Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 15 Hagaviðurskiftini mugu skipast Ferðavinnan í Føroyum stendur á einum vegamóti, og alneyðugt er at fáa greiðu á nøkur viðurskifti, um hendan útflutningsvinnan skal gerast triðja beinið hjá føroyska búskapinum, heldur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands STEINAR PATURSSON STEINAR@SOSIALURIN.FO Í løtuni er serliga eitt mál, ið má loysast sum skjótast, skal ferðavinnuni vera lív lagað í Føroyum, og tað trupul­leik­ in, ið hevur stungið seg upp um hagagongu og náttúruvernd. - Vit hava avgjørt ynski um serliga gongd í haga. Vit síggja tað, at verður hetta ikki handfarið, so fara vit at skjóta ferðavinnuna í kav. Vit saga ta greinina av, sum ferðavinnan situr á, sigur Guðrið Højgaard. - Vit síggja tað longu nú, at vit fáa nógvar negativar reaktiónir. Ferðafólk føla seg ótrygg. Tey kalla tað fyri "ripped off", "bonde­ fanget" og onnur sterk orð, tí at tey knappliga møta onkrum, ið krev­ur pengar frá teimum, og tey ikki halda, at tað eru rímiligar upp­ hæddir, sum tey verða biðin um. Tilvildarligar og høgar upphæddir Guðrið Højgaard vísir á, at nógv ferðafólk meta ikki, at upp­ hædd­irnar samsvara við ta upp­ liv­ingina, ið tey fáa. Í summ­um førum gjalda tey 200 krónur fyri at ganga stuttar teinar í føroysku nátt­úruni, og yvirhøvur er eing­ in samanhangur í teimum haga­ gjøld­unum, ið verða tikin frá ferða­fólki. - Tað er størsta avbjóðingin í ferða­vinnuni í løtuni, og vit síggja longu negativu avleiðingarnar. Í løt­uni er tað sum kovboyland, har skip­anir broytast frá degi til dags, og prís­irnir kunnu vera órímiliga høg­ir. Eitt dømi, ið Guðrið Højgaard vísir á at tey ofta hoyra, er, at sami stutti gongutúrur í Føroysku nátt­ úr­uni kostar tað sama sum eitt árs­kort til allar náttúruparkir í USA. Skilagóðar loysnir Fleiri mátar eru at loysa trupul­ leik­an uppá, men Visit Faroe Is­ lands heldur, at loysnirnar skulu velj­ast við umhugsni. - Tað er óheppið at fara inn at dis­kriminera fólk - at siga hvør er før­oy­ingur og hvør er útlendingur. Tá siga vit, at føroyingar skulu ikki gjalda, men útlendigar skulu gjalda. Tað gevur nakrar óhepnar støð­ur. Hvør er føroyingar, og hvør er útlendigur? Og hvat við før­oy­ingum, ið búgva uttanlands og út­lendingum, sum búgva í Før­ oy­um? Eisini er tað óheppið, tá før­oy­ ingar hava útlendskar gestir við sær í hagan, og standa tá í teirri støðu, at gesturin skal gjalda, með­ an føroyingurin ikki skal, heldur Guðrið Højgaard, ið mælir til, at hesi ferðavinnuviðurskifti skuldu heldur verið avgreidd, áðrenn ferðafólkið setti føtur í Føroyum. - Vit halda tað, at tað ruddi­lig­ asta er, at um avgjald skal gjald­ ast, so skal avgjaldið liggja á ferða­ seðl­inum, soleiðis at øll gjalda tað. Skal tú hava skipanir við kortum til keyps, so fara allir pengarnir upp í fyrisiting. Tá liggja eingir peng­ar eftir. So er betri at skipa tað sum ferðavinnuavgjald. Tað er ruddi­ligari, og haraftrat koma peng­arnir til endamál, heldur enn at fara til umsiting. Ítøkiliga skjýtir Visit Faroe Is­lands upp, at eitt tílíkt avgjald við býtt upp í trý, soleiðis at all­ir av­varandi partar fáa sítt, nátt­úru­ vernd, infrastrukturur og ánarar. Lógin er ov gomul Umstøðurnar hjá ferðavinnuni eru enn ov óvissar, og teir lóg­ar­ karmar, sum eru, eru ikki nøkt­ andi. Ferðavinnan stendur á ein­um vegamóti, heldur Guðrið Høj­gaard, og tá nyttar ikki at líta á gamlar lógir, ið ikki taka hædd fyri ferða­vinnu. Um ferðavinnan skal vera triðja beinið hjá føroyska bú­skap­inum, er tí neyðugt at fáa nú­ver­andi lóg dagførda. - Tann gamla lógin sum er - hon hevur verið í næstan 100 ár - er hon nøktandi, ella hon ikki tað. Hon tekur ikki atlit til, at før­ oy­ingar ella útlendingar ganga í hag­anum. Hon tekur ikki atlit til, at føroyingar brúka hagan sum ítriv ella at tað er nakað, sum eitur ferða­vinna. Yvirhøvur hevur Visit Faroe Is­lands havt sera gott samstarv og gott samskifti við landsins myndug­leikar, staðfestir Guðrið Høj­gaard, sum eisini gleðist um stuð­ulin, ið Visit Faroe Islands og ferða­vinnan hevur fingið frá tí al­menna, ið hevur lagt lunnarnar undir vøksturin. Men í løtuni stend­ur ferðavinnan upp á spæl, og myndugleikarnir mugu finna eina loysn upp á trupulleikan, skal ferðavinnan framhaldandi vera ein partur av føroyska búskap­in­ um, heldur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.