hósdagur 12. september 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 105
13
Fiskivinnulóggávan má
skipast av nýggjum
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
J
an Højgaard, formaður í
Føroya Fiskimannafelag,
hevur ikki brúk fyri langa
umhugsunartíð, tá hann
verður spurdur um hvørji mál ein
nýggj samgonga má raðfesta tey
næstu fýra árini.
Næsta eins skjótt sum spurn
ingurin bleiv settur, vísti formað
urin á, at neyðugt er at gera upp
við tann fiskivinnupolitikk, ið
undanfarna samgongan millum
Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og
Framsókn hevur ført tey síðstu
fýra árini. Ein politikk, ið hann
kallar fyri beinleiðis skaðiligan
fyri Føroya land.
- Vit halda at fiskivinnulóggávan
má skipast av nýggjum. Vit høvdu
eina kollvelting av fiskivinnuni,
ið var skaðilig fyri okkara land.
Tí er okkara ynski til eina nýggja
samgongu, at nakrar broytingar
verða framdar hesum viðvíkjandi,
sigur formaðurin í Fiskimanna
felagnum.
Strika uppboðssøluna
Og tað er grundleggjandi partar
av nýggju fiskivinnulóggávuni
hjá undanfarnu samgongu, ið
formaðurin er ónøgdur við, og tí
ynskir at ein nýggjur politiskur
meiriluti ger broytingar í.
- Ítøkiliga ynskja vit, at upp
boðssølan av fiskirættindum
verður strikað og at loyvini verður
knýtt aftur at skipunum, so at vit
aftur fáa gjøgnumskygni í skipan
ini, sigur Jan Højgaard.
Fakfelagsformaðurin metir
nevniliga, at tær grundleggjandi
broytingarnar, ið blivu gjørdar í
fiskivinnuni í samband við fiski
vinnunýskipanini, ikki hava verið
til frama fyri limirnar hjá felagn
um, men tvørturímóti hava styrkt
reiðararnar.
- Við nýggju fiskivinnuskipanini
hava ymiskir aktørar fingið frítt
spæl at hála pengar úr føroyska
samfelagnum. Fakta er í dag, at
reiðararnir eru glaðir fyri nýggju
fiskivinnulóggávuna, tí nú kunnu
teir gera akkurát sum teir sjálvir
vilja. Teir hava fingið fullkomiliga
fríar teymar, sigur Jan Højgaard
og leggur afturat.
- Hetta eru tvey sera týdning
armikil mál, ið vit ynskja broytt
við nýggju skipanini. At tað fyrst
og fremst eru hesi bæði mál er tí,
at nógv av hinum megnaðu vit
at forða í undanfarna valskeiði.
Harímillum eydnaðist at forða
tí óetiska fyribrigdinum, ið eitur
kvotur, og sum hevur gjørt enda á
fiskistovnum um allan heim, sigur
Jan Højgaard.
Endurstovna
Fiskidaganevndina
Tá Føroya løgting í 22. desember
2017 samtykti nýggju lógina um
fyrisiting av sjófeingi, ið Høgni
Hoydal, landsstýrismaður í fiski
vinnumálum, legði fyri tingi,
merkti tað millum annað, at Fiski
daganevndin bleiv avtikin.
Fiskidaganevndin hevði annars
síðan 1994 veitt landsstýrismann
inum í fiskivinnumálum metingar
um støðuna í botnfiskastovninum
og tilmælir um fiskidagar, men við
fiskivinnunýskipanini bleiv hend
an uppgávan ikki longur mett at
vera neyðug.
Men um formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag fær sín vilja, so
verður tað bara ein stuttur steðgur
í virkseminum hjá nevndini, ið lat
sítt seinasta tilmæi úr hondum
fyri skjótt tveimum árum síðan.
- Man skal hava í huga, at Fiski
daganevndin alla tíðina hevur
havt rættar stovnsmetingar. Tí
kundu vit hugsa okkum, at hon
bleiv endurstovna og møguliga
styrkt við einum fakligum um
boði úr Havstovuni. Tí Fiskidaga
nevndin var ein nevnd, ið gjørdi
eitt gott arbeiði, og hevði stovns
metingar, ið reint faktiskt hildu,
sigur fakfelagsformaðurin.
- Vit halda at fiskivinnulóggávan má skipast
av nýggjum. Vit høvdu eina kollvelting av
fiskivinnuni, ið var skaðilig fyri okkara land. Tí er
okkara ynski til eina nýggja samgongu, at nakrar
broytingar verða framdar hesum viðvíkjandi, sigur
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag,
ið millum annað ynskir, at ein nýggj samgonga
avtekur uppboðssøluna av fiskirættindum
og knýtir loyvini aftur at skipunum