hósdagur 12. september 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 105
9
Hans Mortensen broytti
føroyskt handilslív og
lagaði og snøggaði før
oyska handilsmálið
EIRIKUR LINDENSKOV
Við orðunum: »til almenningin
at nýta« lat Hans Mortensen,
stjóri í SMS, upp nýggju sølu
miðstøðina í Havn mikudagin 2.
november í 1977 klokkan 11, var
SMS ikki tað, ið tað er í dag. Tá
vóru bert tvær lonir – við níggju
handlum, einari kiosk, eini kaffi
stovu og eini hárfríðkanarstovu.
Men ætlanin var altíð, at
byggjast skuldu fleiri lonir aftur
at, og í 1980 var farið undir at
byggja hinar fýra lonirnar.
Seinni í áttatiárunum vóru
aðrar um- og útbyggingar gjørd
ar, ein tann størsta, tá park
eringskjallarin og goymsluhølini
norðanfyri vórðu gjørd. Seinni
er eisini stór uppábygging og út
bygging gjørd, so SMS kann hýsa
fleiri handlum á triðju hædd og
oman á parkeringskjallaranum.
Fekst neytakjøt á borðið
Fyri havnarborgarar – og føroy
ingar annars – var tað nakað
nýtt at kunna fara til handils –
og at ganga ímillum handlar –
»undir taki«. Nógv varð tosað
um, at hetta fór at køva miðbýin,
og tað vóru fólk, sum als ikki
vildu seta sín fót í SMS av slíkum
grundum. Men í dag munnu tey
vera fá, ið ikki keypa í SMS av
hugsjónarligum orsøkum.
Tað, sum eisini sermerkti SMS
var matvøruhandilin »Super
land«, sum skifti navn til »Mikla
garð« fýra mánaðir eftir upplat
ingina, tann 1. mars 1978.
Umframt at hetta var ein
stórur handilin, so bar nú eisini
til at keypa fekst neytakjøt, sum
var innflutt úr Danmark í køli
bingjum.
Leiðari í slaktarínum í SMS tá
var tann 26 ára gamli danin,
Jørgen Jørgensen – og har er
hann enn nú skjótt 42 ár seinni.
Hann helt tað ikki standa væl
til í Føroyum, hvat feskum neyt
akjøti viðvíkti, og tí fór hann
beinanvegin at leggja til rættis,
hvussu fekst neytakjøt kundi
innflytast úr Danmark, og gjørd
ar vóru serligar kølibingjur at
flyta kjøtið í.
Hans heiðraður
fyri handilsmálið
Í 2015 varð Hans Mortensen
heiðraður við Móðurmálsvirðis
lønini fyri at hava ment føroyska
málið við serligum atliti til
menning av føroyskum vinnu
lívsmáli.
Móðurmálsdagur verður hild
in á føðingardegi V. U. Hammers
haimbs, 25. mars. Og tað var fyri
greiða málpolitikki sínum í
handilslýsingum, at Hans Mort
ensen, sum undangongumaður,
var heiðraður við hesi grundgev
ing:
»Við sínum greiða málpolitikki
í lýsingum og øðrum handilslig
um tekstum hevur Hans Mort
ensen slóðað fyri einum framúr
góðum máli í nútímans føroyska
handilsyrkinum. Eitt livandi lætt
mál, sum hevur sett síni spor
víða um í samfelagnum.
Heilt frá stovnanini av SMS í
1977 hevur Hans Mortensen lurt
að eftir, lagað og snøggað før
oyska handilsmálið, soleiðis at
tað í dag er eitt mál, vit øll við
virðing hava tikið til okkara.
Orðingar í lýsingatekstum og
handilsheitum hava verið so
leiðis, at hugburðurin tykist
hava verið, at her eru tað vit øll,
sum bæði keypa og selja. Við út
gávum av SMS-blaðnum og øðr
um lýsingabløðum hevur Hans
Mortensen, langt áðrenn hetta
var ásett við lóg, átt sín stóra
leiklut í, at eitt føroyskt handils
mál hevur ment seg og hildið
kósina.
Nevnast kunnu eitt nú heitini
á nøkrum handlum, sum virka
ella hava virkað undir sama taki
á Trapputrøðni:
Bakarin, Bindibúðin, Bókaløð
an, Bókasølan, Daddan, Dáin,
Elding, Feðgar, Fípan, Flykran,
Fotobúðin, Fríðkan, Gellan,
Gongin Blómur, Griffilin, Heilsa,
Hornið, Í Skotinum, Ítróttur,
Klávus, Klivin, Klokkan, Látrið,
Leikan, Litbrá, Miklagarður,
Perlan, Rit & Rák, Rumbul, Skálk
ur, Skósmiðjan, Slaktarin &
Krásadeildin, Stakk smiðjan og
3'arin.
Fyri henda ósjálvsøkna, men
miðvísa málpolitikkin, vilja vit í
dag heiðra Hans Mortensen við
Móðurmálsvirðislønini 2015«,
varð sagt í grundgevingunum
fyri at lata Hans Mortensen
Móðurmálsviðrislønina 2015.
Eftir drúgva sjúkralegu
andaðist vinnulívsmað
urin Hans Mortensen
mikudagin. Hann var 76
ára gamal
EIRIKUR LINDENSKOV
Hans Mortensen var stovnari og
upphavsmaður til SMS, sum lat
upp 2. november í 1977. Hann var
sonur Niels Gustav Mortensen
og Ebbu Mortensen í Havn.
Hans Mortensen hevði bjartar
dreymar um at menna føroyskt
vinnulív. Og tá býráðið í Havn í
fyrst í sjeytiárunum hevði stórar
ætlanir á Trapputrøðni við sølu
miðstøð, har handlar kundu
byggja sær handilsøli framvið
eini gøtu, sum síðani skuldi
leggjast undir tak, hevði Hans
Mortensen eitt uppskot, sum
hann helt vera nógv betri. Úrs
litð av tí er SMS, sum vit kenna
tað í dag, og sum vit hava kent
tað seinastu góðu 40 árini.
Hetta var ein tung tilgongd,
sum eisini gav nógv høvuðbrýggj
í Tórshavnar Býráð.
Men í 1973 kundi Hans Mort
ensen saman við ørðum stovna
felagið aftan fyri SMS. Og tað
endaði so við, at Petur Christian
sen, borgarstjóri í Havn, vanliga
nevndur Petur C, kundi lata
fyrsta skotið av fyri SMS í 1976.
Á henda hátt vildi undan
gongumaðurin Hans Mortensen
broyta siðbundnu keypsment
anina í Havn – so fólk fingu høvi
at greiða flestu ørindi á einum
stað.
Hans Mortensen var stjóri í
SMS frá 1976-1996, tá sonurin
Niels tók yvir. Hann var tó høv
uðspartaeigari fram til 2007, tá
hann seldi síni partabrøv til son
in.
Hans Mortensen hevur eisini
verið virkin innan føroyskan
hondbólt. Sum 18 ára gamal
gjørdist hann formaður fyri
Neistan, og seinni gjørdist hann
landsliðsvenjari fyri føroyska
manslandsliðið í hondbólti.
Í 1964 giftist hann Birgit Siv
ertsen, og tey eiga børnini Elisa
beth og Niels. Eisini hevði Hans
átta abbabørn og seks langabba
børn.
Hans gjørdist einkjumaður í
2001 og giftist upp aftur við
Marjun á Plógv í 2007.
Hans sovnaði stillisliga inn
við familjuni rundanum seg.
Slóðaði fyri góðum føroyskum lýsingarmáli
Hevði stórar dreymar um
at menna føroyskt vinnulív
Tá fyrsta skotið varð latið av til SMS í 1976: Petur Christiansen, borgar
stjóri, Hans Mortensen, stjóri í SMS og 9 ára gamli sonurin, Niels Morten
sen, sum nú er stjóri í SMS
Hans Mortensen hevur verið
ein undangongumaður í
føroysum handilslívi