Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 11 Eru nú yvir 52.000 íbúgvar Fólkatalið er voksið við 868 fólkum seinasta árið HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T að eru nú yvir 52.000 fólk, ið búgva í Føroyum. Tað upplýsir Hagstova Føroya í nýggjastu hag­ tølunum yvir fólkatalið. - Tann 1. august í ár vóru vit far­in upp um 52-túsund fólk í Før­oyum. Tá vóru vit 52.122 í tali, sum eru 868 fleiri enn eitt ár framm­anundan. Tað kemur av eini nettotilflyting á 575 fólk, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og einum burðaravlopi á 293, sum er munurin millum fødd og deyð, skrivar Hagstovan. Víst verður tó á, at tað er væl hugs­andi, at talið av íbúgvum lækk­ar eitt vet næstu ferð, tí frá­ flytingin er vanliga størst í august. - Men tað verður bara tann eina mánaðin, tí eftir tað kemur talið skjótt uppaftur og fara teir næstu mán­aðirnar við verandi gongd enn longur upp um 52-túsund, skriv­ar Hagstovan. Sambært Hagstovuni leggjast 75 fólk aftrat hvønn mánaðin. Til sam­anberingar kann nevnast, at vøksturin er á leið tann sami sum talið av íbúgvum í bygdum sum Innan Glyvur, Fámjin, Har­alds­ sund, Kunoy, Sandvík og Kirkjubø. Tilflytingin eigur vøksturin Tað er serliga tilflytingin, ið er drív­megin handan fólkavøksturin. Tilflytingin seinni árini er voksin støðugt og liggur nú um 150 fólk mánaðarliga, meðan fráflytingin er um 100 fólk mánaðarliga. So­ statt er nettotilflyting 50 fólk mán­aðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongd­ ina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. Restin av vøkstrinum í fólka­tal­ inum stavar frá burð­arav­lopinum, ið er um 20-30 fólk mánaðarliga. Tí meðan umleið 30 fólk doyggja mánaðarliga verða millum 50-60 børn fødd sama hvønn mánað. - Trendurin vísir, at talið av fødd­um børnum hevur ligið støð­ ugt um 50 mánaðarliga nógvu sein­astu árini, men at trend­ urin síðstu tvey árini gevur eina ábending um, at talið av fødd­um børnum nú spakuliga tyk­ist at økjast upp í góð 60 børn mán­að­ ar­liga. Tað svarar til eitt føðital á stív­liga 700 árliga, og so høgt hev­ ur tað ikki verið síðstu 14 árini, skriv­ar Hagstovan.  Viðmerking HAF: Arbeiði eiga at verða drýggjað Hans Joensen Formaður í Havnar Arbeiðarafelag Nógv ferð er á búskapinum, og arbeiðsloysið er metlágt. Kort­ ini vilja arbeiðsgevarar hava lætt­ari atgongd til útlendska ar­beiðsmegi fyri at tryggja fram­haldandi vøkstur. Havnar Ar­beiðarafelag ávarar ímóti gongdini og mælir til at drýggja arbeiðir til verri tíðir Føroya Arbeiðsgevarafelag staðfesti herfyri í frágreiðing, at Føroyar eru á toppinum í einum hákonjukturi við metlágum ar­beiðsloysi og metstórari ar­ beið­arafjøld. Felagið mælti landi, kommunum og tí al­ menna annars til at gera lang­ tíð­arætlanir um, hvussu alment virk­semi kann leggjast til rættis fleiri ár fram í tíðina. Havnar Arbeiðarafelag tekur undir við hesum tilmæli, men undrast á, at Føroya Ar­beiðs­ gevarafelag samstundis sigur, at framhaldandi vøkstur skal tryggjast við at geva útlendskari arbeiðsmegi lagaligari atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin. - Arbeiðsgevararnir tykjast at mótsiga sær sjálvum, tá teir mæla til búskaparligt varsemi og samstundis biðja um lætt­ ari atgongd til útlendska ar­ beiðs­megi at seta meira ferð á búskapin, sigur Hans Joen­sen, formaður í Havnar Ar­beið­ara­ felag. Felagið mælir til fyrst og fremst at taka atlit til føroysku arbeiðsmegina, sum skal virka og vinna til lívsins uppihald í Før­oyum nú og næstu mongu árini. Í hesum sambandi hava ikki bara land og kommunur eina ábyrgd, men eisini tað priv­ata. - Okkara ynski er, at alment og privat drýggja arbeiðir, so øll arbeiðini ikki verða gjørd í senn í eini kapprenning um skjóta avgreiðslu og vøkstur. Hetta kemur fyritøkunum og arbeiðandi fólkinum til góðar, tá konjukturarnir venda, tí vit skulu jú øll vera her eisini tá, sigur Hans Joensen. Bráðneyðugur tørvur er á arbeiðsmegi í løtuni, tí ov mong arbeiðir eru í gongd í senn, heldur Havnar Arbeiðarafelag. Vinn­ingurin, sum fyritøkur síggja fyri sær, verður tó bara ein løtuvinningur, um búskap­ ur­in brádliga kølnar, og stóri tap­arin verður føroyska ar­ beiðs­megin. - Vit hava fyrr sæð, hvussu djúpt vit kunnu falla, tá alt steðg­ar upp. Í teirri løtu er øll útlendsk arbeiðsmegi horv­in, og eftir sita limirnir í fak­feløg­ un­um, sum í 100 ár hava vunnið sær lívsneyðug rættindi, sum eis­ini útlendsk arbeiðsfólk fáa ágóða av í Føroyum í løtuni, sig­ ur Hans Joensen. Havnar Arbeiðarafelag ávar­ ar eisini ímóti verandi gongd, tí ein­stakir arbeiðsgevarar hava biðið um, at útlendingar sleppa at gera arbeiðir í Føroyum fyri løn í heimlandinum. Hesum hev­ur felagið noktað fyri, tí tal­an hevði verið um at gingið ímóti avtalaðum sáttmálum við dump­ingløn. - Vandi er í løtuni fyri, at vit skeikla ein annars væl skip­aðan arbeiðsmarknað og skunda undir óneyðug stríð millum part­arnar á arbeiðs­markn­að­ in­um. Hugsa vit ikki fram um dag­in í dag, verður upptakið bara tað størri seinni.