Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 7 kommunulæknar. Men eisini millum fakbólkar á sjúkra­hús­ økinum. Heilsu­málaráðið og politikarar eru eisini partar av stríðnum. Solby A. Christiansdóttir er út­búgving journalistur, og hevur drúgvar royndir innan økið. Har er hon von at eftirkanna upp­lýs­ ing­ar. – Skaldsøgan byggir ikki bara á mínar upplivingar av sjúkra­húsverkinum, tá ið pápi mín var sjúkur. Hetta byggir á ymsar eygleiðingar, eg sjálv havi gjørt í mínum sambandi við heilsuverkið, men eg havi eisini tosað við nógv ymisk fólk fyri at fáa størri innlit í sjúku­ gongdina, tað heilsufakliga og tann politiska partin, sigur Sol­ by A. Christiansdóttir. Hon vísir tó á, at talan er ikki um dokumentar, men um eina skald­søgu. – Eg havi spurt meg fyri hjá nógv bólkum fyri at eingin skal kunna koma aftaná og siga, at hetta kundi ongantíð hent. Tað má vera realistiskt og hava trú­ virði, sjálvt um tað er fiktón, sigur rithøvundurin. Hvat er í fokus? Skaldsøgan gevur eisini eina sam­tíðargreining av føroyska heilsu­verkinum. – Eg kann ikki skriva eina nýmótans skaldsøgu um heilsuverkið, har tann polit­ iski parturin ikki eisini verð­ ur lýst. Veruleikin er tann, at heilsuverkið hevur verið yvir­ skrift í allari hesari øldini fyri bæði gott og ringt. Spurningurin er bara, hvat er í fokus. Fokus hjá øllum pørtum, sigur Solby A. Christiansdóttir. Hon vísir á, at tá ið sjúkra­ hús­verkið er frammi, klandrast vit meira um, hvar stjórin skal sita, hvussu nógvir stjórar skulu vera, hvør lønin skal vera, hvør er leiðari, hvør er deildarleiðari og hvør hevur mydugleika, enn at stríðast fyri at hjálpa einum sjúk­lingi. – Eg hevði heldur ynskt, at tað var kjakið um sjúklingaviðgerð, ið fylti í tí almenna, heldur enn hvar stjórin skal sita. Fokus eigur at vera á menniskju, sigur Solby A. Christiansdóttir. Nøkur mistøk hvørt ár Í bókini er høvuðsfokus, tá ið mis­tøk henda innan heilsu­verk­ ið. – Eg veit ikki, um tað kemur ofta fyri. Eftir at eg var frammi víð mínari søgu í sendingini Credo í Kringvarpinum, so vóru nøkur, ið vendu sær til mín og søgdu teirra søgu. Eg veit, at talið av kærum til donsku myndug­leikarnar vegna mistøk í føroyska heilsuverkinum hava verið millum 8 og 15 um árið í hesi øldini, sigur Solby A. Christiansdóttir. Hon vísir á, at tað tað er skjótt, at fokusið hjá okkum fer á okkurt annað, enn tað, ið veru­ liga hevur týdning. – Endamálið við bókini er at siga eina søgu, sum fær tann, sum lesur, at hugsa um fokus hjá okkum øllum. Lesarin má sjálvur lesa, hvat bókin endar við. Eg ynski at geva lesararunum nakað, sum hann ella hon kann hugsa um víðari, spyr Solby A. Christiansdóttir. Kemur út í komandi viku Bókin Gloymdur kemur út fríggja­dagin 20. september. Fram­løga verður sama kvøld í húsi Nólsoyarpálls í Klaksvík klokkan 20:15 og í Reinsarínum í Havn hósdagin 26. september klokkan 19:30. FRANTS@SOSIALURIN.FO BROT ÚR BÓKINI GLOYMDUR: ”Jens Pauli við Brúgv minnist aftur á løtuna, tá ið hann hevði rópt navnið á Hera Viðoy, meðan hann stóð í durunum til bíði­rúmið. Læknin hevði kent seg væl eftir eina góða feriu. Hann hevði als ikki givið sær far um gamla mannin, sum kom gangandi við tungum fetum, fyrr enn hann stóð beint framm­ an fyri sær. – Góðan dag, læknin, segði maðurin og rætti hondina fram. Hann var í klædningi, skjúrtu og slipsi. Og hann hevði eina tasku við. Eina av hesum taskunum, sum mintu um gomlu skúla­taskurnar við tveimum spennum framman. Óivað hevði hann skjøl í taskuni. Honum á baki kom konan og síðan dótt­ ir­in. Ótti og pína stóðu penslað í andlitinum á manninum, tá ið hann heilsaði upp á læknan. Jens Pauli var blivin heilt illa við, tá ið hann sá, at sjúklingurin var Heri Viðoy. Hann ken­di eygnabráið frá læknaskrivaranum, sum sat við diskin og eyg­ leiddi støðuna, men hann hugdi ikki upp á hana. Hann hevði bert hugt at sjúklinginum. – Oyje, nú kendi eg teg ikki aftur, hin gamli, men kom inn, kom inn, hevði hann sagt við tey øll og roynt at flent eitt sindur fyri­kom­andi. Láturin fall til jarðar við einum braki í larmandi tøgnini frá hinum.” Eg orkaði ikki at blíva við at hugsa um okkara egnu søgu. Tá ið portrið inn í fiktiónsheimin fór upp, slapp eg av við allar forðingar. Eg fekk eitt skrivifrælsi. Og so koyrdi tað bara