hósdagur 12. september 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 105
6
FRANTS JENSEN
– Eg ynski, at ljóskastarin verður
fluttur frá, hvussu sjúkrahús
verkið verður stýrt, og hvar
stjórin skal sita, til at tað má vera
eitt kjak um sjúklingaviðgerð,
sigur Solby A. Christiansdóttir.
Av egnum beiskum royndum
kennir hon til mistøk, ið kunnu
henda í føroyska heilsu
verkinum. At tað kostaði pápa
num lívið, hevur fylt nógv hjá
henni og familjuni. Lesið meira
um tað í aðrari grein í blaðnum.
Persónarnir eru ikki
til í veruleikanum
Hóast hendingarnar í skald
søguni Gloymdur byggja á
veruligar hendingar, so sigur
rithøvundurin, at talan er ikki
um veruligar persónar, sum eru
fjaldir.
– Eingin persónur í bókini
er til í veruleikanum. Men eg
skal blankt viðganga, at tá ið
eg byrjaði at skriva, sá eg fólk
fyri mær, men í takt við, at
persónarnir vuksu í persón
ligheit og sereyðkennum, meðan
eg skrivaði, so hvurvu teir, og teir
nýggju mentust. Hetta kom so
við og við. Síðu fyri síðu hvurvu
ímyndirnar av teimum veruligu
persónunum, sum einaferð vóru
í mínum veruleika og eisini tann
veruleiki, sum bókin byggir
á, hvarv spakuliga, tí at eg fór
djypri inn í ein veruleika, har eg
sjálv avgjørdi, hvat hendir, sigur
Solby A. Christiansdóttir.
Íblástur frá
persónligari søgu
Søgan er um ein 60 ára gamlan
mann í Klaksvík, sum fer til
kommunulækna, tí hann er
farin at hosta eitt sindur og
hevur fingið blettir á beinini.
Víðari er tað um sambandið við
Klaksvíkar Sjúkrahús og Lands
sjúkrahúsið, meðan støðan
versnar og versnar. Tað er eisini
um støðuna hjá familjuni, sum
upplivir gongdina sera ótrygga
og ørkymlaða.
– Hetta er ikki okkara per
sónliga søga, men íblásturin er
komin frá henni. Tað er eingin
ivi í, at tey, ið kenna okkara søgu,
hava kanska eitt sindur ilt við at
slíta seg frá okkara søgu. Søgan
liggur tætt uppat, men hon er
umskrivað. Tann persónliga
søgan er alt ov persónlig. Hana
havi eg ikki hug at skriva. Eg havi
ikki hug at heingja fólk út. Tí er
ikki talan um ítøkiligar persónar,
sigur Solby A. Christiansdóttir.
Hon hevur fingið nøkur í
familjuni og onnur at lesa hand
ritið ígjøgnum.
– Viðmerkingarnar, eg havi
fingið frá teimum, eru, at okkurt
er rættiliga tætt uppá, men tey
síggja ikki veruligar persónar
fyri sær. Mín frástøða er tó, at
fólkini í bókini kenni eg als ikki,
sigur sigur Solby A. Christians
dóttir.
Portrið inn í
fiktiónsheimin fór upp
Tá ið Solby A. Christiansdóttir
skuldi byrja at skriva, hevði
hon sera trupult við at taka frá
støðu frá teimum veruligu hend
ingunum.
– Eg hevði avgjørt, at tað
skuldi vera fiktión, men tá ið eg
so setti meg at skriva, var trupult
at taka frástøðu frá veruligu
hendingunum. Eg hugsaði sum
journalistur, at eg mátti skriva
sakligt og trúvirði mátti vera í
lagi. Eg steðgaði fleiri ferðir, tí
eg kom ikki víðari. Men so eina
ferð valdi eg at skriva eina pall
mynd, sum eg mintist, men sum
eg broytti og gjørdi meira av. Tá
koyrdi tað.
Eg gangi høgt upp í at vera sak
lig, og at alt skal vera rætt. Men
eg steðgaði upp. Eg orkaði ikki
at blíva við at hugsa um okkara
egnu søgu. Tá ið portrið inn í
fiktiónsheimin fór upp, slapp eg
av við allar forðingar. Eg fekk eitt
skrivifrælsi. Og so koyrdi tað bara,
sigur Solby A. Christiansdóttir.
Má gera okkurt við onkran
Klaksvíkskonan, ið nú býr í
Havn, hevur leingi havt ætlanir
um at skriva onkra bók.
– Hugskotið til hesa bókina
er umleið átta ára gamalt, og eg
má siga, at tað er eitt hjartabarn.
Tá ið sorgin blívur til saknur, so
grundaði eg meira. Eg hugsaði,
at eg kanska kundi gera okkurt,
tí tað, sum hendi, var so mein
ingsleyst. Eg kenni, at tað, sum
eg havi skrivað, er so tætt upp
at nøkrum, ið veruliga er hent, at
tað má gera okkurt við onkran,
sigur rithøvundurin.
Í august í 2015 setti Solby A.
Christiansdóttir seg í samband
við Jonhard Mikkelsen á Sprota
num og tosaði við hann um
hugskotið. Tað gekk ikki so skjótt
í fyrstuni. Tvey ár seinni hevði
hon skrivað 30 A4 síður, sum
hon vísti Jonhardi Mikkelsen.
Hann las ígjøgnum og bað hana
arbeiða víðari við ætlanini. Hon
fekk tveir mánaðar starvsløn frá
Mentanargrunni Landsins, og í
desember 2018 og januar 2019
fór hon í farloyvi frá starvinum
í KVF, og setti seg at skriva.
– Eg hevði skrivað mær nógvar
lepar við hugskotum, og tá ið eg
veruliga setti meg niður skriva,
gekk tað skjótt fyri seg. Fleiri av
døgunum skrivaði er 10 síður. Eg
skrivaði tað mesta hesar tveir
mánaðirnar. Royndirnar sum
journalistur havi givið mær sera
nógv í arbeiðinum við bókini.
Serliga tað at duga at velja til
og frá. Endin varð tó skrivaður
aftaná – eina mikunátt. Hann
broyttist í mun til, hvat eg upp
runaliga ætlaði, sigur Solby A.
Christiansdóttir.
Stríðið innan heilsuøkið
Umframt søguna um stríðið
hjá sjúka manninum og familju
hansara, fyllir stríðið mill
um fakbólkar inna heilsuøkið
eisini nakað. Talan er bæði um
stríðið millum Landssjúkra
húsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og
NÝGGJ BÓK:
GLOYMDUR
Í HEILSU
VERKINUM
Solby A. Christiansdóttir, journalistur í Kringvarpi Føroya,
hevur skrivað skaldsøgu um evni, ið liggur hennara hjarta
sera nær. Nevniliga um føroyska heilsuverkið, ið ger mistøk,
sum hava álvarsligar avleiðingar. Sjálv misti hon pápa sín í
2006 júst vegna mistøk, ið vóru gjørd í heilsuverkinum
Solby A. Christiansdóttir
við bókini Gloymdur
MYND: ÁLVUR HARALDSEN