Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 14 Tað má leggjast upp fyri verri tíðum Tað skal ikki setast meira ferð á búskapin, nú hann frammanundan er sera heitur, og perspektivini í búskaparpolitikkinum skulu vera meira langsiktað STEINAR PATURSSON STEINAR@SOSIALURIN.FO T að er í høvuðsheitum tað, ið Búskaparráðið ynsk­ir av komandi sam­ gongu. Djóni Højgaard, for­maður í Búskaparráðnum, held­ur, at tað ræður um at varð­ veita jarðfesti, nú meðan tíðirnar fram­vegis eru góðar - Tað er galdandi bæði fyri pol­ itisku skipanina og í sam­felagn­um yvirhøvur, at vandin ligg­ur í, at nógv vænta, at verandi búskap­ar­ liga støða fer at halda áfram. Tað er umráðandi, soleiðis sum støðan er nú, at vit hava bæði beinini á jørð­ini og ikki fara upp at flákra. Leggja upp fyri verri tíðum Uttan at taka støðu til møguliga búskaparkreppu, ið spátt hevur verið um uttanlands, so ger Djóni Høj­gaard greitt, at verandi bú­ skap­arliga gongdin í landinum fer at venda fyrr ella seinni, og tá er neyð­ugt at hava rásarúm og orku, so tað ber til at halda eina javna útreiðslu­gongd hjá tí almenna, bæði í upp- og niðurgangstíðum. - Vit fara ikki allatíð at hava eitt arbeiðsloysi, ið liggur á 1,1 prosentum. Gongdin fer at venda fyrr ella seinni, so beint nú er tað náttúrligt, at vit hava stór yvirskot á fíggjarlógini. Seta vit meira ferð á, so hendir ikki tað heilt stóra, enn at vit fáa hægri prísir og størri undirskot á fíggjarlógini. Tað skal heldur hugsast eitt sindur langsiktað, og skipanir skulu gerast, so fíggjarpolitikkurin hvílir í sær sjálvum og annars hug­ savna seg um at gera átøk, sum kunnu betra um produktivitetin í før­oyska búskapinum, heldur Djóni Højgaard. Fíggarstýring við kommununum - Vit síggja tað á íløgusíðuni, at íløg­urnar sveiggja við konjukt­ ur­inum. Tað merkir, at vit brúka nógv, tá konjuktururin er við, og so brúka vit minni, tá konjukturarnir eru ímóti, sigur Djóni Højgaard. Tað, at tað almenna rekur ein viðgangandi fíggjarpolitikk, merk­ ir, at konjukturnarnir bert vera styrktir í sveiggjunum. Upp­gangs­ tíðirnar verða betri, meðan niður­ gangs­tíðurnar verða verri, og tað er kanska serliga hetta seinni, ið er ein trupulleiki. - Har hava vit saknað bygnað­ ar­ligar broytingar, soleiðis til døm­is útreiðslugongdin serliga í komm­ununum verður eitt sindur javn­ari. Kommunurnar kunnu í løtuni ikki hava størri lán enn eina álíkn­ing, altso, kommunurnar sleppa ikki at lána meira, enn tær fáa inn í skatti upp á eitt ár. Tað stýringsamboðið virkaði iva­leyst fínt, tá tað kom, tí tá lántu komm­ un­ur ov nógv, heldur Djóni Høj­ gaard. - Tað var ein máti at avmarka lánini hjá kommununum. Men í dag virkar tað ikki eftir ætl­an, tá hugsað verður um búskap­ar­ stýring. Tí tað gongur væl hjá einari kommunu, so eru skatta­inn­ tøk­urnar høgar, og so koma tær upp um eina álíkning. Tá kunnu tær taka størri lán og brúka meira. Tí endar tað við, at kommunurnar í stóran mun brúka pengar, tá tær hava pengar. Nýtslan í kommununum fylg­ir búskaparligu gongdini og verð­ ur avmarkað av, hvussu nógv­ar pengar kommunurnar fáa inn. Tað, sum Búskaparráðið mæl­ir til, og sum Skattanevndin framm­an­ undan hevur mælt til, er at um­ hugsa at geva kommununum meira støðugar inntøkur, sum ikki sveiggja við konjukturunum upp á sama máta. - Vit kunnu geva kommununum møguleika at krevja gjøld fyri at at búgva har, fyri húsini og fyri tænastugjøld, og at minka um part­in, sum kemur inn beinleiðis gjøgnum inntøkuskatt. Tá inntøkugrundarlagið verður javnari yvir longri tíðarskeið, so verða útreiðslurnar eisini javnari. At enda ynskir Búskaparráðið, at landsins myndugleikar ikki leggja útreiðslur uttan fyri fíggj­ ar­lógina, men at teir halda seg til teir karmar, ið játtanarskipanin áset­ur. - Men tað er kanska serliga sam­bandið millum land og komm­ un­ur, og hvussu komm­un­urnar eru fíggjaðar, sum vit í Búskap­ar­ ráðn­um hava verið og hugt eftir, sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum. TEMA: Politiski ynskilistin