hósdagur 12. september 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 105
8
FRANTS JENSEN
P
ápi Solby A. Christians
dóttir, Christian Olsen,
gjørdust sjúkur á sumri
2006. Hann starvaðist
tá sum leiðari á Norðoya Kunn
ingarstovu.
Um summarið hevði hann
fylt 60 ár, og hann hevði havt
familjuna uttan um seg. Stutt
eftir tað fekk hann nøkur hosti
herindi, og hann hevði útslett á
beinunum.
Funnu ikki nakað
Hann var fyrstu ferð hjá kom
munulækna í hesum sambandi
í august 2006. Hann varð kann
aður, og teir sóu onkran blett
á lunganum, men tað vísti seg
ikki at vera nakað álvarsamt
– hildu tey. Hann var bæði hjá
kommunulækna í Klaksvík,
á Klaksvíkar sjúkrahúsi og á
Landssjúkrahúsinum og ymsar
kanningar vórðu gjørdar.
Pápin versnaði, men teir
kundu ikki staðfesta, hvat
bagdi. Familjan helt eina tíð, at
tað møguliga var krabbamein,
men tað kundu kanningarnar
ikki staðfesta.
30. november 2006 slapp
hann endiliga aftur at tosa við
læknan á Landssjúkrahúsinum,
sum hevði viðgjørt hann, men
hesin kendi hann ikki aftur, tí
at Christian Olsen var so nógv
afturfarin.
Í 2016 var Solby A. Christians
dóttir í sendingini Credo í Kring
varpi Føroya og greiddi frá, tá
ið pápin doyði. Har segði hon
millum annað:
– Eg minnist, at læknin segði,
at vit fáa ikki bilbugt við hesi
bakteriuni, vit finna ikki út
av, hvat tað er, sum ger teg so
sjúkan. Tað er alt hetta við,
at tá ið ein fær pensilin, kann
gera tað trupult at finna út av,
hvør bakterian er. Babba sigur
so við hann, at hann hevur ikki
fingið pensilin, tí hann tolir ikki
pensilin. Læknin sigur so, at tað
veit hann væl, hann meinti við
antibiotika. Tá sigur babba við
hann, at hann hevur ikki fingið
nakað antibiotika, sigur Solby A.
Christiansdóttir.
Gekk út frá
– Læknin bliknaði, tá ið hann
hoyrdi hetta og fór at róta í sín
um pappírum. Tá hugsaði eg, at
her ruggar ikki alt rætt. Her er
onkur, sum heldur okkurt ella
gongur úr frá onkrum, men
sum ikki er gjørt. Í øllum førum
er her ein lækni, ið gongur út
frá, at sjúklingurin hevur fingið
antibiotikaviðgerð, men tað
hevur hann ongantíð fingið.
Og tá hevði hann verið sjúkur í
tríggjar mánaðir, sigur Solby A.
Christiansdóttir.
– Tað var bara eina ferð
undir sjúkutilgongdini, at eg
frá starvsfólkunum á sjúkra
húsinum fekk eina ábending
um, at hann ikki hevði fingið
rætta viðgerð, sigur Solby A.
Christiansdóttir.
Mugu kæra
Pápin varð innlagdur, men
hann gjørdist verri og verri fyri.
Nakrar kanningar vórðu gjørdar
afturat, áðrenn hann endaliga
varð settur í antibiotikaviðgerð.
Fleiri litrar av vætu vegna bruna
vóru tiknar við dreni úr høgru
síðu hansara.
– Eg og babba tosaðu eftir
hetta um støðuna. Tá segði
hann, at hann heldur seg ikki
hava fingið rætta viðgerð. Hann
segði tá við meg, at tá ið hann
verður frískur aftur, so mugu
vit fara at kæra um viðgerðina,
sigur Solby A. Christiansdóttir.
Í respirator
Men støðan versnaði hjá
Christiani Olsen. Hann kláraði
ikki at anda sjálvur og varð
lagdur í respirator. Solby tosaði
við tann læknan, sum hevði
ábyrgd av honum nú, og spurdi
millum annað, hví hann ikki var
farin í antibiotikaviðgerð fyrr.
– Tað var ein kvinnuligur
lækni. Hon ypti øks og segði, at
nú royndu tey alt tey kundu at
viðgera hann við antibiotika,
og so vónaðu tey, at tað fór
at ganga. Eg hugsaði, at helst
veit hon meira, men at hon vil
ikki siga nakað ilt um sínar
starvsfelagar, sigur Solby A.
Christiansdóttir.
Deyðsorsøk: Lungnabruni
Hann lá í tvær vikur á Lands
sjúkrahúsinum, áðrenn hann
doyði 15. desember 2006.
Líkskurður staðfesti, at
deyðsorsøkin var lungnabruni.
– Tá ið vit skuldu fáa svar
nakrar mánaðir seinni, minnist
eg, at eg ynskti, at tað var
krabbamein. Tí at tað vita vit,
at fleiri doyggja av. Men tá ið
vit fáa svarið, so stendur tað, at
deyðsorsøkin er lungnabruni.
Tá hugsaði eg, at lungnabruna
eigur ein 60 ára gamal maður,
ið annars er væl fyri, ikki at
doyggja av í 2006, sigur Solby
A. Christiansdóttir.
Hon spurdi læknan, um
okkurt kundi verið gjørt øðrvísi.
Hann svaraði, at um man hevði
vitað tað, ið man veit í dag, so
hevði man kanska handlað
øðrvísi.
– Komin útaftur sigi eg
við mammu, at vit kæra til
sjúklingakærunevndina, ella
patientsklagenævnet, sum tað
at tá. Tað gingu tó nakrar vikur,
til eg skrivaði kæruna, sigur
Solby A. Christiansdóttir.
Sera óð
Tað tekur vanliga drúgva tíð í
kærumálum, og næstan tvey ár
eftir av Christian Olsen var farin,
fingu tey avvarðandi viðhald
og staðfest varð, at mistak var
hent. Har stóð millum annað, at
læknarnir, sum høvdu havt við
Christian Olsen at gera, høvdu
handlað ”under normen for fag
lig standard”.
– Tað var ikki lætt at síggja
hetta svart og hvítt. Har stóð
millum annað, at tá ið sjúk
lingurin endiliga fekk anti
biotikaviðgerð, var støðan so
álvarslig, at viðgerðin ikki hevði
ynskta úrslit. Fyri okkum var tað
greitt, at um hann hevði fingið
røttu viðgerð beinanvegin, so
var hann á lívi í dag. Tað var
sera hart at lesa hetta, og vit
vóru óð sera leingi, sigur Solby
A. Christiansdóttir.
Datt niðurímillum
í skipanini
Táverandi sjúkrahússtjóri,
Tummas í Garði, setti seg í sam
band við tey avvarðandi og kom
við eini umbering.
– Eg haldi, tað var sera virði
ligt gjørt av honum, sigur Solby
A. Christiansdóttir.
Málið endað ikki í rættinum,
men semja varð gjørd, og
familjan fekk eitt endurgjald
frá tryggingini umvegis Lands
sjúkrahúsið.
– Tað, eg standi við eftir í dag,
er, at hann datt niðurímillum.
Har vórðu tríggir instansir í
føroyska heilsuverkinum, ið
vistu av honum og høvdu við
hann at gera. Eg veit, at pápi
varð treiskur og vildi ikki til
lækna. Men tað kann ikki vera
rætt, at trý støð vita, at hann
er sjúkur og hevur tørv á hjálp,
og øll yvirsíggja, at hann ikki
fekk antibiotika, segði Solby
A. Christiansdóttir í sendingini
Credo í Kringvarpi Føroya.
Hon vísir á, at mistøk verða
gjørd í øllum størvum, og at hon
sjálv eisini ger mistøk. Men tað
at vera lækni er eitt ábyrgdarfult
starv, og hon er takksom, at fólk
eisini vilja taka tað starvið á seg.
– Eg dugi at síggja, at læknar
og onnur eisini gera mistøk. Eg
hevði bara vónað, at hesi mistøk
ikki raktu babba, sigur Solby A.
Christiansdóttir.
Doyði vegna mistak
í heilsuverkinum
Solby A. Christiansdóttir hevur skrivað skaldsøgu, sum tó byggir á
veruligar hendingar. Pápi hennara doyði av mistøkum, gjørdum í
føroyska heilsuverkinum. Hann fekk ov seint ta viðgerð, ið tørvur var
á. Tað gekk skjótt afturá, og eftir stutta sjúkralegu doyði hann
Solby A. Christiansdóttir
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
NÝGGJ BÓK: