vestri, 6 til 10 metrar um sekundið. Nakað av sól og ælaveður. Hitin verður millum 7 og 10 stig.  Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Út á leygardagin vaksandi til strúkur í vindi upp í skrið, 12 til 18 metrar um sekundið, og sunnunáttina skrið ella stormur av vestri og útsynningi við hørðum hvirlum, 16 til 23 metrar um sekundið. Leygardagin regn, út á náttina ælaveður.  Hitin um dagin verður um 12 stig, um náttina 7-10 stig. 8-13 m/s 15-22 m/s Tað eru nú brátt 14 dagar síðani vit høvdu løgtingsval. Tíðin síðani er brúkt til landsstýrissamráðingar, men enn er ikki komið á mál. Eitt løgtingsval hevur ávirkan á føroyska samfeelagið. Ein stórur partur av vinnulívinum verður settur á “hold” til nýtt landsstýri er skipað og soleiðis er eisini í ár. Vinnan bíðar eftir, hvør samgongan verður og hvørjir persónar fara at seta seg á taburettirnar í Tinganesi. Hetta kann ein undrast á viðhvørt, tí sjáldan eru broytinganar serliga ógvusligar – uttan mun til um tað er høgra ella vinstra, sum stýrir. Tá ið tosað verður um skattir og avgjøld, so gleðast tey flestu, sum skulu gjalda minni, men tey gloyma ofta,at uttan mun til hvat hendir, so skal stórt sæð sama tal av krónum í landskassan – uttan mun um tað kemur frá skatti, MVG ella avgjøldum av ymiskum slag. Landskassin tryggjar vælferðina og syrgir fyri, at vit hava eit heilsuverk, skúlaverk, taka okkum av teimum eldru og teimum veiku. Hvussu peningurin verður tikin inn í kassan kann kjakast um, men tað liggur fast, at ongin av okkara núverandi politikarum heldur, at vit eiga at sleppa vælferðini og hvøn seg klára seg sum frægast. Ája! Kjakið um ferðavinnuna hevur ligið meira ella minni stilt, nú háárstíðin er farin afturvið, men framvegis er hópur av fremmandum fólki at møta í landinum. Neyvan hevði nakar hugsa um fyri 10 árum síðani, at ferðavinnan fór at fylla so nógv í Føroyum, sum hon ger. Hon voldir okkum nakrar trupulleikar, sum vit mugu loysa, men hon er eftirhondini eisini eitt álvarsligt íkast til føroyska búskapin. Stuttligt er eisini at eygleiða, at føroysk matmentan nú er nakað, sum fólk úr øllum heimi ferðast til Føroyar at royna. Helt annars at vit her á landi ikki gjørdu serliga nógv burtu úr tí, vit eta. Vit hava og høvdu eina framúrskarandi góða rávøru og tað skuldi faktisk ein rættuliga góður kokkur til at oyðileggja okkara fisk og kjøt. Men hygg nú. Ája! Fólkaheilsuráðið hevur verið á stórari norðurlendskari ráðstevnu um rúsdrekka. Ráðið heldur, at vit eiga at umhugsa at hækka aldursmarkið fyri, hvør kann keypa sterkt spiritus. Ráðið vísir til Íslands, har tey hava góðar royndir við at gera tað torførari at fáa hendur á rúsdrekka. Tað ger, at tey ungu í Íslandi drekka munandi minni enn tey gjørdu fyrr. Spennandi tankar, men tað krevur, at hetta verður væl gjøgnumhugsað, tí tað er ikki altíð skilagott, at innføra smartar reglar hjá øðrum til okkara lítla samfelag. Tað er gott at drekka minni, men til tað krevst eisini ein hugburðsbroyting. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At vit nú eru 51.122 fólk í Føroyum 10-15 m/s