Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 12 Politiski ynskilistin TEMA: Politiski ynskilistin MUGU SETA MÁL FYRI GRANSKING - Vit halda, at íløgur í gransking er eitt gott hugskot, og at vit eiga at hava ein politikk á økinum. Eitt er at lata stuðul til gransking, men vit mugu seta okkum mál og gera ein yvirskipaðan politikk fyri gransking. Tað halda vit, er tørvur á, sigur Annika Sølvará STEINAR PATURSSON STEINAR@SOSIALURIN.FO G ransking skal raðfestast hægri, og neyðugt er at fáa yvirskipaðan pol­itikk og hagtøl fyri gransk­ing í Føroyum. Tað heldur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum. - Vit halda, at íløgur í gransking er eitt gott hugskot, og at vit eiga at hava ein politikk á økinum. Eitt er at lata stuðul til gransking, men vit mugu seta okkum mál og gera ein yvirskipaðan politikk fyri gransking. Tað halda vit, er tørvur á, sigur Annika Sølvará Londini kring okkum leggja langtíðarætlanir fyri sam­felags­ menning, og gera stórar íløgur fyri gransking og menning fyri at fáa til vega vitan at menna sam­ felagið við fyri soleiðis eisini at standa seg betri í kappingini við onnur lond. Í Føroyum er tó eing­ in yvirskipaður politikkur á øk­ in­um, og hann er neyðugur, skal granskingin tryggja framburð og trivnað í Føroyum. Samstundis skulu íløgurnar í Føroyum vera á sama støði sum í grannalondum. - Vit halda, at vit skulu gera íløg­ur, sum eru á sama støði sum í grannalondum okkara. Aðra­staðni verður sagt, at tað al­ menna og tað privata skulu brúka fýra prosent av BTÙ. Men vit vita ikki, hvat tað talið er í Føroyum, so har er eisini tørvur á hagtølum, sig­ur Annika Sølvará. Í Granskingarráðnum halda tey, at í Føroyum er tað kanska ser­liga innan alivinnuna, at tað verður granskað, men av tí at eingi hagtøl eru fyri gransking, ber illa til at siga við vissu, hvar gransk­ing fer fram. - Skulu vit seta okkum mál og gera tað, sum onnur lond gera, so mugu vit jú vita, hvat vit brúka, sigur Annika Sølvará, sum vónar at fleiri hagtøl um gransking vera tøk, Granskingarráðið lat í summar úr hondum ein faldara, har víst var á, hvørjar ágóðar gransking hevur fyri føroyska samfelagið, og hvørjir ágóðar kunnu liggja fyri framman. Granskingin, ið er um­mæld í faldaranum, strekkir seg heilt frá málgransking til lúsa­teljing til grøna orku, og í faldaranum verður gjørt greitt, at gransking bøtir um umstøðurnar innan øll samfelagsviðurskifti. - Samanumtikið ynskja vit í Granskingarráðnum, at tað verða sett nøkur mál fyri gransking, og at tað verður gjørt saman við granskingarumhvørvinum. Tað er ein góð íløga at gera tað, sig­ur Annika Sølvará, stjóri í Gransk­ ing­ar­ráðnum. ERU YNSKINI HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO V alstríðið er av fyri hesa ferð og tríggir flokkar sita í skrivandi stund og royna at leggja síðstu hond á eina nýggju samgongu. Enn er ov tíðliga at siga, um tað ber á mál, tí nógv kann henda í slíkum samráðingum, men eitt vita vit longu fyri vist. Undanfarna samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur ikki parlamentariskt grundarlag at halda fram. Sostatt verður tað í ávísan mun ein nýggj politisk dagsskrá, ið kemur at valda í samfelagnum fram til næsta løgtingsval. Hvussu nógv hon víkir frá henni, ið hevur verið síðstu fýra árini er sjálvandi treytað av hvørjir flokkar finna saman. Men hetta politiska tómrúmið, ið valdar millum samgongur, gevur eitt høvi hjá áhugabólkum, fakfeløgum og øðrum, ið á ein ella annan hátt hava áhuga í ymiskum samfelagsviðurskiftum, at royna at fremja síni áhugamál. At fáa síni ynski og mál við í eitt møguligt samgonguskjal. Í temanum, ið tú situr við nú, er tað hesi fólk, feløg og onnur, ið sleppa til orðanna. Og ynskini eru mong og tey eru ymisk. Hjá summum eru tey eisini í mótsøgn við ynskini hjá øðrum. Men politikkur er at velja ímillum hesi ynski. Tað er at raðfesta hvat letur seg gera og hvat man ynskir at gera. Og tað er tann uppgáva, ið nakrir av landsins kosnu nú royna at finna eina semju um. Um tey ynskir, ið eru at lesa í temanum, verða at síggja í samgonguskjalið, fáa vit allarhelst greiðu á ein av komandi døgum. NÓGV