Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 Nei takk til løgmanssessin SOSIALURIN 1994 AFTURHVARV Lisbeth L. Petersen helt vanda vera fyri, at meiri­ lut­in í Tórs­havnar býráð skrædnaði, og tí valdi hon at halda fram sum bý­ráðs­for­maður í staðin fyri at gerast løg­maður Tað var ein stór avgerð Lis­beth L. Petersen skuldi taka. Henni stóð í boði at fara í Ting­a­nes at verða løgmaður, men út móti morgni mikunáttina kom hon til ta niðurstøðu, at best var at siga nei takk. – Eg sá vanda vera fyri, at meir­i­lutin skrædnaði, og tað kundi eisini skatt flokkin. Nú er nóg mik­ið av klandri, so eg valdi at halda fram sum bý­ráðs­for­ mað­ur, segði Lisbeth í gjár, móð og trytt eftir at hava ligið og hugs­að alla náttina. – Á fundinum í bý­ráðs­sam­ gong­uni sá eg, at tað kundi blíva gal­ið í meirilutanum, um eg fór í Ting­a­nes, tí Tjóð­veld­is­flokk­ur­in­ kravdi at fáa formannin, og tað høvdu tey eisini rætt til at krevja. Sjálv vildi eg helst hava ein av mínum, men tað var ikki so ein­ falt, og tí valdi eg, sum eg gjørdi, sig­ur Lisbeth. Tað var ikki við tungum hjarta, hon havn­aði tilboðnum mu at verða løg­maður, tí henni dám­ar væl í býráðnum. Sam­ stund­is er hon eisini við í lands­ pol­i­tikki, við tað at hon er ­ting­ lim­ur fyri Sambands­flokk­in. – Tað er stærvið bæði at vera bý­ráðs­formaður og løg­tings­ mað­ur, tí stundum hava vit nógv at gera í býráðnum, Tað hevur tó bo­rið tvæl til, meðan vit hava sit­ ið í andstøðu, tí tá kundi eg loyva mær ikki alla tíðina at vera í løg­ ting­i­num, sigur Listbeth L. Pet­ er­sen. AFTURHVARV Við at Lis­beth L. Petersen segði nei takk til løg­mans­sessin, slapst undan stríði um at velja nýggj­ an býráðsformann So skjótt sum býráðsmeilutin í Tórs­havnar býráð týsdagin fekk at vita, at bý­ráðs­for­mann­i­num Lisbteh L. Petersen hevði fing­ið í boði at fara í Tinganes at verða løg­maður, kom innanhýsis stríð­ ið í Sambandsflokkinum eis­ini inn um býráðsgáttina. Tí hesi tíðindi reistu spurn­ ing­in, hvør skuldi taka við sum bý­ráðs­for­mað­u­r, um so var, at Lis­beth fór í Tinganes. Næstformaður í býráðnum er Krist­ianna Rein. Hon gjørdi vart við, at hon átti at taka við, um Lis­beth fór frá. Hinvegin helt Sam­bands­flokkurin fast ið, at flokk­ur­in átti formanssessin. Tórfinn Smith, býráðsflikur fyri Javn­að­ar­flokkin, tók undir við, at Sam­bandsflokkurin átti for­mann­in. – Tað skal ikki skiljast su, at eg legði meg út í, hvør formaðurin skuldi vera, mum tað var eitt sam­bands­fólk ella eitt annað. Eg havi held­ur einki ímóti, at eitt tjóð­veld­is­fólk verður formaður, men eg vísti bara til avtaluna, vit gjørdu fyri tveimum árum síðani um, at Sam­bandsflokkurin eigur for­mannin, sigur Tórfinn Smith, sum er væl nøgdur við avgerðina hjá Lis­beth L. Petersen um at halda fram sum býráðsformaður. – Samstarvið millum teir tríggj­ar flokkarnar í býráðnum er av­bera gott, og tað hevði verið harm­iligt, um taðvarð ofrað fyri lands­politikkin, sigur Tórfinn Smith. Tað er einki dulsmál, at ikki er ser­liga heitt millum Listbeth L. Pet­er­sen og partamannin í bý­ ráð­num, Heðin Mortensen. Heð­ in Mortensen helt, at fór Lisbeth í lands­stýrið, var hann sjálv­ skriv­að­ur sum nýggjur for­mað­ ur, tí hann fekk tríggjar ferðir fleiri atkvøður enn næsti maður. Men tað vildi Lisbeth L. Petersen ikki. Hennara fyrst auppskot var, at varamaðurin, sum er næst­ur á listanum, Eilif Sam­u­el­ sen, bleiv formaður. Tað upp­ skoti fekk ikki undirtøku, og Lis­ beth vísti so á Schumann Hjalt­a­lin, sum er triðvalldi by­ ráðs­lim­urin hjá Sam­bands­flokk­ i­num. Men nú Listhet hevur valt bý­ ráð­ið, er einki at stríðst um long­ ur. Tað leikaði hart á inn­ anhýsis í Sam­bands­ flokkinum á sumri í 1994 Løgtingsvalið 7. juli 1994 var eitt katastrofuval fyri ser­liga Javn­að­ar­flokkin, sum mist 5 ting­sessir. Hann hevði havt 10 og fekk bara fimm á vali­num. Fólk­a­flokkurin fekk 6 og Tjóð­ veld­is­flokk­ur­in 4. Stóri vinnarin var Sam­bands­flokk­ur­in, sum fekk 8. Sjálv­stýr­is­flokk­urin, ný­ stovn­aða Verka­manna­fylk­ing­ in fekk 3, Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in, nýstovnaði Miðflokkurin og Kristiligi Fólkalokkurin fingu 2 í part. Løgtingið var eitt klúta­ teppi, men borg­ar­ligur meir­ i­luti var. Tí fóru Sam­bands­ flokk­ur­in, Fólka­flokkurin og teir smáu und­ir sam­ráð­ing­ar, og eitt samgonguskal varð und­irskrivað eftir tógvið stríð. Men tá flokkarnir fóru at býta máls­økini, kom sperðil í, og tað end­aði við at samgonga slitnaði, hó­ast øll í samgonguni høvdu skrivað undir samgonguskjalið. Farið varð undir nýggjar sam­ráð­ingar, og endin varð, at sam­gonga varð skipað mill­um Sam­bandsflokkin, Javn­að­ar­ flokk­in, Verk­a­mannafylkingina og Sjálv­stýr­is­flokkin. Men áðrenn samgonga varð skip­að, var rættiligt rumb­ul inn­ an­hýs­is í Sambandsflokkinum. Serliga vóru tað Finnbogi Arge og nývaldi tinglimurin í Sam­ bands­flokkinum, Bjørn á Heyg­ um. Beint áðrenn samgongan skuldi skipast, bjóðaði Edmund Jo­en­sen sær til at trekkja seg sum løg­mans­evni og heitti á Lis­beth Petersen, sum var borg­ ar­stjóri í Havn, um at gerast løg­ mað­ur. Men hon havnaði tilboðnum, tí hon fekk ikki kabalina um, hvør skuldi gerast borgarstjóri í Havn, at ganga upp. 1994: Stríð í Sambands­ flok­k­i­num Friður í býráðnum Tað var um reppið, at Listbeth L. Petersen gjørdist løgmaður í 1994 Úr Sosialinum 15. september í 1994 Floksleiðarar leggja síðstu hon á seinna samgonguskjalið, sum varð skrivað í 1994: Marita Petersen, Javn­að­ar­flokk­urin, Helena Dam á Neystabø, Sjálvstýrisflokkurin, Edmund Joensen, Sambandsflokkurin og Óli Ja­c­ob­sen, Verkamannafylkingin Hesi hava skift flokk síðani '94 Fleiri av aktuellu per­són­u­ num í stríðunum í 1994 hava skift flokk síðani tá:  Sambandsmaðurin Finnbogi Arge gjørdist fólkafloksmaður og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin.  Fyrstvaldi sam­bands­ maður­in Bjørn á Heygum gjørd­ist sjálv­stýr­is­maður og formaður í felag floks­ins í Havn.  Helena Dam á Neystabø, sum var forkvinna í Sjál­v­stýr­is­flokk­i­num gjørdist javn­að­arkvinna og løgtings- og lands­ stýriskvinna fyri Javnaðarflokkin.  Sambandsmaðurin Heðin Mort­en­sen, sum ikki slapp at ger­ast borgarstjóri í 1994, gjørd­ist javn­að­ armaður – borg­ar­stjóri, býráðslimur, løg­ tingsmaður og lands­stýr­ is­mað­ur fyri Javn­að­ar­ flokk­in. Úr Sosialinum 15. september í 1994