hósdagur 12. september 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 105
5
Tann kaldasti vinnur
kappingina um eina nýggja
samgongu
Meðan hetta verður skrivað er onki samband
millum teir tríggjar flokkarnar, sum annars
ætlaðu at skipa eina borgarliga samgongu
ARNI GREGERSEN
GREINING: Í skjótt 14 dagar hava
tríggir borgarligir flokkar roynt at
semjast um at skipa eina nýgga
samgongu.
Fólkaflokkurin, Sambands
flokkurin og Miðflokkurin hava
latið væl at gongdini í sam
ráðingunum og teimum er eydn
ast so at siga at skriva eitt sam
gonguskjal, sum allir flokkar
kundu taka undir við.
Men so kom stígur í.
Mikukvøldið eftir at floksfor
mennirnir høvdu sitið saman
tað mesta av degnum, hendi ein
blokering, sum gjørdi at sam
ráðingarmennirnir, sum eisini eru
formennirnir í teimum trimum
flokkunum, valdu at fara til hús,
uttan at avtala nýggjan fund.
Hvat var einstaka málið, sum
sleit samráðinganar, hava vit ikki
fingið at vita, men at semja ikki
fekst um, hvør flokkur skuldi um
sita hvørji málsøki er avgerandi.
Vit vita, at bæði Fólkaflokkurin
og Sambandsflokkurin hava lagt
stóra áherðslu á, at teir vilja sleppa
at umsita fiskivinnumál. Tí hóast
ymiskt er skrivað í samgongu
skjalið um hetta, so vita politik
arar eisini, at tann sum umsitur
málini hevur stóra makt og kann
fara ómetaliga langt.
Støða skal eisini takast til
menningarkvoturnar og tað, sum
verður selt á uppboðssølu.
Verður tað, sum er selt og latið
higartil lagt saman, so er talan um
millum 180.000 og 190.000 tons av
fiski, sum onkur skal hava kom
andi árini, so hvørt, sum loyvini
ganga út.
Eitt annað mál er um rættindini
verða broytt til rullandi loyvir,
heldur enn átta ára loyvir, sum
skulu endnurnýggjast hvørt ár. So
halda summi, at hetta fer at líkjast
íslendsku skipanini, sum ger at
rættindini verða privatiserað
og kunnu seljast millum privat
vinnurekandi.
Fólkaflokkurin og
Sambandsflokkurin
Stríðið um hvør skal umsitta
fiskivinnuna hongur saman við
hesum, sum stendur omanfyri og
tí vil Sambandsflokkurin sleppa at
umsita fiskivinnumál.
Flokkurin heldur – ella partar
av flokkinum – at fær Fólkaflokk
urin hetta málsøkið, so verður alt
rullað aftur ogt so verður bert um
sitingarætlanin eftir av lógini um
fyrisiting av sjófeingi.
Báðir flokkarnir, eins og Mið
flokkurin, høvdu fund við bak
landið mikukvøldið, har formenn
irnir greiddu frá, hvussu langt
samráðingarnar eru komnar.
Hetta hevur sjálvandi fingið
samráðingarmennirnar at standa
enn fastari, tá ið teir hittust fyri
higartil seinastu ferð seint miku
kvøldið.
Bárður á Steig Nielsen, sam
ráðingarleiðari, sigur, at tá stóð
í botni og hann sá ikki nakran
møguleika at halda fram og tí fóru
formennirnir til hús um 23-tíðina
mikukvøldið.
Nú skal gerast vart við, at
hetta verður skrivað beint undan
evstamarki klokkan 16 hósdagin,
so tingini kunnu vera broytt, tá ið
blaðið kemur út.
Bárður á Steig Nielsen segði við
FM1 á middegi hósdagin, at okkurt
fór at henda – annaðhvørt verður
hildið fram – ella noyðist hann at
boða løgtingsformanninum frá, at
hendan samansetingin av flokk
um bar ikki á mál.
Aðrir møguleikar
Í politikki eru ofta aðrir møgu
leikar, sum kanska ikki eru so
eyðsýndir frá byrjan, men í sam
ansetingini av Løgtinginum hesa
ferð, er ein upplagdur annar mate
matiskur møguleiki, sum kann
gerast veruleiki.
Sambandsflokkurin kann velja
at fara saman við Javnaðarflokk
inum og Tjóðveldi. Teir trígg
ir flokkarnir hava tilsamans 20
tinglimir.
Hetta krevur tó, at bæði
Sambandsflokkurin og Tjóðveldi
eru samdir um at lata spurningin
um loysing liggja komandi fýra
árini.
Bárður Nielsen er í eini lykla
støðu, sum ger at hann kann
royna tann vegin og gevur tað ikki
hansara flokki nóg mikið, so kann
hann venda aftur til Miðflokkin
og Fólkaflokkin.
Tað einasta sum er vist nú hetta
verður skrivað er, at tingfundur er
leygardagin klokkan 10 og tá skal
ein nýggjur tingformaður veljast.
Politikkur
Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari.
Fiskivinnan er ein stórur knútur í samgongusamráðingunum.
Jørgen Niclasen er formaður í Fólkaflokkinum.
Jenis av Rana er formaður í Miðflokkinum.